Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Norðurlandameistaraheitið í talvi fyri unglingar

Norðurlandameistaraheitið í talvi fyri unglingar

NM er liðugt á hesum sinni, og bleiv endaliga úrslitið slett ikki so galið. Føroyar fingu 16,5 stig tilsamans,
sum er betri enn undanfarnu tvey árini. Og verður hugt eftir einstøku úrslitunum, sum sjálvsagt ávirka
heildarúrslitið, so eru útlitini framyvir á góðari leið.

A-bólkur:
Rógvi Mørkøre hevði sítt besta NM yvirhøvur, og fekk 2,5 stig. Silas G. Hannesarson fekk eisini 2,5 stig, og
endaði nr 7. Styrkismettir sum ávikavist nr 10 og 11 og endaðu sum nr 6 og 7; tað er meiri enn góðtikið.

B-bólkur:
Jón í Horni Nielsen fekk 3 stig í bólkinum, meðan Luitjen Akselsson Apol fekk 2,5 stig. Úrslitið hjá Jón er gott,
og fer hann nakað fram í rating. Hinvegin gekk minni væl hjá Luitjen, sum var styrkismettur nr 2 í bólkinum.
Luitjen er sjálvsagt ikki nøgdur, men slík úrslit fara altíð at koma.

C-bólkur:
Markus Jacobsen og Elias Petersen vóru styrkismettir 12 og 11 í bólkinum. Harðar treytir, men Markus fekk
2 stig og nakað av rating, meðan Elias ½ stig.
Báðir hava verið við fyrr, so teir kenna til at hava 2 hørð talv um dagin, og sterku mótstøðuna. Tó er Markus
helst betri nøgdur enn Elias.

D-bólkur:
Brestir Samuelsen fekk 1,5 stig, meðan Petur G. Magnussen fekk ½ stig. Teir vóru styrkismettir 11 og 12, so
aftur her var talan um ein sterkan bólk. Bæði Brestir og Petur telvaðu í fleiri førum fult upp ímóti sterkari
mótstøðu. Teir skulu bara halda á, so koppar rætta vegin.

E-bólkur:
Aftur her vóru føroyingarnir styrkismettir 11 og 12. Jamil Oskar Jacobsen fekk 1,5 stig, meðan Magnus
Poulsen einki stig fekk hesuferð.
Oskar Jamil telvaði væl, og fer at menna seg enn meiri. Magnus var við fyri fyrstu ferð, men hevur fingið
kærkomnar royndir, ið framyvir koma honum væl við.

Sum heild var kappingin góð, tí yvirhøvur vóru føroyingarnir lágt styrkismettir, men tað sást ikki aftur í
telvingini. Í nógv teimum flestu førunum, so var tað heilt smáir marginalar, sum kopppaðu skeiva vegin.
Harumframt var skotbráið til NM stutt (covid), og talvárið endar gjarna í mei. Hetta ávirkaði sostatt eisini
tíðarbili við venjingini, men her hevur GM Helgi Dam Ziska gjørt tað sera væl.
Við framhaldandi miðvísari venjing, skuldi tað boða frá góðum í komandi tíðum.

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …