Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / NM unglingar umfar 3 og 4

NM unglingar umfar 3 og 4

3. og 4. umfar vórðu telvaði ígjár, og gekk tað bara heilt væl. Føroyar fingu 8 stig á degnum, sum er gott.

A-bólkur:

Silas og Rógvi møttust í 3. umfari, og samdust skjótt um javnleik. 4. umfar fingu báðir fyrimun tíðliga í talvinum, og hóast finnin og norðmaðurin royndu sítt ítarsta, so komu tvey stig til høldar. Ein góður dagur í elsta bólkinum.

 

B-bólkur:

Bæði Luitjen og Jón høvdu favorit-leiklut í 3. umfari, men telvaðu báðir javnt. Tað er á einari leið, tá ið nú báðir telvaðu við svarta fólkinum.

Í 4. umfari telvaði Luitjen heldur óneyvt, men fekk remis í verri støðu.

Jón fekk fulla úrtøku móti Paulius (DK). Tá ið danin gjørdi ein ”bukk”, var Jón eirindarleysur og telvaði seg trygt til sigurs. Eisini ein góður dagur í bólki B.

 

C-bólkur:

Innanhýsis uppgerð var í 3. umfari, har Markus dróg longra stráið móti Elias. 4. umfar taptu báðir, men møguleikar vóru til stig hjá báðum.

 

D-bólkur:

Eisini her var innanhýsis uppgerð á skránni, har Petur og Brestir telvaðu javnleik. 4. umfar telvaðu føroyingar móti íslendingum. Petur tapti eitt drúgt talv, har hin hevði litlan fyrimun leingi. Brestir hevði møguleika fyri heilum stigi, og telvaði eitt gott talv, men endin var remis.

 

E-bólkur:

Bæði Oskar og Magnus royndu sítt besta, men taptu í 3. umfari. Í 4. umfari var møttust teir báðir, og vann Oskar.

 

Hugaligt at fáa fleiri stig seinna dagin, og eru nú 11 stig komin tilsamans. Leygardagin regnaði tað nakað; kendist meiri heimligt enn +25 hitastigini fríggjadagin. Um tað gjørdi mun, skal vera ósagt, men í so máta, verður tað spennandi ídag; tað er yvirskíggjað 😉

Sí eisini

Vánaligt veður

Vegna vánaliga veðurfrosøgn í morgin, 24. november 2024, kunnu feløgini útseta dystir í liðkappingini.