Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Óvæntað úrslit

Óvæntað úrslit

Hvørki av oddaliðunum í landskappingini í talvi vunnu í dag. Havnar Telvingarfelag styrkti um leiðsluna í oddastríðnum í næstsíðsta umfari í dag. Afturímóti harðnaði stríðið millum aftaru liðini, sum royna at lívbjarga sær í deildini. Stóri sigursharrin í 1. deild í dag var Klaksvíkar Talvfelag.
 
 
FM-spenningurin fánaði
 
Nú skal vilja illa til hjá havnarmonnum, vinna teir ikki FM-heitið í talvi um tvær vikur.
 
At hvørki havnarmenn ella sandavágsmenn fóru at vinna sínar dystir í dag, mundi fáur væntað. 
 
Klaksvíkingar spiltu báðum spælið. 
 
Annað lið hjá Klaksvíkar Talvfelag tók øll á bóli og vann á føroyameistaranum úr Sandavágs Talvfelag. FM-manningin úr Vágum var eitt sindur skerd í dag. Silas Eyðsteinsson hevði forfall, og Jón í Horni Nielsen var sjúkur, men tað er tað, sum kann henda. 
 
Torkil Nielsen og Ingi Wiberg máttu tí av B-liðnum upp á A-liðið, men báðir taptu. Broytingin bøtti rímiligt heldur ikki um fyritreytirnar hjá øðrum liði hjá vágamonnum, sum var fyri dyggum ósigri í Havn.
 
Søti sigurin hjá klaksvíkingum á Sandavági er hin fyrsti hjá felagnum í fleiri ár. Heðin Gregersen og Ingolf Gaard vunnu á aftaru borðunum. Wille Olsen tryggjaði klaksvíkingum sigurin við at telva remis móti Høgna Egilstoft Nielsen.
 
 
Javnt millum Havnina og Klaksvík
 
Havnarmenn kundu gjørt bart í dag og vissað sær FM-heitið longu fyri seinasta umfar, men teir kendu heldur ikki sína vitjunartíð. Dysturin millum A-liðini hjá Havnini og Klaksvík á Finsen endaði javnur 2-2. Stórmeistarin legði havnarmenn á odda við at vinna á 1. borði skjótt og væl. 
 
Á aftaru borðunum eydnaðist báðum Ranunum at halda tørn, og Terji Petersen gjørdist dagsins hetja á øðrum borði móti Martin Poulsen. Martin hevði evarska lítlan fyrimun og kýtti seg at vinna, men misti tráðin í tíðneyðini og endaði við at tapa.
 
B-liðið hjá Havnini vann stórsigur á B-liðnum hjá vágamonnum. Havnin 2 hevði styrkt seg við NM-silvurvinnaranum Luitjen Akselsson Apol á 1. borði. Úrslitini í 1. deild í dag bera í sær, at størri spenningur er í botnstríðnum enn í oddastríðnum fyri seinasta umfar.
 
Nú standa havnarmenn seg við eittans stigi í dystinum móti Sandavági í seinasta umfari. Vágamenn mugu vinna 3½-½, skulu teir endurvinna FM-heitið. Tað er ikki ómøguligt, men lítið trúligt.
 
 
1. deild – 9. umfar (25. februar)
 
Havnin (1) –   Klaksvík (1)  2 – 2
Helgi Dam Ziska – Ólavur Simonsen 1 – 0
Martin Poulsen – Terji Petersen 0 – 1
Carl Eli Samuelsen – Rani Baldursson ½ – ½
Sjúrður Thorsteinsson – Rani Nolsøe ½ – ½
 
Klaksvík (2) – Sandavágur (1) 2½ – 1½
Haldur S. Johansen – Rógvi Egilstoft 0 – 1
Wille Olsen – Høgni Egilstoft Nielsen ½ – ½
Heðin Gregersen – Torkil Nielsen 1 – 0
Ingolf Gaard – Ingi Wiberg 1 – 0
 
Havnin (2) – Sandavágur (2) 3½ – ½
Luitjen Akselsson Apol – Jón Atlason 1 – 0
Herluf Hansen – Jónfinn Thomsen 1 – 0
Suni Merkistein – Johnny Petersen ½ – ½
Heiðrikur Jacobsen – Hjalti Petersen 1 – 0
 
 
Støðan í 1. deild (eftir 9 umfør):
Havnin (1) 29 stig
Sandavágur (1) 26½
Klaksvík (1) 17½
Klaksvík (2) 12½
Sandavágur (2) 11½
Havnin (2) 11
 
Úrslitini í hinum deildunum í dag eru ikki tøk enn. Meira verður at frætta seinni á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.
 
Landskappingin í talvi endar 9. mars. Í 1. deild verður telvað soleiðis:
 
1. deild – 10. umfar (9. mars)
Sandavágur (1) – Havnin (1)
Klaksvík (1) – Havnin (2)
Sandavágur (2) – Klaksvík (2)

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …