Seinastu Tíðindini
Small Nations Monaco 3. umf
Kypriotar hava ein 14 ára gamlan á 1. borði, men talentið frá Kypros hevði ongan kjans móti Helga.
John Arni hevði fyrimun alt talvið og vann ein greiðan sigur á 2. borði.
John R. er ikki nøgdur ídag, hann kom væl frá fronsku byrjanini, sum hann kennir út og inn,
men fór skeivur onkustaðni í miðtalvinum. Hettar gav hvítan ein lítlan fyrimun, men tíbetur fyri John, fann kypriotin ikki bestu leikirnar, og endaði talvið javnt.
Olaf telvaði skotsku byrjanina og stóð væl alt talvið. Miðskeiðis ella væl tað, sá út sum at svartur kom fyri seg, men Olaf hevði tamarhald á opnu støðuni, og vann eitt gott talv.
'
6½ stig av 8 møguligum er ein frálík byrjan, og liggja Føroyar nú næstfremst í kappingini.
Tað ger tað heldur ikki verri, at Andorra telvaði javnt móti Malta ídag – eitt óvæntað úrslit.
Matchstig telja fyrst, síðan borðstig og seinast innanhýsis úrslit, tá ið endaliga støðan skal gerast upp.
Liðini, úrslit og støður eru her + LIVE:
Blancs | Res | Noirs | |||
Monaco | 4 | 0 | San Marin | ||
Andorre | 2 | 2 | Malte | ||
Luxembourg | 3 | 1 | Guernesey | ||
Chypre | 0,5 | 3,5 | Iles Feroe | ||
Liechtenstein | 3,5 | 0,5 | Jersey |
Small Nations Monaco 1. umf
Small Nations Monaco 2. umf
Liechtenstein | ½ | 3½ | Monaco | ||
Jersey | 0 | 4 | Chypre | ||
Iles Feroe | 3 | 1 | Luxembourg | ||
Guernesey | 0 | 4 | Andorre | ||
Malte | 2½ | 1½ | San Marin |
NM úttøkukapping í Klaksvík
Kappingin verður í somu aldursbólkum sum til NM-kappingina:
A – bólkur: Telvarar føddir 1996-98 (17-20 ár)
B – bólkur: Telvarar føddir 1999-00 (15-16 ár)
C – bólkur: Telvarar føddir 2001-02 (13-14 ár)
D – bólkur: Telvarar føddir 2003-04 og (11-12 ár)
E – bólkur: Telvarar føddir 2005 og seinni. (10 ár og yngri)
Kappingin er opin fyri ØLLUM áhugaðum talvungdómi !
Byrjað verður kl. 11 í Snjøllu Bjøllu.
Kappingarskipan verður løgd eftir luttakaratalinum.
Seinasta freist at melda luttøku, er fríggjakvøldið 13. novembur 2015 kl. 21.00.
Meldið til á tlf. 24 36 37 ella tilmelding@faroechess.com – Minnist til at upplýsa føðingardag tá meldað verður til.
Í undankappingunum verða talvklokkur einans brúktar, um talvið gerst ov drúgt.
Í finaluni verða talvklokkur brúktar. Tíðin verður 20 min. + 30 sec/leik í part til hvørt talvið.
Vanligar talvreglur eru galdandi fyri kappingarnar – hesar kunnu ikki tillagast.
6 av teimum fremstu í hvørjum bólki, samanlagt eftir tvær kappingar, telva í finaluni. Dømi: telvari X luttekur í tveimum kappingum og fær 2 stig í fyrstu kapping og 2 í aðru kapping.
Samanlagt hevur telvari X fingið 4 stig. Telvari Y luttekur í einari kapping og fær 3 stig, samanlagt fær hann 3 stig. Av hesum fer telvari X í finaluna við 4 stigum.
Enda telvarar javnir í stigum, hevur telvari, ið luttekur í báðum undankappingum framíhjárætt.
Í finaluni vinna tveir teir fremstu telvararnir í hvørjum bólki sær rættindi at luttaka í Norðurlandameistaraheitinum fyri skúlaungdóm 2016 í Svøríki.
TALVSAMBAND FØROYA
Jákup Thomsen lagt kongin
Aðalfundurin
Í nevndini sita:
~
Finnbjørn Vang, form. (stendur fyri vali)
Elmar R. Fjallheim (stendur fyri vali)
Liljan Jacobsen (stendur fyri vali)
Ingolf Gaard
John Rødgaard
Umframt nevndina, vóru umboð fyri Tofta-, Havnar- og Klaksvíkar- og Vestmanna talvfelag møtt.
(Ingolf Gaard býr í DK, og var tí ikki á fundi)
-
Finnbjørn las ársfrágreiðingina fyri farna talvár.
Viðmerkingar til roknskapin:
-
Fáa inntøkur fyri steypakappingina við (inntøkupost og útreiðslupost hvør sær)
-
Barnakapping? Ivi er um útreiðslurnar ikki eiga at vera størri.
-
Hugaítróttur: Talv/Bridge. FV sigur eitt sindur um býtið ímillum hesi.
-
Yvirskotið hjá TSF, sum er á leið 150.000 kr er ætlanin at brúka m.a. til kappingar í 2014 og 2015
-
Í 2014 verða NM og OL
-
Nevndin er afturvald. Eykalimir er Jógvan Næs og Tummas Martin Sólsker.
Grannskoðarar eru afturvaldir
Dómsnevndin er afturvald.
Innkomin uppskot:
Li Limagjald. Uppskotið á100 kr frá seinasta aðalfundi er strikað. Nýtt uppskot er, at limagjaldið verður goldið forút og ikki goldið afturút, sum gjørt hevur verið til nú. Tey, sum hava goldið fáa góðskrivað árið 2013. Feløg, sum ikki hava goldið, fáa ikki hendan ágóða.
Hetta bleiv samtykt.
K Kalendarin er ikki klárur, men feløgini hava givið grønt ljós fyri at skipa fyri kappingum. Liðkapping byrjar uml 20. okt.
Fundurin endaði kl 18.30
Nevndin skipaði seg soleiðis:
Finnbjørn Vang, formaður
Elmar R. Fjallheim, næstformaður
Liljan Jacobsen, skrivari
John Rødgaard, nevndarlimur
Ingolf Gaard, nevndarlimur
Eykalimir:
Tummas M. Sólsker
Jógvan Næs
FM Ung 19. okt. útsett
FM Ung kappingin 19. oktober er útsett. Nærri kunning kemur seinni.
Úrslit GP1 og 2
IM John Rødgaard kom allan vegin úr Suðuroy, og fór ikki tómhentur avstað aftur.
Hann endaði á fyrsta plássi saman við Finnbirni Vang, sum hevði eina av sínum vanligu kappingum, heldigur tá ið tað krevst.
Høgni Egilstoft Nielsen var ávegis til Skála, men leyp inn á gólvið áðrenn fótbóltin, og tók við sær eitt triðjapláss.
Onnur kapping í GP-røðini bleiv telvað í Tofta Talvfelag ídag. Framúr gott veður er sjáldan gott fyri talvkappingar, men teir 10 ið savnaðust fingu ein fína kapping. Brandur – sum veruliga er ein brandur at baka – hevði aftur tikið køku og annað gott við til telvararnar, og harvið var líka sum støðið lagt. Tað er stutt sagt, altíð eitt gott upplivilsi at telva á Toftum – teir eru so serstakliga gestablíðir !
IM John Rødgaard var aftur við á Toftum , og enn eina ferð ratingfavorittur.
Maður kemur í mans stað sigst, og bóltsnillingarnir úr Sandavági avgjørdu, at senda eldra beiggjan hesaferð.
Leirvíkingar hava ikki havt talvfelag í nøkur ár nú, men á Tofum vóru heili tveir leirvíkingar.
Símun Skorastein – sum nú telvar við KTF – hevði tikið John Joensen við, sum á ungum árum gjørdist Unglingaføroyameistari.
Úr Gøtu kom Óla Jákup Thomsen, meðan toftamenn mannaðu restina.
Favorittarnir fóru avstað við øllum, men tað var ikki í røttum uppvísingarstíli.
Í fleiri talvum vóru ógreiðar støður, men tá ið saman um kom, fóru stigini har ratingfyrimunurin lá.
Innanhýsis varð tað soleiðis, at Finnbjørn tapti á Rógva, sum tapti á John, sum tapti á Finnbjørn.
So tá ið alt rokið hevði lagt seg, endaðu IM John, Rógvi og Finnbjørn javnir.
Fremstir í Grand Prix eftir tvey umfør eru: IM John Rødgaard og Finnbjørn Vang við 11,33 stigum.
Rógvi E. Nielsen hevur 5,33 og Høgni E. Nielsen hevur 4 stig.
GP1 Snarkapping
Place Name Feder Rtg Loc Score M-Buch. Buch. Progr. 1-2 Rødgaard, John 2357 6.5 15.0 21.5 25.5 Vang, Finnbjørn 2019 6.5 15.0 21.5 25.5 3 Nielsen, Høgni Egilstoft 2106 4.5 17.0 23.5 16.5 4 Sólsker, Tummas Martin 1848 3.5 18.0 24.5 12.5 5-6 Skorastein, Símun 1486 2.5 19.0 25.5 11.0 Baldursson, Rani 1967 2.5 19.0 25.5 10.0 7 Jacobsen, Heiðrikur Tindskarð 1825 2 19.5 26.0 11.0 8 Skaale, Janus 1414 0 19.5 28.0 0.0
Cross Table
by Swiss Perfect (TM) www.swissperfect.com
No |
Name | Feder | Rtg | #1 | #2 | #3 | #4 | #5 | #6 | #7 | #8 |
1 | Rødgaard, John | * | D | W | W | W | W | W | W | ||
2 | Vang, Finnbjørn | D | * | W | W | W | W | W | W | ||
3 | Nielsen, Høgni Egilstoft | L | L | * | W | W | D | W | W | ||
4 | Sólsker, Tummas Martin | L | L | L | * | W | D | W | W | ||
5 | Skorastein, Símun | L | L | L | L | * | D | W | W | ||
6 | Baldursson, Rani | L | L | D | D | D | * | L | W | ||
7 | Jacobsen, Heiðrikur Tindskarð | L | L | L | L | L | W | * | W | ||
8 | Skaale, Janus | L | L | L | L | L | L | L | * |
GP2 Toftir
Standings
Place Name Feder Rtg Loc Score M-Buch. Buch. Progr. 1-3 Nielsen, Rógvi E. 2225 6 20.0 27.0 24.0 Vang, Finnbjørn 2019 6 20.0 26.0 22.0 Rødgaard, John 2357 6 18.0 25.0 25.0 4-5 John, Joensen 1823 4 18.0 24.0 14.0 Danielsen, Andrias 1710 4 15.0 21.0 16.0 6-7 Skorastein, Símun 1486 3 22.0 28.0 13.0 Højgaard, Brandur 1661 3 19.0 25.0 12.0 8 Jacobsen, Arnhold 1303 2 15.0 21.0 8.0 9 Hansen, Justinus 1519 1 19.0 25.0 6.0 10 Thomsen, Óla Jákup 1043 0 16.0 23.0 0.0
Cross Table
No Name Feder Rtg 1 2 3 4 5 6 7 1 Nielsen, Rógvi E. 9:W 2:W 5:W 3:L 4:W 6:W 7:W 2 Vang, Finnbjørn 6:W 1:L 4:W 5:W 3:W 7:W 10:W 3 Rødgaard, John 7:W 4:W 6:W 1:W 2:L 8:W 9:W 4 John, Joensen 8:W 3:L 2:L 9:W 1:L 10:W 6:W 5 Danielsen, Andrias 10:W 7:W 1:L 2:L 6:L 9:W 8:W 6 Skorastein, Símun 2:L 8:W 3:L 10:W 5:W 1:L 4:L 7 Højgaard, Brandur 3:L 5:L 9:W 8:W 10:W 2:L 1:L 8 Jacobsen, Arnhold 4:L 6:L 10:W 7:L 9:W 3:L 5:L 9 Hansen, Justinus 1:L 10:W 7:L 4:L 8:L 5:L 3:L 10 Thomsen, Óla Jákup 5:L 9:L 8:L 6:L 7:L 4:L 2:L