Kvik-talvkapping var fyri børn í Kollafjarða skúla í gjár, 25. februar. Hettar var 7. av 10 Barna Grand Prix kappingum, sum TSF í samstarvi við talvfeløgini kring landið skipa fyri. 28 børn tóku lut hesuferð í tveimum aldursbólkum. 4. fl. og yngri og 5. fl. og eldri. Kappingin vardi 6 umfør.
Í yngra bólkinum var sera spennandi at fylgja við. Har vóru fleiri í toppinum, sum bjóðaðu hvørjum øðrum av, og nógv talv vóru drúgv. Tá samanum kom, var Baldur B. Jørgensen úr Havnar Telvingarfelag greiði vinnarin við fullum stigatali, og á 2. plássi var Bjarni Hávardsson av Strondum, við 4,5. Á 3. plássi og útav 4 jøvnum luttakarum við 4 stigum, var Dávid Lutzen av EIði fremstur við flest mótstøðu stigum.
Í eldra bólkinum, 5. fl. og eldri, luttóku 8 telvarir. Har var eisini hørð kapping. Endin var, at 2 vóru javnir við 5 út av 6 stigum. Tó, við fleiri móstøðustigum var tað Emil J. Jacobsen, sum vann gullið. Herbert H. Johannesen fekk silvur, og bronsan fór til Hanus á Lógv, við 4,5 stigum.
Barna Grand Prix støðan
Til hvørja einstaka barnakapping av hesum slag hevur ein møguleika fyri at vinna heiðursmerki. Tó fyri at kunna fáa plasering í yvirornaðu Barna Grand Prix kappingini krevst, at ein hevur luttikið í minst 5 kappingum, harav eisini finaluni, sum eftir ætlan verður 7. apríl.
Sí talvkalendaran við øllum Barna Grand Prix kappingunum.
Soleiðis vinnur man Grand Prix stig til hvørja kapping:
- Nr. 1 fær 15 GP stig
- Nr. 2 fær 12 GP stig
- Nr. 3 fær 10 GP stig
- Nr. 4 fær 9 GP stig
- Nr. 5 fær 8 GP stig
- Nr. 6 fær 7 GP stig
- Nr. 7 fær 6 GP stig
- Nr. 8 fær 5 GP stig
- Nr. 9 fær 4 GP stig
- NR. 10 fær 3 GP stig
- NR. 11 fær 2 GP stig
- NR. 12+ fáa 1 GP stig
Um javnstøða er, verða GP-stigini deild.
Tá allar kappingarnar eru av verður vinnarin avgjørdur útfrá somu leiðbeiningunum, sum hjá teimum vaksnu. Tær ljóða soleiðis:
7) Tá Grand Prix endastøðan verður gjørd upp, verður hetta gjørt soleiðis:
- GP stig í 5 teimum bestu kappingunum
- Úrslitið í 6. bestu kappingini verður tikið við
- Luttikið í mest GP-kappingum
- 2 x snartalv og sudden-death
Tað vil siga, at um Grand Prix poengini ikki avgera vinnaran og stendur á jøvnum, so hyggur man eftir næsta punkti. Um enn er javnt fer man til næsta punkt, osv.
Støðan í Barna Grand Prix kappingini eftir 7 kappingar er at síggja her.
Takk fyri Kollafjarða Talvfelag, fyri at vera vertir. Takk fyri hesuferð.