Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini (síða 115)

Seinastu Tíðindini

Fráboðan

Steypakapping/Talvgalla 2010, sum ásett var at verða 22. mai við Gjógv, er fyribils útsett. Sama er galdandi fyri Grand Prix finaluna.

Nærri kunning kemur seinni.

FM finalan í liðkappingini fyri ung verður telvað 30. mai í Kollafirði.

Vegna nevndina

Jógvan Joensen, forseti

Havnin endurtók tvífelt GULL

I yngra bólkinum, 4. flokkur og yngri, gjørdist talan um sera spennandi kapping í millum serliga Havnina og Kollafjørð. Eftir javnleik ímóti Klaksvík og Havnini, telvdu kollifirðingar eirindaleyst við einum endaspurti uppá fýra 4-0 sigrar. Men tað varð júst uppgerðin í móti Klaksvík í fyrsta umfarinum, sum avgjørdi oddastríðið. Havnin fekk betri úrtøku enn Kollafjørður og vann kappingina við 1 stigi tá avtornaði. Klaksvíkingar vunnu trygt bronsuna.

4. borð hjá Havnini, sum telvdi í fyrru kappingini í Klaksvík, Gilli í Hoyvík, hevði forfall til kappingina í dag. Í hansara stað telvdi Kaj Olsen einastandandi væl og vann liðnum 6 av 7 møguligum stigum. Boðar frá góðari breidd hjá vinnarunum.

Havnin (25), Kollafjørður 1 (24), Klaksvík (19), Sandavágur (12½), Viðareiði (9½), Havnin 2 (8½), Kollafjørður 3 (7½), Kollafjørður 2 (6).

Liðið úr Havnini var mannað við: Áron R. Fjallheim, Eli W. Finnsson, Leif R. Fjallheim og Kaj Olsen.

Lagt er upp til eitt satt drama um FM-heitið – og steypið – í finaluni 16. mai, ímillum serliga Havnina, Kollafjørð og Klaksvík.

Í eldra bólkinum, 5. flokk og eldri, hildu sera royndu unglingarnir úr Havnini fast um oddasessin og vunnu Gull. Liðið er mannað við fyrrverandi og núverandi unglingaføroyameistarunum, Heiðriki Tindskarð Jacobsen og Sáru Traber Olsen, umframt Rúna Tindskarð Jacobsen og Johan Hentze. Men tað boðar frá sera góðum tilfeingi av ungum góðum telvarum, at kappingin um FM-heitið hóast hetta als ikki er avgjørd. Havnin hevur vunnið FM-steypið seinastu trý árini, men tað er als ikki givið at sigursrøðin heldur fram. Tí Klaksvíkingar, sum vunnu silvur í Kollafirði í dag og Sandavágur, sum vann bronsuna, geva liðnum úr Havnini ein skarpan gang.

Havnin (20), Klaksvík (18), Sandavágur (17½), Kollafjørður 1 (11½), Kollafjørður 2 (9), Kollafjørður 3 (7½), Kollafjørður 4 (½).

Finalan verður telvað 16. mai. Tá verða aldursbólkarnir býttir í tveir bólkar, har bestu liðini frá innleiðandi kappingunum telva um FM-heitið, meðan hini liðini telva um gull, silvur og bronsukrónur í opnu kappingini. T.v.s. telvaðar verða 4 kappingar samstundis, har heiðursmerkir verða latin nr. 1,2 og 3.

Dávur Jacobsen, nevndarlimur í Talvsambandi Føroya, handaði medaljur til stoltu vinnararnar.

Myndir: Hjalti Toftum Jógvansson/Sanna Djurhuus/Finn Larsen.

 

HM: Ein søgulig orrusta higartil !

 

Heimsmeistarin, V. Andand, úr India, varð tikin fullkomiliga á bóli í fyrsta talvinum og var av álvara sópaður av borðinum av avbjóðaranum V. Topalov, úr Bulgaria.

Nú varð kanska væntandi, at sjálvsálitið av álvara hevði fingið eitt skot fyri bógvin hjá heimsmeistaranum. 

Als ikki.

Eftir ein positionellan arbeiðssigur í 2. umfari – friðaligan javnleik í 3. umfari – og eitt satt meistaraverk í 4. umfari, við riddaraoffri og tvungnum máti, er signalið greitt. Anand sýnist væl fyri, og fyrireikingarnar hjá Topalov rína ikki við.

Hinvegin vita vit, at Topalov vinnur kappingar í endaspurtinum.

Meir spennandi fær tað neyvan verið.

Nógvar góðar slóðir eru, um ein vil fylgja HM-orrustuni.

Tær mest nýttu eru ivaleyst:

www.chessdom.dom Stórmeistarar gera viðmerkingar til leikirnar so hvørt flutt verður. Eisini ber til at fylgja talvinum, har talvforrit metir um støðuna.

www.chessbase.com Sera góða “after” analysir, viðmerkingar og myndir.

www.anand-topalov.com Almenna heimasíðan við nógvum møguleikum.

Dýra biðidag, kl. 13.00 verður 5. umfar telvað.

 

     

 

Innbjóðing: Liðkapping fyri ung – Dýra biðidag

2. Innleiðandi kapping – Kollafjørður – Dýra biðidag, 30. apríl:

Kappingin verður í Kollafjarðar Skúla, fríggjadagin 30. apríl, kl. 14.00.

Seinasta freist at melda er hósdagin 29. apríl, á middegi, á telefon 794722/319472 ella á teldupost-adressu: jogvan@kallnet.fo.

Upplýsið navn á liði (skúli/felag) og aldursbólk.

Heiðursmerki verða latin trimum teimum bestu liðunum í hvørjum aldursbólki.

Sí nærri um FM-kappingina: HER 

TALVSAMBAND FØROYA

Havnin stinnast í báðum bólkum

Í kappingini fyri 4. flokk og yngri luttóku 6 lið og tá avtornaði vunnu unglingarnir úr Havnini sannførandi við 2½ stigi fremri enn Kollafjørður, sum við betur dystarstigum hálaðu seg framum Klaksvíkingar. Líkt er til eina spennandi kappingin ímillum júst hesi 3 liðini komandi tvær kappingarnar.

Hugaligt er tað, at Viðareiði luttekur í talvkapping á fyrsta sinni !

Havnin (17 stig), Kollafjørður (14½), Klaksvík (14½), Sandavágur (6½), Viðareiði (5), Havnin 2 (2½).

Gullliðið úr Havnini var mannað við: Gilli í Hoyvík, Leif R. Fjallheim, Eli W. Finnsson, Áron R. Fjallheim. 

Í kappingini fyri 5. flokk og eldri luttóku somuleiðis 6 lið og vann Havnin gullið við 16½ av 20 møguligum, 1½ stig fremri enn Sandavágur, sum gjørdist nr. 2, 2 stig frammanfyri Klaksvíkingar, sum vunnu bronsuna. Unglingar úr Havn hava vunnið kappingina hjá teim eldru undanfarnu 3 árini og sýnast aftur í ár, at verða væl við í kappingini í oddinum.

Havnin (16½), Sandavágur (15), Klaksvík (13), Kollafjørður 1 (10), Kollafjørður 2 (5), Kollafjørður 3 (2½).

Havnarliðið var mannað við: Johan Hentze, Rúna Tindskarð Jacobsen, Heiðriki Tindskarð Jacobsen og Sáru Traber Olsen.

 

Spenningurin var sera stórur í yngra bólkinum ímillum Klaksvík og Kollafjørð, hvør lá omaná í kappingini um silvurkrúnurnar. Janus og Hanna telvdu spennandi orrustu. Kollfirðingar struku við sigrinum, uppá dystarstig.

Eftir at seinna innleiðandi kappingin er telvað í Kollafirði Dýra biðidag, verður bólkarnir býttir í 2, soleiðis at telvað verða 4 kappingar í Finaluni, sum verður í mai mánað.

(myndir: Dávur Jacobsen) 

 

 

Anand – Topalov: HM byrjar seinnapartin

 

 

Báðir tveir hava – á hvør á sín hátt – av álvara tikið talvheimin á bóli seinastu árini. Stílurin er ymiskur. Meðan 40 ára gamli, hóvligi, Anand er sannur meistari, tá um fyrireiking viðvíkur og í so máta er meiri heilstoyptur sum telvari, er 35 ára gamli, ágangandi, Topalov, kendur fyri at taka stórar váðar á seg og at sigra við sonnum fýrverki, tá harðast leikar á, umframt at hava serlig evnir at koma sterkt aftur í seinnu hálvu av kappingum. Avbjóðarin hevur, harumframt, heimavallar fyrimunin. 

Anand er trífeldur HM-vinnari í 2000, 2007 og 2008, meðan Topalov vann HM-heitið í 2005. Gjøgnum tíðirnar hava teir verið í orrustu í 44 talvum. Støðan er 11-10 til Topalov. 23 talv endaðu við janvleiki. 

Anand um Topalov: “Ein sera krevjandi telvari, sum megnar draga fram ógvusliga orku við talvborðið og sum fær alt tað burturúr, sum yvirhøvur fáast kann, úr givnu støðuni.”

 

Topalov um Anand: “Anand er eitt hitt størsta talentið í talvsøguni. Hann er í dag 40 ára gamalur og helvtina av tíðini hevur hann verið ein hin sterkasti telvarin í heiminum”.

 

Og sum vanligt er. Sálarliga orrustan er longu byrjað. 

 

Tað var við tógvið stríð at Bulgarar vildu góðtaka, at útseta HM-dystin frá fríggjadegi til leygardag, nú heimsmeistarin, Anand, hevði stórar trupulleikar at koma vegin fram til Sofia, grundað á øskuni úr Íslandi. Eftir 40 tímar í bili var hann frammi. 

 

Telvað verða 12 talv og stendur á jøvnum 6-6, verða 4 kvik-talv telvað 13. mai og hereftir verðür heimsmeistarin 2010 kosin. Anand byrjar við svarta fólkinum leygardagin.  

 

Um okkara leiðir hevur úrslitið í Sofia serligan áhuga, tí ikki er óhugsandi, at vinnarin í Sofia telvar søguligt HM ímóti unga Magnusi Carlsen, úr Noregi, sum í løtuni liggur í oddinum á heimsstyrkilistanum.  

Fylgið HM í talvi á: www.anand-topalov.com

 

Hjalti og Eli vardu HM-heitið

Hjalti Toftum Jógvansson, sum annars er venjari hjá yngru telvarunum. endurvann HM-heitið hjá teim eldru, sum hann eisini vann í fjør. Heiðrikur Tindskarð Jacobsen gjørdist nr. 2, meðan Margar Berg – eftir umdyst við Rúna Tindsskarð Jacobsen – gjørdist nr. 3. Rúni varð harvið nr. 4 og Sára T. Olsen nr. 5.

Eli W. Finnsson megnaði somuleiðis at endurvinna HM-heitið hjá teim yngru. Men talan gjørdist um sera spennandi umdyst um gullið við Áron Fjallheim, meðan sera ungi og evnaríki, Leif Fjallheim, hálaði bronsuna til høldar.

Fleiri nýggir, spennandi, telvarar eru lagdir afturat hjá teim yngru í vetur.

Nú HM er lagt afturum, verður farið til Klaksvíkar, Flaggdagin, at dystast við aðrar skúlaungdómar í FM-liðkappingini fyri ung.

HAVNAR TELVINGARFELAG

Innbjóðing: FM liðkapping fyri skúlaungdóm 2010

 

 

 

 

 

 

 

FM finalubólkar fevna um tey bestu liðini í hvørjum aldursbólki frá innleiðandi kappingunum. Tey lið sum ikki kvalifisera til finaluna, ella sum ikki luttaka innleiðandi, telva í opnum bólkum í finaluni um plaseringar og heiðursmerki.

Á hvørjum liði eru 4 telvarar. Tó ber til at hava í mesta lagi 2 skiftistelvarar – t.v.s í mesta lagi 6 á hvørjum liði.

4. flokkur og yngri telva uttan umhugsunartíð (klokku) – tó verður klokka nýtt, um hetta verður mett neyðugt til tess at finna eina avgerð. Royndirnar vísa, at tey yngru hava lyndi at hugsa meir um klokkuna enn um talvið.

5. flokkur og eldri telva við 10 minuttum í part til hvørt talvið.

1. Innleiðandi kapping – Klaksvík – 25. apríl:

Kappingin verður í Klaksvík, sunnudagin 25. apríl, kl. 14.00. Telvað verður í Gamla Tekniska Skúla, við Ósánna.

Seinasta freist at melda er fríggjadagin 23. apríl á telefon 457098/263828 ella á teldupost-adressu: roxo@olivant.fo. Vinarliga upplýsið navn á liði (skúli/felag) og tilskila aldursbólk.

Heiðursmerki verða latin trimum teimum bestu liðunum í hvørjum aldursbólki.

2. innleiðandi kapping verður fríggjadagin 30. apríl í Kollafirði (nærri lýst seinni)

Heiðursmerki verða latin trimum teimum bestu liðunum í hvørjum aldursbólki.

FINALA 2010 – Tórshavn:

Finalan 2009 verður telvd í Tórshavn, sunnudagin 16. mai (nærri lýst seinni).

Heiðursmerki verða latin trimum teimum bestu liðunum í hvørjum aldursbólki umframt ognarsteyp til vinnandi FM liðini. Í opnu bólkunum verða heiðursmerki latin trimum teim bestu liðunum í hvørjum aldursbólki.

Vónað verður, at møtt verður fjølment til kappingarnar. Ásannast má, at eins týðandi tað er, at seta við nýggjar telvarar, ikki minst týðandi er tað, at halda teimum til !

Kappingarnar eru fyri allar áhugaðar talvungdómar – royndar, minni royndar og eisini fyri tey sum júst eru byrjaði – tað er ikki at halda seg aftur !

Tórshavn, hin 21. apríl 2010

TALVSAMBAND FØROYA

GRAND PRIX FINALA ÚTSETT

Grand Prix Finalan 2009/10, sum sambært skránni er ásett at verða telvað leygardagin 10. apríl, er fyribils útsett.

Nærri verður lýst seinni.