Seinastu Tíðindini
Innbjóðing til GP1, snartalv kl. 14.00
Tær vælumtóktu Grand Prix kappingarnar – sum eru 9 í tali – byrja nú aftur, og lagt verður til brots við einari snartalvskapping.
Telvað verður í Klakvíkar Talvfelag leygardagin 20. oktober kl. 14.00.
Tilmelding á snarbjorn@hotmail.com ella smsa 22 14 22, í seinasta lagi fríggjakvøldið kl. 18.00.
Talvsamband Føroya
Tilmelding til liðkappingina 2012/2013
Hesi feløg hava lið í:
1. deild: Havnin, Sandavágur 1, Vestmanna, Klaksvík 1, Klaksvík 2 og Sandavágur 2 (flutt upp úr 2. deild).
2. deild: Havnin 2 (flutt niður úr 1. deild) Skopun, Toftir, Havnin 3, Klaksvík og Rókur (flutt upp úr 3.deild).
Harumframt verða feløgini biðin um at tekna lið til kappingina í 3. deild og í unglingadeildini.
Tilmeldinginarfreistin er sunnudagin 21. oktober 2012, so vinarliga sendi kappingarleiðaranum tilmeldingarnar áðrenn ta tíð.
Umráðandi er eisini at feløgini senda inn styrkilistar sínar. Hesir verða atkomuligir á heimasíðu Talvsambandsins.
Eisini skal upplýsast hvør er liðformaður fyri tey ymsu liðini, umframt kontaktupplýsingar fyri viðkomandi (navn, tlf. og teldupostbústað).
Liðkappingin byrjar ætlandi sunnudagin 28. oktober 2012.
Dómaraseðlar og avrit av talvum skulu sendast til:
Rógvi Egilstoft Nielsen
Dalsbøur 1
FO 360 Sandavágur
Við talvkvøðu,
TALVSAMBAND FØROYA
Rógvi Egilstoft Nielsen, kappingarleiðari
kappingarleidarin@faroechess.com
Tlf. 271404
Talvkalendarin 2012/13
Ársaðalfundur, 20 oktober
Uppskot til viðgerðar á aðalfundinum skulu vera skrivlig og skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin, t.v.s. tann 06. oktober 2012.
Uppskot skulu verða liðugt orðað – sett fram av talvfeløgum ella nevnd TSF – og greið at seta til atkvøðugreiðslu.
Skrá sambært lógunum:
- Formaðurin greiðir frá virki felagsins í farna ári
- Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
- Nevndarval
- Val av 2 grannskoðarum
- Val av 2 dómsnevndarlimum
- Innkomin uppskot
- Limagjald
- Ymiskt
Í nevndini sita:
Finnbjørn Vang, form.
Dávur Jacobsen (stendur fyri vali)
Ingolf Gaard (stendur fyri vali)
Elmar R. Fjallheim
Liljan Jacobsen
Møtið fjølment !
NEVNDIN
Frásøgn: Politiken Cup 2012 (Partur.2)
Talv OL – 5. umfar
Frásøgn: Politiken Cup 2012 (Partur.1)
Frásøgn frá 5th Sveins Memorial
Steypakapping, Ársins Telvari og Ársins Stjørnuskot 2012
Teir fyrstu leikirnir vórðu leiktir stutt eftir kl. 11 leygarmorgunin. Telvað varð dupultumfar, øll lið møttust tvær ferðir, og eftir 6 umfør var ein steðgur, har góður matur matur var at fáa. Eftir seinasta umfar var aftur ein góður nátturabiti at fáa, og enda var við heiðursmerkjahandan til bestu liðini og Ársins Telvara og Stjørnuskot.
Klaksvíkar Talvfelag 1 lá fremst líka frá 1. umfari og vann allar dystirnar. Seinastu tvey umførini møttust Klaksvík og Sandavágur, ið lá 2 stig aftanfyri. Rógvi E. Nielsen, ið sat á 1. borði hjá sandavágsmonnum mátti rýma áðrenn hesi umførini, tí hann fór til Klaksvíkar at leika við 07 Vestur móti KÍ, og har bragdaði betri (har vóru teir aftanfyri, men vunnu kortini dystin). Feðgin og gamli føroyameistarin, Torkil Nielsen, ið ikki kundi vera við til tey fyrru umførini, kom í hansara stað, men hóast hetta, so vunnu klaksvíksingar stórsigur, 9-3 móti sandavágsmonnum, og lótu harvið ongan iva vera um, at steypið ikki skuldi ígjøgnum Norðoyatunnilin, og endaði tí í Klaksvík. Havnar Telvingarfelag endaði á einum tryggum 3. plássi.
Sum vanligt hevur verið seinastu árini, skuldu Ársins Telvari og Ársins Stjørnuskot eisini avdúkast eftir steypakappingina. Av tí at fleiri telvarar hava skarað framúr í ár, var ringt at taka dagar ímillum hvørjir hava verið bestir. Tískil var avgjørt, at allir telvarirnir, ið luttóku í steypakappingini, kundu atkvøða fyri Ársins Telvara og Størjnuskotið.
Uppteljingin av Ársins Telvara var sera tøtt, og endin varð at Rógvi E. Nielsen úr Sandavági, ið hevur tikið seg sera nógv fram í ár, farin nógv fram í rating og vann Føroyameistaraheitið, vann við tveimum atkvøðum frammanfyri havnamannin Helga D. Ziska, ið støðugt far góð úrslit, og fyri stuttum var nær við at vinna eina stórmeistarakapping og ein GM-norm.
Somuleiðis vóru einans tvær atkvøður ímillum havnamannin Rúna T. Jacobsen, ið gjørdist Unglingaføroyameistari við fullum stigatali, og toftamannin Andrias Danielsen, ið flott vann Almenna bólkin á páskum.
Samanumtikið var talan um ein sera góðan talvdag, og góður endi á talvárinum 2011/12. Og hjartaliga tillukku til Rógva E. Nielsen, Rúna T. Jacobsen og Klaksvíkar Talvfelag!
Endaliga støð
an í steypakappingini:
Steypakappingin 2012 | 1 | 2 | 3 | 4 | 5 | Stig | Nr. |
Klaksvíkar Talvfelag 1 | 11½6 | 57½ | 11½4 | 312 | 92 | 51½ | 1 |
Sandavágs Talvfelag | 7½5 | 410 | 123 | 116 | 13 | 43½ | 2 |
Klaksvíkar Talvfelag 2 | 2½4 | 06 | 20 | 01 | 51½ | 4 | 6 |
Tofta Talvfelag | 39½ | 22 | 1½ | 45 | 64 | 20 | 5 |
Havnar Telvingarfelag | 24½ | 4½1 | 69½ | 48 | 10½3 | 37 | 3 |
Kollfjarðar Talvfelag | 1½ | 312 | 2½5 | 21 | 84 | 24 | 4 |
Fleiri myndir eru at síggja undir leinkjuni "Myndasavn"