Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Tillagingar í altjóða ratinglistunum hjá Fide

Tillagingar í altjóða ratinglistunum hjá Fide

Frá í dag at rokna, 1. marts 2024, hevur Fide gjørt tillagingar í ratinglistunum.
Størstu broytingarnar eru fyri telvarar, ið hava undir 2000 í rating.

  1. Ein einstøk broyting er gjørd í ratingtølunum: Telvarar, hvørs ratingtal er undir 2000, fáa eina ratingøking við frymlinum (0.40) x (2000 – rating). Telvarar, hvørs ratingtal er 2000 ella hægri, verða ikki ávirkaðir.
  2. Broyting fyri ratingbotnin: Lægst møguliga ratingtal verður lyft frá 1000 til 1400.
  3. Broytingar í byrjunar ratingtalinum
    1. Órataðir telvarar, ið fáa eina pluss skoru móti rataðum telvarum, fáa sítt ratingtal úrtoknað, grundað á avriksrating, fingin frá teirra prosentskoru, ikki av at falda pluss skoruna við (K/2). Tað hægst møguliga byrjunarratingtalið við hesum frymli kann ikki verða omanfyri 2200.
    2. Broytingar av frymlinum fyri byrjunarratingtøl fyri órataðar telvarar, at írokna tveir tilhugsaðar mótstøðumenn við 1800 í rating, við úrslitunum av hesum báðum talvunum sum javnleikir.
  4. 400-stig reglan: Ein ratingmunur á 400 ella meira, skal telja sum er munurin 400 ratingstig, við ongum avmarkingum av, hvussu ofta hendan reglan kann brúkast í somu kapping.
Broytingar eru settar í gildi fyri standard-, kvik- og snartalv ratinglistarnar.
 
Sí meira kunning her:

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.