Leygardagin tann 5. november verður barnatalvkapping fyri lið aftur á skránni, hesaferð á Skúlatrøð í Klaksvík. Kappingin byrjar kl. 10:00.
4 børn telva á hvørjum liði, og kunnu liðini gott hava útskiftarar. 5 umfør verða telvað. Talan er um kvik-talv, har ið børnini brúka klokku og fáa 10 minuttir í part til talvið, umframt, at fyri hvønn leiktan leik verða 5 sekund lagt afturat klokkuni.
Tiltakið er serliga eitt gott høvi hjá nýbyrjarum at royna seg, at læra at brúka klokku og at koma at kenna talvumhvørvið og aðrar ungar talvspírar.
Kappingin er býtt upp í tveir aldursbólkar: 4. flokkur og yngri og 5. flokkur til og við 10. flokk (inkl. tey í sama árgangi, sum eru farin úr 9.). Top 3 lið í hvørjum aldursbólki vinna medaljur, og er hettar samstundis ein út av tveimum undankappingum til eina finalu. Hin undankappingin varð telvað 22. oktober í Havn, og finalan er sett til at vera tann 3. desember. Stað og klokka verður lýst seinni.
Samanlagt, úr báðum undankappingunum, koma 6 tey bestu liðini í hvørjum aldursbólki at kappast um heitið Føroyameistarar í barna-kvik-talvi fyri lið 2022. Tó koma liðini, sum ikki kvalifisera seg til finalina, eisini til at kappast sínámillum sama dagin, um aðrar vinningar.
Øll eru vælkomin til at melda lið; skúlar, talvfeløg og onnur áhugaði, við at skriva til kappingarleiðaran á kappingarleidarin@faroechess.com. Freistin er hósdagin, 3. november.
Eisini kunnu tit síggja aðrar kappingar á skránni fyri børn hettar kappingarárið, á talvkalendaranum, sum er at finna her.
Talvsamband Føroya