Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing til ST-Open

Innbjóðing til ST-Open

Sandavágs Talvfelag bjóðar til GP 2, ST Open, vikuskiftið 28.-30. oktober 2022

Stað:

Hølum felagsins (Virkishúsið við Ánna, í Sandavági)

Telvað verður soleiðis:

Kappingin byrjar fríggjadagin,  28. oktober kl. 20.00, tá ið 3 kvik talv verða telvað (10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik).

Leygardag verður 4. og 5. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00.

Sunnudag verður 6. og 7. umfar telvað, kl. 12.30 og kl. 16.30.

Tíð:

Kviktalv: 10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik

Langtalv: 90 min. + 30 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar:

Nr. 1 1500kr

Nr. 2 1000kr

Nr. 3 500kr

Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3, umframt ratingvirðislønir.

Luttøkugjaldið er 100 kr fyri vaksin og 50kr fyri unglingar. Skal gjaldast á staðnum áðrenn telvað verður fríggjakvøldið 28. oktober.

Tilmelding:

Tilmelding á kappingarleidarin@faroechess.com, í seinasta lagi hósdagin 27. oktober kl. 20.00.

Tilmelding higartil: Chess-Results Server Chess-results.com – ST-Open 2022

 

Møtið Fjølment !

Sandavágs Talvfelag

Sí eisini

NM fyri gentir – síðsti dagur

Í gjár vóru 2. og 3. umfar á skránni, og úrtøkan var soltin. Lisa og …