Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / 4 ár er eingin aldur!

4 ár er eingin aldur!

27. apríl verður onnur talvkapingin av 4, sum Talvsamband Føroya og talvfeløgini skipa fyri. Fyrsta kappingin varð telvað í Klaksvík, og var luttøkan á einari leið, tá talan er um fyrstu kappingina.

Luttakararnir telva í 4 aldursbólkum, frá undir skúla aldur til 10. flokk. Tað sermerkta við kappingini í Klaksvík var, at yngsti luttakarin var einans 4 ára gamal!
Samson N. Hermansen er føddur 25.04.14 (til lukku við degnum), so hann verður helst yngsti luttakari til komandi kapping eisini. Hóast unga aldurin, smæddist Samson ikki burtur, men fekk eitt flott 3. pláss.

Í elsta bólkinum varð Luitjen A. Apol nr 1, Flóvin M. Tummasarson nr 2 og Markus Jacobsen nr 3. Luitjen og Flóvin endaðu javnir í stigum, men eftir spennandi umdyst, sum eisini endaði javnur, varð farið til sudden-death. Tá fær hvítur 6 min á klokkuna, men skal vinna talvið. Svartur stendur seg við remis. Luitjen megnaði tó at vinna við hvítum, og varð tískil nr. 1.

Luitjen A. Apol gjørdist nr. 1, eftir umdyst við Flóvin M. Tummasarson

Bólkurin 2008-09 var størstur í luttøku, og var spenningur til síðsta leik. Vinnarin bleiv Kristian (Gøta), ið ikki hevði luttikið fyrr. Á øðrum plássi kom Brestir (Havn), meðan Dennis, Luc Eyðun, Janus og Petur Gardar vóru javnir á 3. plássi. Ein sera spennandi og javnur bólkur, har alt kundi henda.

Vinnari av yngsta bólkinum gjørdist Jóhannus við fullum stigatali, Hákun bleiv nr. 2 og deilt á 3. plássi vóru Gabriel, Marner F., Samson og Markus. Eisini í hesum bólkinum, var vinnarin úr Gøtu, og luttók fyri fyrstu ferð. Hvør veit , um hesir síggjast aftur í Gøtu Talvfelag og fáa GT uppá tindarnir komandi árini!?


Eftir lokna kapping fingu nr. 1-3 medaljur, meðan allir luttakarar fingu sunkist frá MBM, og Kjølbro Heilsøla bjóðaði okkurt søtt.
Næsta kapping verður í Gula Skúla (Tórshavn) leygardagin 27 apríl. Meiri kunning um kappingarnar er at finna á www.faroechess.com – øll eru vælkomin við!

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …