Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Bók um okkara stórmeistara

Bók um okkara stórmeistara

Forlagið Sprotin gevur í hesum døgum út bók um Helga Dam Ziska. Suni Merkistein hevur skrivað bókina í samstarvi við Helga sjálvan.

Helgi hevur sett viðmerkingar til fleiri av týdningarmestu talvunum í tíðarskeiðnum frá 2003 til 2016, og lýsir sjálvur fleiri av avgerandi løtunum í stremban síni at gerast stórmeistari. Vinfólk, telvarar og onnur hava skrivað vangamynd av Helga. Eisini eru nógvar myndir at síggja.

Bókin er 225 síður til longdar og kostar 348 kr. í bókabúðunum.

Á heimasíðu Sprotans stendur so um nýggju bókina:

Helgi Dam Ziska – leiðin til stórmeistaraheitið

12. september í 2016 fingu Føroyar fyrsta stórmeistaran í talvi.

Til fyri fáum árum síðani var tað ein fjarur tanki. Talan er um veruligt frambrot í føroyskari telving – og í øllum føroyskum framburðsstrevi fyri alt tað.

Helgi hevur ikki havt annan sterkan telvara ella venjara her á landi at styðja seg til, men er farin einsamallur eftir illgongdari gøtu fram at gylta málinum, ið hann stundaði á at røkka. Slíkt gerst ikki uttan stálsettan vilja, miðvísa langtíðarætlan og gávurnar at hugsavna seg um dýpdirnar í spælinum.

Í bókini fáa vit søguna um Helga Dam Ziska og drúgvu stremban hansara at vinna upp á hægstu tindar á talvparnassinum. Vit fylgja unga havnardreinginum, sum støðugt setur sær nýggj mál, so hvørt sum hann útinnir stigvísa setningin. Hann helmar ikki í, tó at vónbrot og mótrák leggja honum meinbogar í vegin. Tólv ár eftir, at hann sum nýkosin unglingaføroyameistari avdúkaði, at hann ætlaði at gerast stórmeistari í talvi, gongur alt upp í eina hægri eind ein septemberdag yviri í Baku.

hdz_bok

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.