Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / HT vann barnaliðkappingina í Klaksvík 5/11

HT vann barnaliðkappingina í Klaksvík 5/11

Leygardagin 5. november varð barnaliðkapping í kviktalvi telvað á Skúlatrøð í Klaksvík. 8 lið vóru við hesaferð í mun til 6 til seinastu kapping. Tey telvaðu í 2 ymiskum aldursbólkar. 4 flokk og yngri og 5 flokk og eldri. Í yngra bólkinum varð telvað einaferð ímóti hvørjum øðrum, og í eldra vóru dubultumfør telvað.

Og tað var Havnar Telvingarfelag sum stóð seg best í báðum aldursbólkunum, og vunnu gull í eldra, og gull og silvur í yngra bólkinum.

Úrslitini kunnu síggjast niðanfyri.

4. flokkur og yngri:

5. flokkur og eldri:

Enn einaferð tøktist lagið gott, bæði á børnum og avvarðandi, og gleðast vit um eitt væleydnað tiltak. Næsta samaslag kapping verður t. 4. desember, sum skal eitast fyri at vera finalan. Tíð og stað verða kunngjørd seinni.

Stóra takk fyri hesaferð, og vónandi síggjast vit øll aftur!

Her eru myndir av vinnarunum frá leygardegnum:

 

ST nummar 3 í eldra bólkinum

KTF nummar 2

HT nummar 1

 

KTF 2 nummar 3 í yngra bólkinum

HT 1 nummar 2

HT 2 nummar 1

 

 

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …