Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Sandavágur eitt stig frá FM-sigrinum

Sandavágur eitt stig frá FM-sigrinum

Oddaliðini Sandavágur og Havnin vunnu aftur stórsigrar í næstsíðsta umfari í landskappingini í talvi sunnudagin.

Vágamenn eru hálvttriðja stig fremstir fyri avgerandi innanhýsis dystin móti Havnini 14. mars. Eittans stig røkkur hjá Sandavágs Talvfelag í toppdystinum, so eru teir føroyameistarar.

Afturímóti stendur á jøvnum millum Kollafjørð og Toftir í kappingini um uppflyting í 1. deild. Líkt er til, at vestmenningar flyta upp í 2. deild.

1. deild – 9. umfar (1. mars)

Klaksvík (B) – Sandavágur (A) ½ – 3½

Haldur S. Johansen – Rógvi Egilstoft  0 – 1

Wille Olsen – Høgni Egilstoft Nielsen 0 – 1

Ingolf Gaard – Jón í Horni Nielsen 0 – 1

Rani Nolsøe – Silas Eyðsteinsson ½ – ½

Havnin (A) – Klaksvík (A) 3½ – ½

Luitjen Akselsson Apol – Ólavur Simonsen 1 – 0

Martin Poulsen – Heðin Gregersen ½ – ½

Carl Eli Samuelsen – Terji Petersen 1 – 0

Sjúrður Thorsteinsson – Tummas M. Sólsker 1 – 0

Havnin (B) – Sandavágur (B) 2 – 2

Elias Petersen – Torkil Nielsen 0 – 1

Herluf Hansen – Bernhard Augustinussen ½ – ½

Petur G. Magnussen – Jón Atlason ½ – ½

Flóvin M. Tummasarson – Ingi Wiberg 1 – 0

Góðir sigrar til Sandavág og Havnina. Rógvi Egilstoft var við aftur hjá vágamonnum, og tað styrkti rímiligt um bæði liðini hjá Sandavági.

Týðandi dysturin millum B-liðini hjá Havnini og Sandavági endaði javnur. Í løtuni er størri spenningur í kappingini um at lívbjarga sær í deildini enn um sjálvt FM-heitið.

Skal Havnin endurvinna FM-heitið krevst, at teir vinna ikki minni enn 3½-½ á Sandavági í síðsta umfari, men at tað fer at henda, er lítið trúligt.

Støðan í 1. deild

Sandavágur 27 stig

Havnin 24½

Klaksvík 16½

Havnin (B) 15

Klaksvík (B) 13

Sandavágur (B) 12

Dystirnir í seinasta umfari í 1. deild eru hesir:

1. deild (10 umf – 14 mars)

Sandavágur (A) – Havnin (A)

Klaksvík (A) – Havnin (B)

Sandavágur (B) – Klaksvík (B)

Stórur spenningur

Kollfirðingar hava ligið fremstir í 2. deild alt kappingarárið, men ósigurin í toppdystinum móti Toftum ber í sær, at nú stendur á jøvnum millum oddaliðini.

2. deild – 9. umfar (1. mars)

Toftir – Kollafjørður 3 – 1

Andrias Danielsen – Árant Djurhuus 1 – 0

Jens Chr. Hansen – Markus Jacobsen ½ – ½

Andreas Andreasen – Ingi Højsted 1 – 0

Jógvan Ingvard Hansen – Teitur Joensen ½ – ½

Klaksvík – Havnin (B) 2½ – 1½

Einar Gregersen – Jaspur Gaard ½ – ½

Rógvi H. Olsen – Lisa J. Xin 1 – 0

Rókur Davidsen – Brestir Samuelsen 1 – 0

Mannbjørn Anthoniussen – Herbert H. Johannesen 0 – 1

40 ára jubileum

Fyri júst fjøruti árum síðani fingu vit eitt hitt mest óvæntaða úrslitið í FM-kappingini í talvi. Tá eydnaðist fýra hvalvíkingum at tryggja felagnum Streym FM-heitið í 1. deild. At fýra telvarar úr so lítlari bygd hava vunnið meistaraheitið í bestu deildini í talvi er eindømi.

Leygardagin sótu somu fýra telvarar aftur saman við borðini í Hvalvíkar Skúla. Nú telvaðu teir fyri felagnum Róki, sum er felagið fyri telving í Sundalagnum. Streymur er ikki longur til sum talvfelag. Hanus Brekká var komin heim úr Danmark at telva saman við hinum trimum, Finnbjørn Zachariassen, Martin Brekká og Gunnar Joensen. 

Dysturin móti Havnar telvingarfelag endaði javnur 2-2. Rókur stendur framvegis til at flyta úr deildini, men gamla FM-manningin hjá Streymi mundi ivaleyst fáa eitt hugnaligt kvøld saman nú teir aftur hittust – fjøruti ár eftir flotta FM-sigurin í 1986.

Rókur – Havnin (A)

Hanus Brekká – Sigurð B. Justinussen ½ – ½

Finnbjørn Zachariassen – Arnbjørn Ó. Dalsgarð 1 – 0

Martin Brekká – Øssur Joensen 0 – 1

Gunnar Joensen – Jóannes Guttesen ½ – ½

Støðan í 2. deild

Toftir 22 stig

Kollafjørður 22

Klaksvík 20

Havnin (B) 16½

Havnin (A) 15½

Rókur 12 

Dystirnir í seinasta umfari í 2. deild verða hesir:

2. deild (10 umf – 14 mars)

Kollafjørður – Klaksvík

Havnin (A) – Toftir

Havnin (B) – Rókur

Vestmanna á odda

Vestmenningar standa framvegis til at flyta upp í 2. deild. 

Í níggjunda umfari vunnnu teir á kollfirðingum. Sandavágsmenn kunnu hótta teir, men sigurin hesaferð var helst í minna lagi til, at teir kunnu fáa vestmenningar aftur.

Gøtumenn fingu trivaligasta sigurin í sunnuadgin.

Í seinasta umfari telva oddaliðini finalulíkan dyst um uppflyting.

3. deild – 9. umfar (1. mars)

Vestmanna – Kollafjørður 2½ – 1½

Samson Højgaard – Bernhard Thomsen 1 – 0

Alfred A. Olsen – Karl M. Dahl ½ – ½

Fróði Skúvadal – Virgar Fagraklett ½ – ½

Jóhan Vørmadal – Signar Kristiansen ½ – ½

Gøta – Klaksvík 3½ – ½

Reinhold Isaksen – Hanus á Lógv (e) 1 – 0

Petur Páll Mikkelsen – Hanus á Lógv (y) 1 – 0

Jákup F. Joensen – Bogi á Kósini ½ – ½

Símun P. Jacobsen – Leif Anderssen 1 – 0

Kongshavn – Sandavágur 1½ – 2½

Brandur Højgaard – Jónfinn Thomsen ½ – ½

Eyðun Lamhuage – Hans Kári hansen ½ – ½

Rúni Jacobsen – Hjalti Petersen ½ – ½

Kári P. Højgaard – Jamil Emil Jakobsen 0 – 1

Støðan í 3. deild

Vestmanna 22½

Sandavágur 19½

Kollafjørður 19½

Kongshavn 18½

Gøta 17½

Klaksvík 10½

Dystirnir í seinasta umfari í 3. deild verða hesir:

3. deild (10 umf – 14 mars)

Sandavágur – Vestmanna

Kollafjørður – Gøta

Klaksvík – Kongshavn

Suðuroy og Havnin 

Í 4. deild stendur nú á jøvnum millum Suðuroyarliðið og Havnar Telvingarfelag fyri seinasta umfar.

4. deild – 4. umfar (1. mars)

Havnin (A) – Suðuroy 3 – 1

Birgi Hansen – Eyðun Nolsøe ½ – ½

Poul Poulsen – Alvin Joensen 1 – 0

Ronny í Lon – Fríði Stenberg Olsen 1 – 0

Bjørgvin Lenvig – Ingi Ellingsgaard ½ – ½

Sandavágur (A) – Rókur 2 – 2

Suni í Horni Nielsen – Sámal Christiansen 0 – 1

Jamil Oskar Jacobsen – Mortan Mørkøre 1 – 0

Jóanes Ortind – Dávur Johannesen 1 – 0

Gutti Petersen – David Lutzen 0 – 1

Havnin (B) – Sandavágur (B) 3 – 1

Djóni Jakobsen – Hans Dánjal Joensen 1 – 0

Baldur B. Jørgensen – Helgi Poulsen 0 – 1

Andrew M. Xin – Sigvaldur Bláberg 1 – 0

Sámal N.Isfedlt – Sámal á Vágalið 1 – 0

Støðan í 4. deild

Suðuroy 10

Havnin (B) 10

Rókur 8½

Havnin (A) 7½

Sandavágur (A) 6½

Sandavágur (B)  5½

4. deild (5 umf – 14 mars)

Suðuroy – Sandavágur (A)

Rókur – Havnin (B)

Sandavágur (B) – Havnin (A)

5. deild – 4. umfar – (1. mars)

Gøta – Strendur 1 – 3

Petur Larsen – Dánjal P. Jacobsen 1 – 0

Leon Ellingsgaard – Jógvan Juul Olsen 0 – 1

Jørgin Evald Solmunde – Ábraham Dalslíð 0 – 1

Jákup í Garði Heinesen – Sonny Oddbjørn Johnsson 0 – 1

Toftir – Rókur 3 – 1

Jón Magnus Joensen – Brandur Ellingsgaard ½ – ½

Harry Jacobsen – Edvard P. Andreasen 1 – 0

Mortan Hansen – Sigmund Mørkøre 1 – 0

Bárður Mortensen – Annika Lutzen ½ – ½

Støðan í 5. deild

Strendur 12½

Rókur 6

Toftir 5½

Kollafjørður 4

Gøta 4 

5. deild (5 umf – 14 mars)

Rókur – Gøta

Kollafjørður – Toftir

Felagsumfar

Landskappingin í talvi endar við stórum felagsumfari í skúlanum á Giljanesi leygardagin 14. mars. Byrjað verður klokkan 12.30.

Sí eisini

Seinasta umfar verður telvað á Giljanesi

10. og seinasta umfar í liðkappingini verður telvað í skúlanum á Giljanesi. Umfarið verður telvað …