Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Sandavágs Talvfelag aftur á tindinum 

Sandavágs Talvfelag aftur á tindinum 

Vágamenn gjørdu bart í landskappingini í talvi í vetur. Sandavágs Talvfelag gjørdi ikki mætari enn at vinna allar tíggju dystirnar í 1. deild. Í seinasta umfari í dag vunnu teir 3 – 1 á Havnini, sum hevur verið meistari seinastu tvey árini. Eitt suverent kappingarár hjá Sandavágs Talvfelag.

Kollafjarðar Talvfelag vann í harðari kapping við Tofta Talvfelag dystin um uppflyting í 1. deild. Vestmenningar flyta upp í 2. deild, og Suðuroyar Talvfelag vann 4. deild og flytur upp í 3. deild.

Seinastu dystirnir í landskappingini í talvi fyri feløg í øllum fimm deildum vóru í skúlanum á Giljanesi í dag.

FM-manningin hjá Sandavágs Talvfelag 2026: F.v.: Jón í Horni Nielsen, Silas Eyðsteinsson, Høgni Egilstoft Nielsen, Torkil Nielsen og Rógvi Egilstoft. Ytstur høgrumegin sæst Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága Kommunu. Myndaánari: Jn.fo.

Toppdysturin millum Sandavág og Havnina ía Giljanesi í dag. Vágamenn høgrumegin, Silas Eyðsteinsson, Høgni Egilstoft Nielsen og Rógvi Egilstoft. Jón í Horni Nielsen er farin á føtur at forvitnast á ovaru borðunum. Myndaánari: Jn.fo

Tað bleiv ongantíð spennandi í toppdystinum millum Sandavág og Havnina í dag. Eitt stig var nóg mikið hjá vágamonnum, men teir vunnu trygt og spælandi 3 – 1. 

Sostatt hevur Sandavágs Talvfelag ognað sær sítt níggjunda FM-heiti í fremstu deildini. Teir hava tí lagt Klaksvíkar Talvfelag aftur um seg við einum FM-heiti meiri, og eru nú felagið við næstflestum FM-sigrum.

Framtíðin tykist Sandavágs Talvfelag bjørt við hesari manningini. Allir eru í góðum árum og svangir at vinna meira.

Havnar Telvingarfelag formáddi sær lítið ímóti teimum í ár. Helgi Dam Ziska hevur fingið sær eitt fríár frá telving, men miðalúrtøkan hjá fleiri av mest royndu telvarunum á liðnum var í lægra lagi í vetur. Havnarmenn kunnu ugga seg við, at unga manningin á B-liði felagsins í 1. deild stóð seg. 

Klaksvíkingar hava breiddina til at standa seg við tveimum meira at kalla jøvnsterkum liðum í 1. deild, men við bara einum telvara í topp-20, verður torført at kappast við vágamenn og havnarmenn um meistaraheitið.

Sandavágs Talvfelag hevur ikki breiddina sum Havnin og Klaksvík; A-liðið vann, men B-liðið flutti niður. 

1. deild -10. umfar (14. mars)

Sandavágur (A) – Havnin (A) 3 – 1

Rógvi Egilstoft – Luitjen Akselsson Apol ½ – ½

Høgni Egilstoft Nielsen – Martin Poulsen 1 – 0

Jón í Horni Nielsen – Carl Eli Samuelsen 1 – 0

Silas Eyðsteinsson – Sjúrður Thorsteinsson ½ – ½

Klaksvík (A) – Havnin (B) 2 – 2

Ólavur Simonsen – Elias Petersen 1 – 0

Heðin Gregersen – Herluf Hansen ½ – ½

Terji Petersen – Petur G. Magnussen 0 – 1

Tummas M. Sólsker – Flóvin M. Tummasarson ½ – ½

Sandavágur (B) – Klaksvík (B) 1 – 3

Torkil Nielsen – Rani Baldursson 0 – 1

Bernhard Augustinussen – Haldur S. Johansen ½ – ½

Jón Atlason – Wille Olsen ½ – ½

Ingi Wiberg – Rani Nolsøe 0 – 1

Endaliga støðan – 1. deild

1. Sandavágur 30 stig

2. Havnin 25½

3. Klaksvík 18½

4. Havnin (B) 17

5. Klaksvík (B) 16

6. Sandavágur (B) 13

Einstaklingsúrtøkur

Taka vit tey trý oddaliðini í 1. deild og hyggja at einstaklingsúrtøkunum, eru serliga tvey framúrskarandi avrik.

Høgni Egilstoft Nielsen fær 9½ stig av tíggju møguligum á ávikavist 1.- og 2. borði hjá FM-vinnarunum, og Luitjen Akselsson Apol fær 8 stig av níggju møguligum á 1. borði hjá Havnini.

Sandavágs Talvfelag

Rógvi Egilstoft 3½/5

Høgni Egilstoft Nielsen 9½/10

Jón í Horni Nielsen 7/10

Silas Eyðsteinsson 5½/9

Torkil Nielsen 4½/6

Havnar Telvingarfelag

Luitjen Akselsson Apol 8/9

Martin Poulsen 1½/5

Carl Eli Samuelsen 4½/8

Sjúrður Thorsteinsson 5/8

Elias Petersen 3½/6

Rógvi W. Rasmussen 1/1

Herluf Hansen 1/1

Suni Merkistein 1/1

Hjalti Toftum Jógvansson 0/1

Klaksvíkar Talvfelag

Ólavur Simonsen 5½/8

Rani Baldursson 2/7

Heðin Gregersen 5/10

Teri Petersen 3½/9

Steintór Rasmussen 1½/3

Tummas M. Sólsker ½/2

Finnbjørn Vang 0/1

Stórur spenningur um uppflyting

Tað gjørdist ógvuliga tepurt í kappingini um uppflyting í 1. deild. Tað reið um snarið út í fimta tíma, men endin var, at kollfirðingar knógvaðu toftamonnum, og fluttu upp í bestu deildina.

Fyri seinasta umfar í dag stóð á jøvnum millum Toftir og Kollafjørð. Kollfirðingar høvdu dyst móti klaksvíkingum, toftamenn móti havnarmonnum. Dysturin millum Kollafjørð og Klaksvík var fyrst liðugur. Her var úrslitið 2-2. Tá vóru tvey av fýra talvum liðug í hinum dystinum. Bæði endaðu jøvn. 

Ovaru borðini vóru eftir. Toftamenn høvdu fyri neyðini eittans stig, tí kom tað at standa á jøvnum, áttu teir munin í innanhýsis dystunum. So endaði javnt á 1. borði. Eftir sótu nú Bogi Ziska og Sigurð Justinussen. Hildið var, at Bogi kanska hevði munin, men Sigurð tók ikki av remis-tilboði hansara.

Sum frá leið sást, at talvið kundi fara báðar vegir. Endin var, at Sigurð var við yvirlutan. Kollfirðingar fegnaðust, toftamenn harmaðust.

2. deild – 10. umfar (14. mars)

Kollafjørður – Klaksvík 2 – 2

Árant Djurhuus – Einar Gregersen ½ – ½

Rógvi Mørkøre – Rógvi Heinason Olsen 0 – 1

Markus Jacobsen – Rókur Davidsen 1 – 0

Ingi Højsted – Símun Skorastein ½ – ½

Havnin (A) – Toftir 2½ – 1½

Suni Merkistein – Andrias Danielsen ½ – ½

Sigurð B. Justinussen – Bogi Ziska 1 – 0

Øssur Joensen – Jens Chr. Hansen ½ – ½

Jóannes Guttesen – Jógvan Ingvard Hansen ½ – ½

Havnin (B) – Rókur 2 – 2

Jaspur Gaard – Sámal Christiansen 0 – 1

Lisa Xin – Gunnar Joensen 0 – 1

Brestir Samuelsen – Mortan Mørkøre 1 – 0

Eyðun L. Staksberg  – Fróði Zachariassen 1 – 0

Endaliga støðan – 2. deild

1. Kollafjørður 24 stig

2. Toftir 23½

3. Klaksvík 22

4. Havnin (B) 18½

5. Havnin (A) 18

6. Rókur 14

Vestmenningar flyta upp

Í 3. deild var ikki tann stóri spenningurin um uppflyting. Vestmenningar høvdu høgliga leiðslu, og tað var skjótt, at teir høvdu tryggjað sær ta úrtøku, ið kravdist.

3. deild – 10. umfar (14. mars)

Sandavágur – Vestmanna 1 – 3

Jónfinn Thomsen – Samson Højgaard 0 – 1

Hans Kári Hansen – Alfred A. Olsen 0 – 1

Holgar Johannesen – Jón Mikkelsen ½ – ½

Heri Christophersen – Fróði Skúvadal ½ – ½

Klaksvík – Kongshavn 1 – 3

Bogi á Kósini – Brandur Højgaard ½ – ½

Leif Anderssen – Eyðun Lamhauge 0 – 1

Andy Olsen – Rúni Jacobsen 0 – 1

Sam Laksá – Gunnleif Rasmussen ½ – ½

Kollafjørður – Gøta 1½ – 2½

Kári Petersen – Petur Páll Mikkelsen 0 – 1

Karl M.Dahl – Jákup F. Joensen 1 – 0

Virgar Fagraklett – Símun P. Jacobsen 0 – 1

Signar Kristiansen – Hardi Hansen ½ – ½

Endaliga støðan – 3. deild

1. Vestmanna 25½

2. Kongshavn 21½

3. Kollafjørður 21

4. Sandavágur 20½

5. Gøta 20

6. Klaksvík 11½

Suðuroyingar á veg fram

Nýggja talvfelagið í Suðuroy við Eyðun Nolsøe á odda vann sína deild í dag, og flytur tí upp í 3. deild komandi kappingaár.

Nú er at vóna, at góða úrslitið fer at birta undir telvingina, so at teir kanska longu komandi ár fara at hava meira enn bara tað eina liðið í landskappingini.

4. deild – 5. umfar (14. mars)

Suðuroy – Sandavágur 3 – 1

Eyðun Nolsøe – Suni í Horni Nielsen 1 – 0

David Gudnason – Jamil Oskar Jacobsen 1 – 0

Fríði Stenberg Olsen – Jóanes Ortind ½ – ½

Ingi Ellingsgaard – Gutti Petersen ½ – ½

Rókur – Havnin (B) 3 – 1

Bjarni Jacobsen – Djóni Jakobsen 1 – 0

Hans Olivur Joensen – Baldur B. Jørgensen 1 – 0

Dávur Johannesen – Andrew Xin ½ – ½

Dávid Lutzen – Sámal Isfeldt Nesá ½ – ½

Sandavágur – Havnin (A) 1 – 3

Hans Dánjal Joensen – Poul Poulsen 0 – 1

Helgi Poulsen – Kaj Olsen 0 – 1

Sigvaldur Bláberg – Niel S. Berglind 0 – 1

Sámal á Vágalið – Bjørgvin Lenvig 1 – 0

Endaliga støðan – 4. deild

1. Suðuroy 13

2. Rókur 11½

3. Havnin (B) 11

4. Havnin (A) 10½

5. Sandavágur (A) 7½

6. Sandavágur (B) 6½

5. deild – 5. umfar (14. mars)

Rókur – Gøta 1½ – 2½

Brandur Ellingsgaard – Pætur Andreasen 0 – 1

Natasja Mørkøre – Andrias Gøthe 1 – 0

Sigmundur Mørkøre – Erling Jacobsen 0 – 1

Annika Lutzen – Jørgin Evald Solmunde ½ – ½

Kollafjørður – Toftir 1 – 3

Samson N. Hermansen – Sigurd Joensen 0 – 1

Nigro B. Hermansen – Harry Jacobsen 0 – 1

Hendrik Hansen – Mortan Hansen 0 – 1

Boas Kristiansen – Petur M. Jacobsen 1 – 0

Endaliga støðan – 5. deild

1. Strendur 12½

2. Toftir 8½

3. Rókur 7½

4. Gøta 6½

5. Kollafjørður 5

Sí eisini

Beinleiðis frá liðkappingini

Fylgjast kann við her, beinleiðis frá 10. og seinasta umfari í liðkappingini 2025/2026.