Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / FM einstaklingar 2026

FM einstaklingar 2026

Sandavágs Talvfelag bjóðar, saman við Talvsambandi Føroya, til føroyameistaraskapið í talvi fyri einstaklingar í 2026.

Kappingin

Kappingin verður í skúlanum á Giljanesi í døgunum 28. mars – 3. apríl  2026.

Telvað verða 7 umfør. Umhugsunartíðin er 90 minuttir til fyrstu 40 leikirnar. Síðani verða 15 minuttir lagdir afturat klokkuni. Frá fyrsta leiki verða 30 sekund løgd afturat fyri hvønn fluttan leik.

Allir bólkar telva soleiðis:

1. umfarLeygardagur28. marskl. 14.00
2. umfarSunnudagur29. marskl. 14.00
3. umfarMánadagur30. marskl. 17.00
4. umfarTýsdagur31. marskl. 17.00
5. umfarMikudagur1. aprílkl. 17.00
6. umfarHósdagur2. aprílkl. 14.00
7. umfarFríggjadagur3. aprílkl. 14.00

Átta teir hægst rataðu telvararnir telva í landsliðsbólkinum, 8 teir næstu telva í 1. bólki. Hinir telva í almenna bólkinum.

Vinnarin av landsliðsbólkinum er Føroyameistari og vinnur rættin til at verða við á OL liðnum.

Í Unglingabólkinum verður telvað um heitið unglingaføroyameistari 2026.

Víst verður annars til meginreglurnar hjá TSF fyri FM.

Veteranar

Hósdagin og fríggjadagin 2. – 3. apríl verður skipað fyri óalmennum FM fyri veteranar. Hesin bólkur er fyri telvarar, ið eru 50 ár ella eldri. Umhugsunartíðin er 25 min + 5 sek leik.

Kappingin er treytað av nóg stórari luttøku. Nærri verður lýst aftaná tilmeldingarfreistina.

Luttøkugjald og tilmelding

Unglingabólkurin           200 kr. 

Almenni bólkurin           300 kr. 

1. Bólkur                         300 kr.

Landsliðsbólkurin          300 kr. 

Heiðurslimir luttaka ókeypis.

Luttøkugjaldið, sum samstundis er tilmelding, skal gjaldast á konto 6460-463.449.9 hjá Sandavágs Talvfelag í seinasta lagi týsdagin 24. mars.

Við tilmelding skal upplýsast: FM 2026, navn og bólkur.

Luttøkugjaldið í veteranbólkunum er 50 kr, og tilmeldast skal í seinasta lagi týsdagin 31. mars kl. 18.00.

Vinningar

Landsliðsbólkurin:
Nr. 1 – 6.000 kr.
Nr. 2 – 3.000 kr.
Nr. 3 – 2.000 kr.

1. Bólkur
Nr. 1 – 2.000 kr.
Nr. 2 – 1.500 kr.
Nr. 3 – 1.000 kr.

Almenni bólkurin:
Nr. 1 – 1.500 kr.
Nr. 2 – 1.000 kr.
Nr. 3 –   500 kr.

Unglingabólkurin:

Nr. 1 – 1.500 kr.
Nr. 2 – 1.000 kr.
Nr. 3 – 500 kr.

Steyp verða latin til nr. 1, nr. 2 og nr. 3 í øllum bólkum.

Í landsliðsbólkinum og unglingabólkinum verður umdystur leiktur, um tað stendur á jøvnum um 1. pláss. Umdysturin verður telvaður fríggjadagin eftir seinasta umfar.

Í øllum øðrum førum verður korrektión brúkt, tá ið tað stendur á jøvnum.

Við talvkvøðu

Sandavágs Talvfelag og Talvsamband Føroya

Sí eisini

1999 –  Klaksvík aftur best

1998-99 Kollfirðingar tóktust heldur maktaðir eftir ódnartakið árið fyri, og orkaðu ikki at kappast við …