Føroyska liðið í dag – f.v.: Rógvi Egilstoft, Luitjen A. Apol, Høgni Egilstoft Nielsen og John Rødgaard.
Stígur er komin í hjá føroyska talvlandsliðnum á olympiaduni í India. Føroyar taptu í áttanda umfari í dag 2½-1½ fyri Zimbabwe.
Føroyar eru styrkismettar nummar 60 og Zimbabwe nummar 94. Føroysku telvararnir høvdu væl hægri rating á øllum borðum í dag, kortini eydnaðist ongum at vinna.
Helgi Dam Ziska var ikki við í dag. Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft og John Rødgaard telvaðu allir remis, og á fjórða borði tapti Luitjen Akselsson Apol.
Føroyar eru nú dragnaðar aftur á 113. pláss í røðini.
Misjavnt
Ólíka betur gongur hjá einum javnlíka hjá føroyska landsliðnum – Andorra – sum vit plaga at dystast við í kappingini fyri smátjóðir í Evropa. Andorra vann í gjár púra óvæntað á Sveis, sum er styrkismett nummar 36, og telvaði í dag 2-2 móti Kuba, sum er styrkismett nummar 32, og hevði fýra stórmeistarar á liðnum. Andorra er í løtuni nummar 33 í røðini, men er styrkismett ájavnt við Føroyar.
Her skal kortini nevnast, at Andorra innflytir uttan himpr góðar spanskar telvarar á sítt landslið. Sum nú er, er minsti parturin av liðnum upprunaliga úr Andorra. Tveir stórmeistarar eru á liðnum, báðir eru at kalla javnsterkir við Helga Dam Ziska. De La Riva hevur m.a. verið spanskur meistari. Kortini eru seinastu úrslitini hjá Andorra merkisverd.
Hjá øðrum gongur minni væl. Norra hevur verið eitt stórt vónbrot. Teir eru styrksimettir nummar trý, men eru í løtuni nummar 40. Magnus Carlsen hevur kortini gjørt sítt, tí hann hevur seks stig av sjey møguligum á 1. borði – tvey eru endað jøvn.
Uppaftur verri stendur helst til hjá stóra OL-favorittinum USA. Í gjár høvdu teir sigurin í hendi móti Armenia, men so snávaði Sam Shankland á fjórða borði í javnari støðu og tapti, so at dysturin endaði 2-2. Men í dag tapti USA heili 3-1 fyri B-liðnum hjá India, og nú er mestsum vónleyst hjá amerikanska liðnum at koma afturíaftur.
Armenia og India
Í India er rættur talvfepur. Tað gongur strúkandi hjá indisku liðunum í kappingini. Telvarin, sum øll tosa um í India, er tann einans 16 ára gamli Gukesh, sum situr á 1. borði á B-liðnum hjá India, sum er nummar tvey í kappingini.
Hesin Gukesh hevur tikið talvheimin á bóli. Púra óhoyrt hevur hann vunnið øll átta talvini higartil á 1. borði móti heilt sterkum mótstøðumonnum. Hesin unglingin nýtist ongan frídag, hann er við í hvørjum dysti, og hann leggur allar mótstøðumenn niður eftir tørni.
Í dag var hildið, at søgan fekk ein enda, nú hann møtti nummar eitt hjá USA, Fabio Caruana, men nei – Caruana fekk eisini sama túrin sum allir aðrir. Prestasjónsavrikið hjá honum umroknað í rating er ørandi høgt, eingin hevur sæð nakað líknandi fyrr. Kanska situr Magnus Carlsen og hugsar sítt.
16 ára gamli indarin Gukesh, sum bara vinnur og vinnur í Chennai.
Eitt annað lið, sum eisini strýkur avstað, og sum er einsamalt á odda, er Armenia. Teir komu til India uttan stóru stjørnuna, Levon Aronian, sum hevur givið seg yvir til amerikanskan mammon, men hinir spenna seg út og standa seg betur, enn nakar hevði hugsað, tí Armenia er styrkismettir sum nummar 12.
Samanberingin millum Armenia og USA er áhugaverd. Avrikið hjá armensku telvarunum er kanska fyrst og fremst grundað á samanhald og eyðmýkt og góðan liðanda. Amerikanska liðið hevur helst ikki sama festi. Alt ber á brá at vera eitt stórt prestisjuprojekt hjá billiarderinum Rex Sinquefield, sum er múgvandi vinnulívsmaður og filantropur, og rótfestur amerikanskur patriotur av tí gamla kristinkonservativa slagnum. Hann hevur fíggjað ein stóran amerikanskan talvmiðdepil í Saint Louis.
Fleiri av fremstu telvarum í heiminum eru knýttir at hesum depli. Hesir geva seg allir undir amerikanskan talvtjóðskap, soleiðis at teir kunnu umboða USA á olympiadunum. Nevnast kunnu Aronian (Armenia), Wesley So (Filipsoyggjar), Dominguez Perez (Kuba) og Fabiano Caruana (Italia). Caruana er gaman í føddur og uppvaksin í USA, men er av italskari rót, og fór sum ungur til Evropa at menna seg sum telvari. Hann gav seg tá undir italska talvsambandið, og umboðaði Italia á nøkrum talvolympiadum, men nú er hann aftur í USA – í Saint Louis – og umboðar USA. Hesir fýra manna amerikanska landsliðið í India saman við Sam Shankland.
Men higartil hava stórfavorittarnir svikið. Kann tað hugsast, at her eru ov nógvir kongar á sama liði, sum ikki hava sama hjartalag og eyðmýkd fyri uppgávuni, sum hinir?
Quo Vadis, Føroyar?
Nú eru trý umfør eftir í talvolympiaduni í India. Tey vera avgerandi fyri endaliga úrslitið. Enn ber til at vinna seg væl longur fram í røðina.
Endaliga plaseringin í kapping sum hesari kann ofta vera rættiliga misvísandi, tí sveiggini eru so stór fyri hvørt umfar. Hetta gjørdi seg serliga galdandi fyrr, tá bara borðstigini taldu. Nú eru tað dystarstigini, sum telja fyrst. Men eftir at hava tapt tveir dystir á rað, hava vit ikki flutt okkum nakað fram, men eru bara dragnaðir.
Júst hvar vit lenda í longu røðini við teimum 188 liðunum skal tí ikki einsamalt vera avgerandi fyri eina heildarmeting av føroyska avrikinum, annað er eisini, sum hevur týdning. Men tað er einki dulsmál, at fleiri av føroysku telvarunum eru ikki av álvara komnir á lagið. Okkum nýtist bara at hyggja at einstøku avrikunum hjá okkara telvarum fyri at staðfesta, at allir uttan Helgi ganga aftur í rating, sum nú er. Tí er at vóna, at føroysku telvararnir geva okkum ein góðan spurt.
Helgi Dam Ziska var ikki við í dag – spurningurin er, um vit yvirhøvur hava ráð til slíkt luksus, tá hinir ikki fáa tað at ganga eftir vild.
Oman í morgin
Í morgin telva vit móti Oman. Teir eru styrkismettir nummar 146. Eingin hevur omanfyri 2000 í rating. Eftir tí, átti tað at verið ein avgreiðsluspurningur hjá Føroyum at vunnið, men frægast man vera einki at fyrigykla sær, tí vit hava so mong dømini um, at telvarar við lágum ratingtølum saktans kunnu bíta frá sær.
OL í India er gott dømi um øktu talvglobaliseringina umvegis internetið, sum ber í sær, at lond við ongari ella veikari talvvsiðvenju brádliga gera ein vørr, tí unglingar telva sum brent á netinum samdøgrið á tamb. Tí kunnu eisini telvarar úr landi sum Oman vera úlvar í seyðaskinni.
Dystirnir í níggjunda og triðsíðsta umfari byrja sunnumorgunin klokkan 10.30 okkara tíð. Fylgjast kann við leik fyri leik – leinki sæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.