Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Olaf góða byrjan

Olaf góða byrjan

Fleiri góð og spennandi talv sóust í fyrsta umfari í Landsliðsbólkinum í FM-einstaklingakappingini í talvi í gjár.

Við føroyskum brillum var Olaf Berg dagsins hetja. Í einum fínum talvi koppaði hann svianum Drazen Dragicevic, hvørs styrkital er meira enn hundrað stig hægri enn hjá Olafi. Men tað sást ikki í gjár. Hatta var Olaf, tá hann er bestur.

Helgi Dam Ziska noyddist at sættast við remis móti Carl Eli Samuelsen. Carl Eli telvaði frískliga og ágangandi, og Helgi kom ongantíð veruliga fyri seg við svarta fólkinum.

Sjúrður Thorsteinsson stríddist leingi við svarta fólkinum móti Carsten Høi, men mátti til endans lúta.

Í fjórða talvinum sótu Hans Kristian Simonsen og Normunds Miezis. Lettiski stórmeistarin telvaði sera væl og vann ógvuliga sannførandi.

Annað umfar er í dag. Tá verður telvað soleiðis í Landsliðsbólkinum:

Helgi Dam Ziska – Drazen Dragicevic

Sjúrður Thorsteinsson – Olaf Berg

Hans Kristian Simonsen – Carsten Høi

Carl Eli Samuelsen – Normunds Miezis

Byrjað verður klokkan 14.00 á Finsen í Havn. Til ber at fylgja við leik fyri leik á øllum borðum í FM-bólkinum. Leinki sæst á heimasíðu Talvsambandsins – faroechess.com.

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.