Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Seinasta umfar verður telvað á Giljanesi

Seinasta umfar verður telvað á Giljanesi

10. og seinasta umfar í liðkappingini verður telvað í skúlanum á Giljanesi. Umfarið verður telvað leygardagin 14. mars. Byrjað verður klokkan 12.30.

Vart skal gerast við, at í seinasta umfarinum í liðkappingini er ikki loyvt telvarum at flyta niður í lægri lið/deild. Reglan er galdandi fyri allar deildir.

Dømi: ein telvari, sum hevur telvað við 1. liði í 1. deild í 9. umfari, kann í 10. umfari ikki telva við lægri liði í 1. deild, ella nøkrum øðrum liði í eini lægri deild.

Sí eisini

Stutt um 70-ini

Landskappingin byrjaði veturin 1970-71. Talvsamband Føroya var stovnað 14. februar 1970. Møtt vóru 28 umboð …