Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Runavík Open – Helgi vann

Runavík Open – Helgi vann

Helgi Dam Ziska hevur nú rættiliga lagt seg út í oddastríðið í altjóða talvkappingini Runavík Open í Løkshøll. Føroyski stórmeistarin vann í dag við svarta fólkinum í fínum talvi á danska stórmeistaranum Jakob Vang Glud.

Helgi fekk eina dynamiska støðu, sum fitt av spæli var í, tá vinmaður og liðfelagi hansara í Phildor sneiddi av kós í tí vanligu kongaindisku byrjanini, sum Helgi ætlaði sær í. Helgi var framfýsin og fekk lív í støðuna. Til endans kundi hann loyva sær at offra býtismun, sum hann fekk aftur við rentum og vinnandi støðu. At síggja til ein væl upplagdur og sannførandi Helgi.

John Rødgård tapti eitt marathonlangt talv fyri Jóhann Hjartarson, og Rógvi Egilstoft Nielsen royndi til fánýtis at vinna endatalvið móti Vignar Vatnar Stefansson.

Oddabrak

Sigursrøðin hjá íslendinginum Guðmundi Kjartanssyni stendur við. Hann vann aftur í dag og hevur fult stigatal eftir fimm umfør. Í dag koppaði hann spanska stórmeistaranum Miguel Munoz.  Í morgin fær hann seg helst av álvara royndan. Tá skal hann royna seg móti okkara stórmeistara. Helgi hevur hvíta fólkið.

Støðan eftir fimm umfør:

1. Guðmundur Kjartansson, Ísland 5 stig

2. Helgi Dam Ziska, Føroyar 4

3. Vladimir Havitevici, Moldova 4

4. Jakob Vang Glud, Danmark 3½

5. Miguel Munoz, Spania 3 ½

6. Jóhann Hjartarson, Ísland 3 ½

7. Daniel Semcesen, Svøríki 3 ½

Á einum deildum 11. plássi við trimum stigum hava vit fleiri føroyskar telvarar: Rógvi Egilstoft Nielsen, Høgni Egilstoft Nielsen, Olaf Berg, Ólavur Simonsen og Silas Eyðsteinsson.

Sætta umfar verður í morgin. Byrjað verður klokkan 15. Kappingin endar sunnudagin.

Meira kann lesast um kappingina á heimasíðuni: runavikopen.com

 

Myndir: Gunnar Bjornsson

ro2016_5_gb_22 ro2016_5_gb_21 ro2016_5_gb_20 ro2016_5_gb_19 ro2016_5_gb_18 ro2016_5_gb_17 ro2016_5_gb_16 ro2016_5_gb_15 ro2016_5_gb_14 ro2016_5_gb_13 ro2016_5_gb_12 ro2016_5_gb_11 ro2016_5_gb_10 ro2016_5_gb_9 ro2016_5_gb_8 ro2016_5_gb_7 ro2016_5_gb_6 ro2016_5_gb_5 ro2016_5_gb_4 ro2016_5_gb_3 ro2016_5_gb_2 ro2016_5_gb_1

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …