Dysturin í 2. deild millum ST2 og GT1 er útsettur til sunnudagin 19.02.2017 vegna jarðarferð.
Seinastu Tíðindini
Úrslit frá Kjølur Open
Klaksvíkar Talvfelag hevur skrivað stutta grein um Kjølur Open, kann lesast her:
http://nordlysid.fo/finnbjorn+vang+vinnari+av+kjolur+open.html
Paringar og úrslit:
http://chess-results.com/tnr261548.aspx?lan=32
GP 5 í Tórshavn 11. februar
GP 5 verður í Tórshavn leygardagin 11. februar kl. 10.00. Telvað verður í Gula Skúla (minnist til inniskógvar)
Kappingarskipan: Kviktalv 10 min + 5 sek/leik, 7 umfør.
Luttøkugjald er 100 kr. Virðislønir verða latnar til nr. 1,2,3, umframt ratingsvirðislønir.
Tilmelding: Sms/mail við navn og rating til 221422 ella faroechess@faroechess.com í seinasta lagi fríggjadagin 10. februar kl. 18.00.
Havnar Telvingarfelag
Kjølur Open innbjóðing
Kjølur Open 2017
Hervið verður bjóðað til talvkappingina KJØLUR OPEN 2016 dagarnar 3.-5. feb.
Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2016/17.
7 umfør verða telvað, 3 kviktalv fríggjakvøld, 2 langtalv leygardag og 2 sunnudag. Les meira »
Framvegis spenningur
Spenningurin er ikki fokin í fremstu deildini í landskappingini í talvi, tó at oddaliðið Havnin vann toppdystin á føroyameistarunum Sandavági í tí fyrra av tvinnanda leikumførum í dag.
Eftir dystirnar í fimta umfari, sum byrjaðu í morgun, hevði Havnar Telvingarfelag við 3-1 sigri otað seg fýra stig framum Sandavág. Men nú dystirnir í sætta umfari eru lidnir í kvøld, hava sandavágsmenn táttað nakað í, soleiðis at munurin er dragnaður niður í trý stig. Les meira »
Havnarmenn vunnu
Oddabrak hevur í dag verið í landskappingini í talvi. Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag møttust í innanhýsis dysti í fimta umfari í landskappingini. Úrslitið var, at Havnin vann 3-1. Á báðum fremstu borðunum endaði javnt, men á triðja og fjórða borði vunnu havnarmenn. Les meira »
Talvtoppfundur í morgun
Nógvir leikir verða fluttir í dag. Tvey umfør eru á skránni í føroysku landskappingini í talvi. Dystirnir í fimta umfari byrjaðu klokkan tíggju í morgun, og klokkan fýra verður farið undir dystirnar í sætta umfari. Telvað verður í øllum deildum í Kollafjarðar Skúla.
Tey bæði oddaliðini í fremstu deildini, Havnin og Sandavágur, bresta saman í morgun. Havnar Telvingarfelag er á odda við 14½ stigi. Sandavágur hevur 12½ og Klaksvík hevur á triðja plássi 8 stig. Sandavágs Talvfelag er føroyameistari og hevur vunnið meistaraheitið seinastu fýra árini. Dysturin í morgun hevur stóran týdning fyri møguleikarnar hjá vágamonnum at endurvinna heitið.
Sandavágur hevur havt hesa manning í vetur: 1. Rógvi Egilstoft Nielsen 2. Høgni Egilstoft Nielsen 3. Torkil Nielsen 4. Silas Eyðsteinsson. Liðið hjá Havnini í morgun er hetta: 1. Helgi Dam Ziska 2. Olaf Berg 3. Martin Poulsen 4. Carl Eli Samuelsen.
Tíggju umfør eru í landskappingini, og kappingin endar 18. mars.
Dupult umfarið verður í Kollafjørði
Dupult umfarið 28.01.2017 verður telvað í Kollafjarðar skúla. Byrjað verður kl. 10.00.
GP-kapping útsett
GP-kappingin, sum skuldi telvast leygardagin 21.01, er flutt til 11.02 – tíð og stað seinni.
Dupult umfarið 28.01 verður lýst seinni. Væntandi i Kollafirdi.
Havnin økir
Munurin øktist eitt stig millum oddaliðini í landskappingini í talvi eftir dystirnar í fjórða umfari í dag. Havnar Telvingarfelag vann 3½-½ á øðrum liði hjá Klaksvíkar Talvfelag, og er nú tvey stig undan føroyameistarunum úr Sandavágs Talvfelag.
Helgi Dam Ziska sat á 1. borði hjá Havnini í dag, og vann í stórum stíli á Steintór Rasmussen. Olaf Berg og Sjúrður Thorsteinsson vunnu eisini, men Carl Eli N. Samuelsen mátti sættast við remis móti Terja Petersen. Les meira »