So byrjar FM

100 ára jubileums FM-einstaklingakappingin 2023 fer av bakkastokki leygardagin 1. apríl.    Í alt 68 telvarar eru við í teimum fimm bólkunum, sum kappast verður í. Tað er mesta luttøkan í átjan ár. Telvað verður á Finsen í Havn. Átta kappast um FM-heitið í landsliðsbólkinum, átta eru í 1. bólki, 24 í almenna bólkinum, 20 í unglingabólkinum, og átta verða við í veterankappingini.

Les meira »

Paringarnar fyri FM gjørdar

Paringar fyri allar bólkarnar eru gjørdar. Fyri Landsliðs- og 1. bólk er talan um øll umførini, og 1. umfar fyri Almenna- og Unglingabólkin. Sí meira her.

Les meira »

Søguliga sterkt FM

Havnar Telvingarfelag, sum hin 18. apríl í ár fyllir 100, skipar um páskirnar fyri árligu føroyameistarakappingini í talvi fyri einstaklingar.   Og nú so stórur dagur nærkast, er tað hugaligt hjá elsta talvfelagnum í landinum at sanna, at flest allir av okkara fremstu telvarum fara at hátíðarhalda hetta søguliga hvarvið í føroyskari telving við at manna hin sterkasta FM-bólkin nakrantíð. Undantikin eru tey hendinga árini, tá ið útlendingar eru bodnir við í eina opna FM-kapping.

Les meira »

FM nærkast

Árliga føroyameistarakappingin í talvi fyri einstaklingar stundar til. Kappingin byrjar annan leygardag 1. apríl.   Eitt, ið ger kappingina serstaka í ár, er, at Havnar Telvingarfelag hin 18. apríl fyllir 100 ár. Tí er langt síðan avrátt, at elsta talvfelag í landinum hýsir kappingini.     Telvað verður í auluni í Finsen – í gamla kommunuskúlanum. Umførini eru sjey, og telvað verður dag um dag til langa fríggjadag 7. apríl. Telvað verður í fýra bólkum; landsliðsbólkinum, 1. bólki, almennum bólki og unglingabólki. Haraftrat verður eisini serstøk veterankapping skírisdag og langa fríggjadag.

Les meira »

Útsetti aðalfundurin verður leygardagin, aftaná Samskip Kvik

Aðalfundurin, sum skuldi vera 15. mars verður nú leygardagin kl. 18:00 í Skúlanum við Løkin í Runavík, beint aftaná Samskip Kvik (GP finaluna).  Freistin til at senda inn uppskot til viðgerðar á aðalfundinum var 01. mars 2023, og er tí farin. Tvey uppskot eru komin frá Talvfelagnum Rókur. Hesi eru:

Les meira »

Innbjóðing: VT Barna Open 26.03

Sunnudagin 26. mars verður kvik-talvkapping fyri børn á Miðnámi í Vestmanna. Hettar er seinasta barnakapping av hesum slag hettar kappingarárið. Kappingin byrjar kl. 14 og 5 umfør verða telvað við tíðini 10 minuttir + 5 sekund per leik.

Les meira »

Innbjóðing til Samskip Kvik – GP finalan

  Leygardagin 25. mars verður Grand Prix finalan telvað í skúlanum við Løkin í Runavík. Kongshavnar Talvfelag er vertur, og ber endaliga kappingin navnið Samskip Kvik. Samskip sponsorerar kappingina, og tí eru vinningarnir í GP finaluni serliga tiltrekkjandi í ár.

Les meira »

Vágamenn vunnu dramatiska FM-finalu

Tað var spenningur og drama við lít, tá ið vágamenn og havnarmenn í dag telvaðu um meistaraheitið, fyrst í regluligum dysti, og síðani í umdysti, skipaður sum kviktalv við munandi minni leiktíð.    Fyrst vunnu havnarmenn 3-1. Tað gav teimum umdystin. Nú vóru teir rímiligt favorittar eftir frálíka sigurin á ósigraða oddaliðnum, men í  umdystinum tók alt eina bráða vend. Vágamenn vóru neyvari og kringari og kaldari, tá ið á stóð.

Les meira »