Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Duopol í føroyskari telving

Duopol í føroyskari telving

Klaksvíkar Talvfelag hevur vunnið FM-heitið 2010.  F.v.: Heini Olsen, Finnbjørn Vang, Eyðun Nolsøe, Terji Petersen og Esben Lund. Hetta er seinasti FM-sigurin hjá klaksvíkingum. Síðani 2010 hava bara tvey feløg vunnið FM – Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag.

Í morgin leygardagin verða dystirnir í tíggjunda og seinasta umfari í landskappingini í talvi spældir.

Sandavágs Talvfelag stendur til at vinna FM-heitið, sum Havnar Telvingarfelag hevur vunnið seinastu tvey árini.

Føroyingar hava so smátt vant seg við, at hesi bæði feløgini skiftast um at vinna føroyameistaraheitið. Hetta hevur verið lagið nú í fimtan ár. Vit skulu aftur til 2010 at finna annan føroyameistara. Tá vann Klaksvíkar Talvfelag sítt áttanda FM-heiti í 1. deild – og sítt higartil seinasta meistaraheiti.

Árið eftir vann Sandavágs Talvfelag sítt fyrsta FM-heiti. Vágamenn hava hesi fimtan árini síðani vunnið ikki færri enn átta FM-heiti. Havnar Telvingarfelag hevur vunnið sjey ferðir. Alt bendir á, at Sandavágur fer at vinna í ár – gera teir tað, hava teir yvirhálað Klaksvíkar Talvfelag við einum FM-heiti, og er tá felagið við næstflestum FM-sigrum.

Ivaleyst hevði tað verið gagnligt fyri føroyska telving, at onnur feløg spentu seg út og tóku kappingina upp við vágamenn og havnarmenn. Klaksvikar Talvfelag er framvegis besta boðið, men líkt er til, at har restar eitt sindur í aftrat.

Vit hava fyrr sæð Vestmanna Talvfelag og Kollafjarðar Talvfelag vinna við styrktum manningum. Vestmenningar høvdu umframt John Rødgaard eisini telvarar sum Torbjørn Thomsen, Martin Brekká og Carl Eli Samuelsen í sínum parti. Tá var lagamanni at vinna. Sama var, tá ið kollfirðingar seint í 90-unum styrktu seg við góðum norðurlendskum telvarum, bæði Tiger Hillarp-Persson, ið virkaði sum leikandi venjari eitt skifti, og Steffen Pedersen.

Seinnu árini hevur ikki sami eldhugi geisað í føroysku talvfeløgunum. 

Felagsumfar á Giljanesi

Allir dystir í øllum deildum í seinasta umfari í morgin verða telvaðir í skúlanum á Giljanesi. Byrjað verður klokkan 12.30.

Í 1. deild er líkt til, at Sandavágs Talvfelag fer at vinna. Havnar Telvingarfelag hevur ein møguleika enn, men tá skulu teir vinna ikki minni enn 3½-½ á vágamonnum í innanhýsis dystinum í morgin. 

Ein ávísur spenningur er í botnstríðnum. Dysturin millum B-liðini hjá Sandavági og Klaksvík kann fara at gerast heilt avgerandi, men B-liðið hjá Havnini er ikki heilt tryggjað heldur.

Støðan í 1. deild

Sandavágur 27 stig

Havnin 24½

Klaksvík 16½

Havnin (B) 15

Klaksvík (B) 13

Sandavágur (B) 12

Dystirnir í seinasta umfari í 1. deild eru hesir:

1. deild (10 umf – 14 mars)

Sandavágur (A) – Havnin (A)

Klaksvík (A) – Havnin (B)

Sandavágur (B) – Klaksvík (B)

Kollafjørður ella Toftir?

Stórur spenningur er um hvat av oddaliðunum í 2. deild flytur upp í 1. deild komandi ár.

Her stendur á jøvnum millum Kollafjørð og Toftir. Tað fær ikki verið nógv meira spennandi.

Støðan í 2. deild

Toftir 22 stig

Kollafjørður 22

Klaksvík 20

Havnin (B) 16½

Havnin (A) 15½

Rókur 12 

Dystirnir í seinasta umfari í 2. deild verða hesir:

2. deild (10 umf – 14 mars)

Kollafjørður – Klaksvík

Havnin (A) – Toftir

Havnin (B) – Rókur

Vestmenningar á odda

Alt bendir á, at Vestmanna Talvfelag flytur upp í næstbestu deildina. Teir hava lutfalsliga so greiða leiðslu, at tað átti at gingið.

Støðan í 3. deild

Vestmanna 22½

Sandavágur 19½

Kollafjørður 19½

Kongshavn 18½

Gøta 17½

Klaksvík 10½

Dystirnir í seinasta umfari í 3. deild verða hesir:

3. deild (10 umf – 14 mars)

Sandavágur – Vestmanna

Kollafjørður – Gøta

Klaksvík – Kongshavn

Flyta suðuroyingar upp?

Ikki minni spenningur er í 4. deild. fer tað at eydnast nýggja felagnum í Suðuroy at flyta upp í 3. deild? 

Sum er stendur á jøvnum millum suðringar og havnarmenn.

Støðan í 4. deild

Suðuroy 10

Havnin (B) 10

Rókur 8½

Havnin (A) 7½

Sandavágur (A) 6½

Sandavágur (B)  5½

4. deild (5 umf – 14 mars)

Suðuroy – Sandavágur (A)

Rókur – Havnin (B)

Sandavágur (B) – Havnin (A)

Støðan í 5. deild

Strendur 12½

Rókur 6

Toftir 5½

Kollafjørður 4

Gøta 4 

5. deild (5 umf – 14 mars)

Rókur – Gøta

Kollafjørður – Toftir

Sjey føroyameistarar í 55 ár

Niðanfyri sæst hvørji feløg hava vunnið FM í talvi. 

Í alt sjey feløg hava verið best í 1. deild – fyrstu trettan árini kallaðist tað A-deildin.

FM-lið 1. deild (1971 – 2025)

1971 HT

1972 HT

1973 KT

1974 HT

1975 HT

1976 VT

1977 HT

1978 HT

1979 HT

1980 HT

1981 HT

1982 HT

1983 HT

1984 HT

1985 VT

1986 TFS

1987 TT

1988 KTF

1989 HT

1990 HT

1991 KTF

1992 VT

1993 KT

1994 KT

1995 HT

1996 KTF

1997 KTF

1998 KT

1999 KTF

2000 HT

2001 HT

2002 VT

2003 HT

2004 KTF

2005 HT

2006 VT

2007 KTF

2008 VT

2009 HT

2010 KTF

2011 ST

2012 HT

2013 ST

2014 ST

2015 ST

2016 ST

2017 HT

2018 HT

2019 ST

2020 HT

2021 ST

2022 HT

2023 ST

2024 HT

2025 HT

FM-sigrar í alt (1971-2025)

HT 27 (Havnar Telvingarfelag)

ST 8 (Sandavágs Talvfelag)

KTF 8 (Klaksvíkar Talvfelag)

VT 6 (Vestmanna Talvfelag)

KT 4 (Kollafjarðar Talvfelag)

TT 1 (Tofta Talvfelag)

TFS 1 (Talvfelagið Streymur)

Sí eisini

Beinleiðis frá liðkappingini

Fylgjast kann við her, beinleiðis frá 10. og seinasta umfari í liðkappingini 2025/2026.