Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Runavík Open – Helgi nærkast toppinum

Runavík Open – Helgi nærkast toppinum

Helgi Dam Ziska vann í dag á moldovska meistaranum Vladimir Hamitevici í sjeynda umfari í altjóða talvkappingini Runavík Open í Løkshøll. Helgi vann við svarta fólkinum í einum skørpum kongaindara. Sigurin tóktist at vera rættiliga sannførandi.

Íslendingurin Guðmundur Kjartansson, sum er á odda, mátti sættast við javnt móti Simon Bekker-Jensen úr Danmark. Leiðslan hjá íslendinginum er tí svunnin niður í eitt hálvt stig.

Hinir føroyingarnir eru nú eisini farnir at kvaklast við. Hans Kristian Simonsen vann flott á sterka danska telvaranum Jesper Søndergaard, sum hevur 200 ratingstig meira enn kollfirðingurin. Olaf Berg, Rógvi Egilstoft Nielsen og John Rødgård vunnu eisini, men Høgni Egilstoft Nielsen tapti fyri Ólavi Simonsen í spennandi talvi.

Oddastøðan eftir fyrra av tveimum umførum í dag:

1. Guðmundur Kjartansson, Ísland 6 stig

2. Helgi Dam Ziska, Føroyar 5½

3-6. Miguel Munoz, Spania, Vladimir Hamitevici, Moldova, Jóhann Hjartarson, Ísland, Nikolaj Mikkelsen, Danmark 5 stig.

7-12. Jakob Vang Glud, Danmark, Simon Bekker-Jensen, Danmark, Rógvi Egilstoft Nielsen, Ólavur Simonsen, Olaf Berg, Hans Kristian Simonsen, Før, 4½ stig.

40 luttakarar í alr.

Helgi móti legenduni

Klokkan 15.00 í dag verður farið undir áttanda og næstsíðsta umfar. Helgi skal tá – aftur við svarta fólkinum – møta telvaranum í kappingini við stórfingnasta CV-inum, Jóhann Hjartarson úr Íslandi.

Jóhann, sum nú er 53 ára gamal, gjørdi hol í sjógvin í HM-kappingini seint í 80-unum. Í 1988 spældi hann seg heilt fram í kandidatkappingina. Í dystinum í áttandapartsfinalumfarinum koppaði hann hinum mæta Victor Korchnoi, og spældi seg víðari í fjórðingsfinaluna. Tá møtti hann fyrrverandi heimsmeistaranum Anatolij Karpov, og tapti.

Í 2003 var styrkital hansara komið upp á 2640. Seinnu árini hevur hann telvað minni, og í staðin lagt størri orku í sivila yrkið sum sakførari, men í seinastuni er hann farin at telva aftur. Og nú móti Helga Dam Ziska.

Aðrir dystir í 8. umfari:

Nikolaj Mikkelsen – Guðmundur Kjartansson

Jóhann Hjartarson – Helgi Dam Ziska

Hans Kristian Simonsen – Jakob Vang Glud

Simon Bekker-Jensen – Ólavur Simonsen

Rógvi Egilstoft Nielsen – Olaf Berg

Kappingin endar í morgin. Seinasta umfarið byrjar kl. 14.00.

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …