Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing: Samskip Open 2024

Innbjóðing: Samskip Open 2024

Kongshavnar Talvfelag bjóðar til GP 9, Samskip Open, vikuskiftið 1.-3. mars 2024, og aftur í ár eru góðir vinningar at vinna.

 

Stað:

Í Skúlanum við Løkin

 

Telvað verður soleiðis:

Kappingin byrjar fríggjadagin,  1. mars kl. 19.00, tá ið 3 kvik talv verða telvað (10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik).

Leygardag verða 4. og 5. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00.

Sunnudag verða 6. og 7. umfar telvað, kl. 12.30 og kl. 16.30.

Tíð:

Kviktalv: 10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik

Langtalv: 90 min. + 30 sekund fyri hvønn leik.

 

Vinningar:

Nr. 1       2.000 kr.

Nr. 2       1.500 kr.

Nr. 3       1.000 kr.

 

Ratingsbólkar:

Upp til 1999 í rating

Nr. 1       1.500 kr.

Nr. 2       1.000 kr.

Nr. 3          500 kr.

 

Upp til 1699 í rating

Nr. 1       1.000 kr.

Nr. 2          600 kr.

Nr. 3          400 kr.

 

Upp til 1399 í rating

Nr. 1          800 kr.

Nr. 2          500 kr.

Nr. 3          300 kr.

 

Vinningarnir verða møguliga tillagaðir, tá tilmeldingarfreistin er farin, alt eftir hvussu stór undirtøkan verður.

 

 

Luttøkugjaldið er 100 kr fyri vaksin og 50 kr fyri unglingar. Skal gjaldast á staðnum áðrenn telvað verður fríggjakvøldið 1. mars.

Tilmelding:

Tilmelding á hesi leinkju, í seinasta lagi hósdagin 29. februar kl. 20.00.

Tilmeldingar higartil síggjast á somu síðu, við at trýsta á Listi eftir styrki.

 

Møtið Fjølment !

Kongshavnar Talvfelag

Sí eisini

Lisa og Natasja til NM fyri gentir

Hetta vikuskiftið verður NM fyri gentir telvað í Reykjavík. 40 luttakarir eru, frá øllum Norðurlondum, …