Seinastu Tíðindini
Skrædl
Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Hørð byrjan

21 ára gamli Jón í Horni Nielsen, fremstur í myndini, var um reppið at telva remis í dag í dystinum móti Týsklandi – einum av heimsins sterkastu landsliðum. Myndin er frá smálandakappingini á Kyprós í desember í fjør.
Føroyar rendu seg í Týskland í fyrsta umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Týskland er styrkismett nummar fimm av teimum gott og væl 200 londunum í kappingini.
Hetta var fyrsti dysturin nakrantíð hjá Føroyum móti Týsklandi í talvolympisku kappingunum, men í sokallaðu 8-landakappingunum í 80-unum møttu vit Vesturtýsklandi nakrar ferðir.
Ikki var stórvegis væntandi móti so sterkari manning, men á 3. borði restaði lítið í, at Jón í Horni Nielsen fekk javnleik móti øðrum av Svane-brøðrunum á týska landsliðnum. Fornøvnini avdúka donsku røturnar – pápin er dani.
Føroyar – Týskland 0 – 4
Luitjen A. Apol (2305) – GM Matthias Bluebaum (2662) 0 – 1
IM John Rødgaard (2250) – GM Frederik Svane (2655) 0 – 1
Jón í Horni Nielsen (2078) – GM Aleksander Donchenko (2625) 0 – 1
Elias Petersen (2075) – GM Rasmus Svane (2610) 0 – 1
Sum vant var stórur munur á liðunum í fyrsta umfari í dag, tá tey, sum eru styrkismett um miðjuna í røðini, vórðu parað við favorittliðini. Men kortini var onkur, sum beit frá sær.
Malta, sum vit plaga at vinna á í smálandakappingunum, fekk hálvtannað stig móti Ungarn, sum er styrkismett nummar 8. Teiland, sum er styrkismett á leið sum vit, sigraði á 1. borði móti India, sum er olympiskur meistari. Og Irak, sum vit plaga at banka, fekk eitt remis móti OL-favorittinum USA.
Grønland tapti 4-0 fyri Luksemburg í sínum olympiska elddópi í dag.
Annað umfar er í morgin. Tá telva Føroyar móti Cayman Islands. Til ber at fylgja við leik fyri leik á netinum frá klokkan 11 fyrrapartin, tá fyrstu leikirnir verða fluttir.
John Rødgaard hevur sent hesa frásøgn úr Usbekistan í kvøld:
Kuffertini fingu vit loksins seint í gjárkvøldið. Gott.
Men kaffimaskinan er framvegis í ólagi. Ikki gott.
Okkum gerst alt meira greitt, at vit eru komnir til eitt fátækt land. Annars hevði helst staðið betur til við kaffimaskinunum.
Í dag telvaðu vit so fyrsta dystin. Bussur skuldi fara frá gistingarhúsinum klokkan 13.30. Men vit fóru ikki avstað fyrr enn klokkan 14.00, tá høvdu vit framvegis góða tíð. Politibilur koyrdi fyri okkum allan vegin.
Vit kendu okkum klárar til dystin móti Týsklandi. Men teir vóru harðir at fáast við.
Luitjen møtti á 1. borði stórmeistaranum Bluebaum. Í fjúrtanda leiki kundi Luitjen býtt upp og fingið støðuna javna. Í staðin læt hann týskaran fáa vandamikla frífinnu í býti fyri álopsmøguleikar. Vit mugu ásanna, at tað var eitt mistak, tí einki veruligt álop spurdist burturúr.
Eg telvaði nýtt frábrigdi í fronskum móti Frederik Svane, men í tíggjunda leiki mintist eg ikki rætt, og fór skeivur. At síggja til var einki á vási kortini, men eg fótaði mær ikki aftur í veruleikanum. Ert tú óansin móti so sterkum telvara, verður tú náðileyst revsaður.
Jón telvaði móti Donchenko, og telvaði væl. So væl, at støðan var púra jøvn. Í 30. leiki gjørdi okkara maður eina snilda kombinasjón, sum tryggjaði honum upplagda remis-støðu. Vendin kom í 39. leiki. Tá var Jón ov bráður. Hann fyrigyklaði sær at spinna eitt mátnet at vevja týskaran í, men støðan viknaði so nógv av kreativa krutlinum, at hann forkom sær støðuni og javnleikinum.
Elias fekk upp eina kenda støðu móti Rasmus Svane, men var ikki nóg neyvur eftir tað. Kortini var støðan rættiliga jøvn, men til endans átók Elias sær nakrar veikleikar í støðuni, og so fall hamarin.
Tað er aldrin stuttligt at tapa 4 – 0, men Týskland er nú eitt heimsklassalið.
Busstúrurin aftur á hotellið var heldur ikki lýtaleysur, men nú geva vit teimum ein møguleika at bøta um standin í morgin, áðrenn eg aftur gremji meg.
John Rødgaard, Usbekistan
Talvlandsliðið komið til Usbekistan

Føroyska talvlandsliðið í Usbekistan. F.v.: Elias Petersen, Jón í Horni Nielsen, John Rødgaard, Rókur Davidsen og Luitjen Akselsson Apol.Myndatøka: Hjalti Petersen.
Føroyska talvlandsliðið er á langferð heilt eysturi í Ásia.
Usbekistan hýsir teimum 46. talvolympisku leikunum, sum byrja í morgin mikudagin.
Luttøkan er metstór. Í almennu røðini eru ikki færri enn 208 lond umboðað. Føroyar, sum ikki hava sterkastu manning hesaferð, eru tó styrkismettar sum nummar 107.
Eingin av okkara sterkastu trimum telvarum – Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Rógvi Egilstoft – eru við á hesum sinni.
Føroyska liðið er mannað soleiðis:
- Luitjen Akselsson Apol (2305) 20 ár
- IM John Rødgaard (2250) 71 ár
- Jón í Horni Nielsen (2078) 21 ár
- Elias Petersen (2075) 18 ár
- Rókur Davidsen (1988) 18 ár
Hesir fimm eru á nýggjasta føroyska styrkilistanum nummar ávikavist 4, 5, 18, 19 og 27. Avboðini hava tí verið fleiri enn vant.
Nevnast kann, at Grønland verður á fyrsta sinni við á talvolympiaduni. Grønland er styrkismett nummar 201.
Byrjað verður í morgin klokkan 11 fyrrapartin. Ikki fyrr enn í morginári fæst at vita hvørjum telvast skal ímóti í fyrsta umfari.
Ellivu umfør eru, telvað verður til 27. september.
Rokalig byrjan
Aldursforsetin á føroyska liðnum, John Rødgaard, telist millum veruligu OL-veteranarnar. Hann fekk sín OL-elddóp í 1984, og kundi verið abbi at øllum hinum á føroyska liðnum.
John hevur sent okkum forvitnisliga ferðafrásøgn frá fyrsta samdøgrinum í stóra asiatiska landinum fyri eystan.
Talvolympiada í Samarkand.
Ljóðar spennandi og eksotiskt, ha?
Jújú, men…
Føroyska talvlandsliðið kekkaði inn á hotellið við floghavnina í Kastrup um tíggjutíðina sunnukvøldið. Útpurraðir á nátt. Vekjarin kimaði longu um fýratíðina. Klokkan 6:45 vóru vit á flogi. Tað er langt til Usbekistan, so vit lendu ikki í Samarkand fyrr enn um átta tíðina í gjárkvøldið.
So far, so good.
Hevði viðførið bara verið við á flogfarinum, so stóð væl til. Tað var tað tíverri ikki.
Nú gekk rúm tíð at spyrja seg fyri, áðrenn vit vórðu vístir út í ein smábuss. Í honum sótu vit so aftur og bíðaðu góða løtu, áðrenn vit vórðu koyrdir inn á gistingarhúsið. So at finna kømurini. Eg havi einmanskamar. Hevði lykilin bara riggað, stóð væl til. Tað gjørdi hann tíverri ikki. Oman aftur at fáa annan lykil. Hevði hann so bara riggað…men tað gjørdi hann heldur ikki.
Nú eru teir farnir at umvæla lásið.
Ímeðan fór eg ein túr niður á matstovuna at fáa mær ein kaffimunn. Hevði kaffimaskinan so riggað…
Nú royna teir at umvæla hana!
Mótfallin spyrji eg eftir einari øl. Havandi í huga, at 93 prosent av øllum usbekum eru muslimar, er tað ein áhugaverdur spurningur. – Vanliga selja vit ikki øl, men eg skal kanna, um vit hava bjór í húsinum, var svarið.
Hinir vóru farnir at eta, eg fór aftaná. Matarborðið rúgvaði ikki upp av nógvum, sama var í morgun og á middegi.
Tá ið eg hevði etið meg lidnan, kom tænarin við einari øl til mín. Hon smakkaði bara væl, so tveir av hinum bóðu eisini um eina. Ølin kostaði 76.000 í usbkeiskum gjaldoyra – einar 40 krónur.
Í dag skuldi alt fáast í rættlag. Fyrst kuffertini. Øll liðini hava hjálparfólk. Eitt konufólk skal ganga okkum til handa. Henni ótolnaðust vit eftir, men hon sást ongastaðni.
Í staðin máttu vit út í floghavnina aftur við passi og flogferðaseðlum. Fyrst skuldu vit skriva undir ymisk skjøl. Brádliga stóð Caruana har. 1. borð hjá USA, sum eru favorittar í OL. Hann leitaði eisini eftir viðføri. Hann visti at siga okkum, at vit skuldu inn um einar dyr, har skrivað stendur: ørindaleys onga atgongd! Men boðini vóru, at einki flogfar kemur úr Istanbul í dag, men kanska í morgin – gongst sum ætlað.
Gistingarhúsið hevði bílagt okkum hýruvognar til floghavnina. Teir kostaðu 25.000 og 28.000 í “træpeningi”. Verri gekst at fáa nakran hýruvogn at koyra okkum aftur á hotellið. Bara ein var tøkur, og hann tók seg væl betaltan. Nú var prísurin brádliga fleirfaldaður.
Heimafturkomnir máttu vit straks í býin at keypa okkum klæði. Sjálvt um tað var bíligt, staðfesti Luitjen turrisliga, at nú hevði hann á fyrsta sinni keypt fyri hálva millión í klædnahandli. Vit vóru aftur á hotellinum um gott fýra tíðina. Hvussu verður nú við setanarhaldinum, varð spurt. Nær fer bussurin, hvussu við nátturða, og fáa vit stundir at brúsa okkum og lata okkum í til hátíðarhaldið?
Tað visti hjálparfólkið, og tað kundi hon kunnað okkum um, hevði hon bara verið har. Nú gitti eg fráferð klokkan 17:30. Ávegis undir brúsu ringir telefonin: bussurin koyrir klokkan fimm.
Sama ger. So lati eg setanarhald vera setanarhald. Eg havi verið á nítjan olympiadum, og eitt setanarhald er øðrum so líkt. Vónandi fara ungu menninir at njóta løtuna. Eg fari heldur at fáa mær ein góðan bita – um nakað man vera eftir av hasi skallutu buffetini…
John Rødgaard, Usbekistan
Felagsfundur við feløgini
Fríggjakvøldið, 11. september, var felagsfundur við feløgini. Umboð fyri øll 11 feløgini møttu á fundinum, har komandi kappingarár bleiv umrøtt.
Suðuroyar Talvfelag brynjar seg
Talvlega fyri børn og ung
Talvsamband Føroya skipar í døgunum 26. til 27. septembur fyri talvlegu fyri børn og ung.
Legan verður í Virkishúsinum við Ánna í Sandavági. Á skránni er venjing, hugni og felagsskapur, matur, spæl og gisting. Vant verður í ymsum styrkibólkum.
Summarkapping 8
8. og seinasta summarkapping í ár verður telvað mikukvøldið, 26. august, klokkan 20.00. Øll eru vælkomin at luttaka.
Summarkapping 7
Talvkapping verður á netinum í kvøld kl. 20.00. Telvað verður við tíðini 10 min. + 5 sek. pr. leik. Øll eru vælkomin at luttaka.
Talvsamband Føroya Faroechess