Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Sandavágur í stórum stíli

Sandavágur í stórum stíli

Sandavágs Talvfelag er flúgvandi í føroysku landskappingini. 
 
Í triðja umfari í dag vunnu vágamenn stórsigur 3½-½ á klaksvíkingum. Brøðurnir Rógvi og Høgni vunnu báðir á ovaru borðunum, og hava fult stigatal eftir trý umfør. Silas Eyðsteinsson vann eisini á triðja borði. Tann einasti, sum hóraði undan á klaksvíksliðnum, var Wille Olsen, sum telvaði javnt móti tí unga Jón í Horni Nielsen.

Sandavágs Talvfelag føroyameistari - Talvsamband Føroya
Brøður á sigurskós. Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen eru undangongumenn hjá Sandavágs Talvfelag. Innanfyri sæst pápin, Torkil Nielsen. Hann telvar nú á øðrum liði, og kann tí í staðin eygleiða synirnar kýta seg á 1. liði.
 
Klaksvík – Sandavágur ½ – 3½
Ólavur – Rógvi 0-1
Rani – Høgni 0-1
Terji – Silas 0-1
Wille – Jón ½-½
 
 
Meistari og uppflytari
 
Havnar Telvingarfelag vann í dag heili 4-0 á Kollafjarðar Talvfelag. Her kom munurin á føroyameistara og uppflytara til sjóndar.
 
Havnin – Kollafjørður 4-0
Helgi – Hans Kristian 1-0
Olaf – Árant 1-0
Luitjen – Rógvi 1-0
Hjalti – Bernhard 1-0
 
 
Drúgvir klaksvíkingar
 
B-liðini hjá Havnini og Klaksvík, sum eru fastir fúsir í 1. deild, plaga at hava javnar dystir sínamillum. Men so var ikki í dag. Klaksvíkingar vóru sannførandi móti spøkum havnarmonnum, sum vóru við undirlutan á øllum borðum. 4-0 til útiliðið – vorðið sum sigur.
 
Havnin B – Klaksvík B 0-4
Rógvi – Rani B. 0-1
Margar – Steintór 0-1
Suni – Heðin 0-1
Heiðrikur – Ingolf 0-1
 
 
Støðan í 1. deild:
Sandavágur 10½
Havnin 9
Klaksvík B 7½
Klaksvík A 5½
Havnin B 2½
Kollafjørður 1½
 
 
Komandi umfør
 
Tvey umfør eru eftir, til komið er hálva leið í liðkappingini. Eitt umfar eru aftrat í hesum árinum – fimta umfar er ikki fyrr enn eftir nýggjár.
 
Tíggju umfør eru í alt. Kappingin endar 18. mars 2023. Í 1. deild verður telvað soleiðis í fjórða og fimta umfari:
 
4. umfar (27. november)
Sandavágur – Klaksvík B
Klaksvík – Havnin
Kollafjørður – Havnin B
 
5. umfar (8. januar)
Havnin – Sandavágur
Havnin B – Klaksvík 
Klaksvík B – Kollafjørður
 
Hinar deildirnar verða umrøddar seinni. Í 2. deild stendur nú á jøvnum millum Vestmanna og Sandavág, í 3. deild er Kongshavnar talvfelag – fyrr Runavíkar Talvfelag – á odda. Í 4. deild eru vestmenningar fremst, og í unglingadeildini er Havnar Telvingarfelag á odda.

Sí eisini

NM fyri gentir – síðsti dagur

Í gjár vóru 2. og 3. umfar á skránni, og úrtøkan var soltin. Lisa og …