Føroyska telvararnir í Chennai í dag: Helgi Dam Ziska, Rógvi Egilstoft, John Rødgaard og Luitjen Akselsson Apol.
Vit hava í løtuni mótrák á talvolympiaduni í Chennai. Dysturin móti Oman í níggjunda umfari í dag endaði javnur 2-2.
Men henda dystin áttu Føroyar at vunnið.
Tá teir høvdu telvað í hálvan fjórða tíma, legði Rógvi Egilstoft Føroyar á odda 1½-½. John Rødgaard hevði frammanundan telvað javnt. Á hinum borðunum stóð væl til hjá okkara monnum. Helgi Dam Ziska hevði at kalla vunna støðu á 1. borði, og Luitjen hevði greiðan fyrimun á 4. borði.
Helgi, sum hevur verið okkara tryggi skansi, er nú óansin, og brádliga er greitt, at hann fær ikki annað enn remis og eitt hálvt stig í talvinum. Luitjen missir í góðari støðu mann uttan nakað endurgjald, og so er alt farið, tó at hann roynir at spjálka sum frægast.
Føroyska liðið stríðist at fáa naggatódnina úr aftur, tí í seinastu dystunum hevur tað ikki gingist eftir vild.
Føroyar eru nú nummar 105 í røðini av teimum 188 liðunum í kappingini. Vit eru styrkismettir nummar 60.
Tvey umfør eru nú eftir. Skal tað eyndast at fáa eitt úrslit, sum er nøkulunda í samsvar við okkara styrkismeting, ræður um at vinna báðar dystirnar, sum eftir eru.
Seinastu dystirnir vera í morgin og týsdagin.