Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Talvkapping fyri børn og ung, sunnudagin 21. januar

Talvkapping fyri børn og ung, sunnudagin 21. januar

Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 21. januar kl. 14 í Gula skúla (Tórshavn).
Øll eru vælkomin at vera við, bara man dugir mannagongdina. Telvað verður í 5 aldursbólkum:
• 2 flokkur og yngri
• 3 og 4 flokk
• 5 og 6 flokk
• 7 og 8 flokk
• 9 flokk og 10 flokk

Møguliga verða bólkarnir broyttir nakað tá tilmeldingarnar eru komnar. Hetta fyri at fáa meiri javnt stórar bólkar.
Teir yngru bólkarnir (til og við 6 fl.) telva uttan klokku – tó verður klokka sett inn um hetta verður mett neyðugt. Royndirnar vísa, at tey yngru hava lyndi at hugsa meiri um klokkuna enn um talvið.
Teir elstu bólkarnir telva við 10 minuttum í part á klokkuni til hvørt talvið.
Kappingin er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding í seinasta lagi mikudagin 17. januar við SMS-boðum til tlf. 250598.
Vinarliga upplýsið navn, aldur og flokk.
Kappingarnar eru fyri øll sum hava hug at telva
– roynd, minni roynd og eisini fyri tey sum júst eru byrjaði
– tað er ikki at halda seg aftur!
Havnar Telvingarfelag

Sí eisini

Sigurð er ársins eldsál í talvi

Tá telvarar um alt landið hittust í Havn síðsta leygardag til árliga steypakappingardagin, nýtti Talvsambandið høvið til á samkomu um kvøldið at heiðra ymsar telvarar. Høgni Egilstoft Nielsen var kosin ársins telvari, Baldur B. Jørgensen var kosin ársins stjørnuskot, og Sigurð Joensen var kosin ársins eldsál.