Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing til GP finaluna 2026
Petur Gardar Magnussen er einasti telvari, sum hevur luttikið í øllum 9 GP kappingunum í vetur.

Innbjóðing til GP finaluna 2026

Leygardagin 21. mars verður Grand Prix finalan telvað í Sandavági. Telvað verður í talvhølunum hjá Sandavágs Talvfelag. Kappingin er opin fyri øllum talváhugaðum, eisini teimum, sum ikki – ella bara partvís – hava luttikið í GP kappingum hetta kappingarárið.

Grand Prix finalan í Sandavági er skipað soleiðis:

Kappingin byrjar leygardagin 21. mars kl. 13.00. 9 kviktalv verða telvað.

Stað:

Talvhúsið hjá Sandavágs Talvfelag. Gamla SÍF-húsið við vøllin.

Tíð:

Kviktalv: 10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar:

  1. 1.500 kr.
  2. 1.000 kr.
  3. 500 kr.

2 x ratingsvirðislønir á 300 kr.

Luttøkugjald:

Vaksin 100 kr. 

Undir 16 ár 50 kr.

Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum, áðrenn telvað verður.

Tilmelding:

Melda til her: Tilmelding til GP Finaluna 2026

Seinasta freist at melda til er fríggjakvøldið klokkan 18.00

 

Møtið Fjølment !

Sandavágs Talvfelag og Talvsamband Føroya

Sí eisini

NM fyri gentur í Norra

Í vikuskiftinum bleiv NM fyri gentur telvað í norska býnum Vestby. Til samans 44 gentur …