Heim / Tíðindi (síða 40)

Tíðindi

Føroyar dragna

Føroyska liðið í dag – f.v.: Rógvi Egilstoft, Luitjen A. Apol, Høgni Egilstoft Nielsen og John Rødgaard.

Stígur er komin í hjá føroyska talvlandsliðnum á olympiaduni í India. Føroyar taptu í áttanda umfari í dag 2½-1½ fyri Zimbabwe. 
 
Føroyar eru styrkismettar nummar 60 og Zimbabwe nummar 94. Føroysku telvararnir høvdu væl hægri rating á øllum borðum í dag, kortini eydnaðist ongum at vinna.
 
Helgi Dam Ziska var ikki við í dag. Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft og John Rødgaard telvaðu allir remis, og á fjórða borði tapti Luitjen Akselsson Apol.
 
Føroyar eru nú dragnaðar aftur á 113. pláss í røðini.
 


Misjavnt
 
Ólíka betur gongur hjá einum javnlíka hjá føroyska landsliðnum – Andorra – sum vit plaga at dystast við í kappingini fyri smátjóðir í Evropa. Andorra vann í gjár púra óvæntað á Sveis, sum er styrkismett nummar 36, og telvaði  í dag 2-2 móti Kuba, sum er styrkismett nummar 32, og hevði fýra stórmeistarar á liðnum. Andorra er í løtuni nummar 33 í røðini, men er styrkismett ájavnt við Føroyar. 
 
Her skal kortini nevnast, at Andorra innflytir uttan himpr góðar spanskar telvarar á sítt landslið. Sum nú er, er minsti parturin av liðnum upprunaliga úr Andorra. Tveir stórmeistarar eru á liðnum, báðir eru at kalla javnsterkir við Helga Dam Ziska. De La Riva hevur m.a. verið spanskur meistari. Kortini eru seinastu úrslitini hjá Andorra merkisverd. 
 
Hjá øðrum gongur minni væl. Norra hevur verið eitt stórt vónbrot. Teir eru styrksimettir nummar trý, men eru í løtuni nummar 40. Magnus Carlsen hevur kortini gjørt sítt, tí hann hevur seks stig av sjey møguligum á 1. borði – tvey eru endað jøvn. 
 
Uppaftur verri stendur helst til hjá stóra OL-favorittinum USA. Í gjár høvdu teir sigurin í hendi móti Armenia, men so snávaði Sam Shankland á fjórða borði í javnari støðu og tapti, so at dysturin endaði 2-2. Men í dag tapti USA heili 3-1 fyri B-liðnum hjá India, og nú er mestsum vónleyst hjá amerikanska liðnum at koma afturíaftur.
 
 
Armenia og India
 
Í India er rættur talvfepur. Tað gongur strúkandi hjá indisku liðunum í kappingini. Telvarin, sum øll tosa um í India, er tann einans 16 ára gamli Gukesh, sum situr á 1. borði á B-liðnum hjá India, sum er nummar tvey í kappingini. 
 
Hesin Gukesh hevur tikið talvheimin á bóli. Púra óhoyrt hevur hann vunnið øll átta talvini higartil á 1. borði móti heilt sterkum mótstøðumonnum. Hesin unglingin nýtist ongan frídag, hann er við í hvørjum dysti, og hann leggur allar mótstøðumenn niður eftir tørni. 
 
Í dag var hildið, at søgan fekk ein enda, nú hann møtti nummar eitt hjá USA, Fabio Caruana, men nei – Caruana fekk eisini sama túrin sum allir aðrir. Prestasjónsavrikið hjá honum umroknað í rating er ørandi høgt, eingin hevur sæð nakað líknandi fyrr. Kanska situr Magnus Carlsen og hugsar sítt.
 
 
Gukesh D (@DGukesh) / Twitter
 
16 ára gamli indarin Gukesh, sum bara vinnur og vinnur í Chennai.
 
 
Eitt annað lið, sum eisini strýkur avstað, og sum er einsamalt á odda, er Armenia. Teir komu til India uttan stóru stjørnuna, Levon Aronian, sum hevur givið seg yvir til amerikanskan mammon, men hinir spenna seg út og standa seg betur, enn nakar hevði hugsað, tí Armenia er styrkismettir sum nummar 12.
 
Samanberingin millum Armenia og USA er áhugaverd. Avrikið hjá armensku telvarunum er kanska fyrst og fremst grundað á samanhald og eyðmýkt og góðan liðanda. Amerikanska liðið hevur helst ikki sama festi. Alt ber á brá at vera eitt stórt prestisjuprojekt hjá billiarderinum Rex Sinquefield, sum er múgvandi vinnulívsmaður og filantropur, og rótfestur amerikanskur patriotur av tí gamla kristinkonservativa slagnum. Hann hevur fíggjað ein stóran amerikanskan talvmiðdepil í Saint Louis. 
 
Fleiri av fremstu telvarum í heiminum eru knýttir at hesum depli. Hesir geva seg allir undir amerikanskan talvtjóðskap, soleiðis at teir kunnu umboða USA á olympiadunum. Nevnast kunnu Aronian (Armenia), Wesley So (Filipsoyggjar), Dominguez Perez (Kuba) og Fabiano Caruana (Italia). Caruana er gaman í føddur og uppvaksin í USA, men er av italskari rót, og fór sum ungur til Evropa at menna seg sum telvari. Hann gav seg tá undir italska talvsambandið, og umboðaði Italia á nøkrum talvolympiadum, men nú er hann aftur í USA – í Saint Louis – og umboðar USA. Hesir fýra manna amerikanska landsliðið í India saman við Sam Shankland. 
 
Men higartil hava stórfavorittarnir svikið. Kann tað hugsast, at her eru ov nógvir kongar á sama liði, sum ikki hava sama hjartalag og eyðmýkd fyri uppgávuni, sum hinir?
 
 
 
Quo Vadis, Føroyar?
 
Nú eru trý umfør eftir í talvolympiaduni í India. Tey vera avgerandi fyri endaliga úrslitið. Enn ber til at vinna seg væl longur fram í røðina. 
 
Endaliga plaseringin í kapping sum hesari kann ofta vera rættiliga misvísandi, tí sveiggini eru so stór fyri hvørt umfar. Hetta gjørdi seg serliga galdandi fyrr, tá bara borðstigini taldu. Nú eru tað dystarstigini, sum telja fyrst. Men eftir at hava tapt tveir dystir á rað, hava vit ikki flutt okkum nakað fram, men eru bara dragnaðir.
 
Júst hvar vit lenda í longu røðini við teimum 188 liðunum skal tí ikki einsamalt vera avgerandi fyri eina heildarmeting av føroyska avrikinum, annað er eisini, sum hevur týdning. Men tað er einki dulsmál, at fleiri av føroysku telvarunum eru ikki av álvara komnir á lagið. Okkum nýtist bara at hyggja at einstøku avrikunum hjá okkara telvarum fyri at staðfesta, at allir uttan Helgi ganga aftur í rating, sum nú er. Tí er at vóna, at føroysku telvararnir geva okkum ein góðan spurt.
 
Helgi Dam Ziska var ikki við í dag – spurningurin er, um vit yvirhøvur hava ráð til slíkt luksus, tá hinir ikki fáa tað at ganga eftir vild. 
 
 
Oman í morgin
 
Í morgin telva vit móti Oman. Teir eru styrkismettir nummar 146. Eingin hevur omanfyri 2000 í rating. Eftir tí, átti tað at verið ein avgreiðsluspurningur hjá Føroyum at vunnið, men frægast man vera einki at fyrigykla sær, tí vit hava so mong dømini um, at telvarar við lágum ratingtølum saktans kunnu bíta frá sær. 
 
OL í India er gott dømi um øktu talvglobaliseringina umvegis internetið, sum ber í sær, at lond við ongari ella veikari talvvsiðvenju brádliga gera ein vørr, tí unglingar telva sum brent á netinum samdøgrið á tamb. Tí kunnu eisini telvarar úr landi sum Oman vera úlvar í seyðaskinni.
 
Dystirnir í níggjunda og triðsíðsta umfari byrja sunnumorgunin klokkan 10.30 okkara tíð. Fylgjast kann við leik fyri leik – leinki sæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

 

Helgi og Høgni remis

Føroysku telvararnir móti Argentina í dag. F.v.: Luitjen Akselsson Apol, John Rødgaard, Høgni Egilstoft Nielsen og John Rødgaard.

Føroyar fingu eitt stig móti Argentina á talvolympiaduni í India í dag.
 
Bæði Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen fingu javnt á ovaru borðunum móti sterkastu telvarunum hjá Argentina. 
 
Á niðaru borðunum noyddust okkara menn til endans at leggja kongin. Leingi var líkt til, at John Rødgaard eisini fór at fáa sítt talv javnt, men í endatalvinum misti hann tráðin. Minni spenningur var um talvið á fjórða borði, har 16 ára gamli Luitjen Akselsson Apol kýtti seg til fánýtis móti sterkum stórmeistara.
 
Dysturin millum Føroyar og Argentina endaði tí 3-1 til Argentina, sum er styrkismett nummar tretivu í kappingini. 
 
Góða gongdin hjá Helga Dam Ziska stendur við. Hann hevur nú fimm stig í sjey dystum á 1. borði. Í dag var serliga hugaligt at síggja, at føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen á 2. borði var mentur at halda tørn við svarta fólkinum móti stórmeistara, ið hevði útivið hálvtannaðhundrað ratingstig fleiri. 
 
Eftir dystin í dag eru Føroyar nummar 96 av teimum 188 liðunum í kappingini.
 
Áttanda umfar er í morgin. seinni í kvøld fæst at vita hvørjum Føroyar telva ímóti.
 
Ellivu umfør eru í alt. Olympiadan endar týsdagin.

 

Føroyar møta Argentina

Føroyska landsliðið á sightseing á fornum tempulleiðum í Chennai á einasta frídegnum á talvolympiaduni í gjár. F.v.: Helgi Dam Ziska, Luitjen Akselsson Apol, Ingolf Gaard, liðleiðari, John Rødgaard, Høgni Egilstoft Nielsen og Rógvi Egilstoft.
 
 
Tað verður aftur sera sterk mótstøða á talvolympiaduni í India í dag. Vit møta Argentina, sum er styrkismett nummar 30 av teimum 188 liðunum.
 
 
Argentina er søguliga sterk talvtjóð. Í nógv ár lógu teir framvið at vinna heiðursmerki á OL, og nakrar ferðir í 50-unum endaði Argentina nummar trý á talv-OL. Tá ráddu menn sum Najdorf, Panno, Bolbochan o.a. fyri talvborgum í Argentina.
 
Argentina hevur tvær ferðir hýst talvolympiaduni. Fyrru ferð í 1939. Liðini í Evropa høvdu tá einar tvær vikur um longu ferðina við skipi vestur um hav. Mitt undir kappingini brast seinni heimsbardagi á. Fleiri telvarar vóru verandi í Argentina til kríggið var av. Aðrir løgdu á vandasjógv fyri at sleppa heim. Ein, sum var eftir, var jødiski póllendingurin Najdorf. Tá kríggið var av, frætti hann, at konan, dóttirin og bæði foreldrini vórðu myrd. Najdorf gjørdist nú argentinskur ríkisborgari, og landsins fremsti telvari í ein mansaldur.
 
Í 1978 hýsti Argentina talvolympiaduni á øðrum sinni. Telvað var á Estadio Monumental í Buenos Aires, har Argentina stutt frammanundan hevði vunnið heimsmeistaraheitið í fótbólti á fyrsta sinni. Illa lýdda hernaðarstýrið ráddi tá fyri borgum í Argentina, og í bygninginum beint yvir av leikstaðnum vórðu fleiri av politisku andstøðingunum settir fastir. Millum leikirnar á Estadio Monumental hoyrdust viðhvørt í kvirruni skotríðir frá hermonnum, sum høvdu skotvenjingar yvirav.
 
Argentina hevur fimm stórmeistarar á liðnum í Chennai. Miðalstyrkitalið er 2558. Argentina hevur vunnið tríggjar dystir – allar 4-0 – móti grannalandinum Kolumbia var javnt 2-2, og dystirnir, sum teir hava tapt, hava verið móti Aserbadsjan, ið er styrkismett nummar seks í kappingini, og Ukraina, sum fyrr hevur vunnið talv-OL, og sum er við, tó at Russland hevur gjørt innrás í landinum.
 
Mundu fingið Carlsen
 
Tað var annars um hár gjørt, at Føroyar møttu Norra heldur enn Argentina í dag. Norra fekk í staðin Norðurmakedonia, sum er beint undir liðini á okkum eftir sætta umfar. Tað hevði annars verið stuttligt at sæð okkara stórmeistara roynt seg móti heimsmeistaranum Magnusi Carlsen.
 
Føroyingar fingu annars høvi at heilsa uppá Magnus Carlsen fyrrakvøldið, tá veitsla var fyri telvarunum í Chennai. Høgni Egilstoft Nielsen var komin í prát við norska heimsmeistaran, og tað vísti seg, at Magnus visti heilt fitt um føroyskar telvarar. Og tað kemur kanska ikki av ongum. Tí ein føroyskur telvari hevur tvær ferðir vunnið á Carlsen.
 
John Arni Nilssen telvaði í 2011 tvær ferðir móti tá einans 10 ára gamla Magnusi, fyrst í Gausdal í januar 2011, og so aftur í norðurlandameistarakappingini í august sama ár, og báðar ferðir vann John Arni. Hóast Magnus var eitt av talvsins undurbørnum, var hann sum tíggju ára gamal tó ikki mentur at standa einum altjóða meistara kurl. 
 
Alt suðuramerika
 
Talið á dystum og røðin av londum, sum Føroyar hava møtt í landsdystum á talvolympiadum síðani 1970, smæðist ikki burtur. 
 
Og nú vit í dag á fyrsta sinni møta Argentina, kann staðfestast, at Føroyar hava telvað móti øllum tólv londunum í Suðuramerika á talvolympiadum. 
 
Tey bæði størstu og sterkastu londini hava verið eftir í nøkur ár, men á seinastu OL-leikunum á Georgia í 2018 møttu vit Brasil. 
 
Vit taptu 3-1 móti sterka liðnum úr fólkaríka landinum, men á 1. borði gjørdi Helgi Dam Ziska tað bragd at vinna á GM Rafael Leitao (2620) í stórum stíli – uttan iva eitt av bestu talvunum hjá okkara stórmeistara á OL.
 
Summum suðuramerikanskum londum hava vit møtt fleiri ferðir, øðrum bara eina ferð. Her er yvirlitið:
 
 
Kolumbia
1992 Føroyar-Kolumbia 1-3
2002 Føroyar-Kolumbia ½-3½
2004 Føroyar-Kolumbia 1-3
2006 Føroyar-Kolumbia ½-3½
2008 Føroyar-Kolumbia ½-3½
 
Ekvador
1982 Føroyar-Ekvador 3½-½
1982 Føroyar-Ekvador 3½-½
1994 Føroyar-Ekvador 2-2
2010 Føroyar-Ekvador 2½-1½
 
Paraguay
1980 Føroyar-Paraguay ½-3½
1984 Føroyar-Paraguay 2-2
1996 Føroyar-Paraguay 2-2
2006 Føroyar-Paraguay 2-2
 
Uruguay
1974 Føroyar-Uruguay 2-2
1978 Føroyar-Uruguay 2-2
2006 Føroyar-Uruguay 2½-1½
 
Bolivia
2006 Føroyar-Bolivia 3-1
2008 Føroyar-Bolivia 2½-1½
2016 Føroyar-Bolivia 1½-2½
 
Chile
1992 Føroyar-Chile 1½-2½
1998 Føroyar-Chile ½-3½
 
Peru
1970 Føroyar-Peru 0-4
1978 Føroyar-Peru ½-3½
 
Guyana
1978 Føroyar-Guyana 3½-½
 
Surinam
1982 Føroyar-Surinam 2-2
 
Venesuela
1994 Føroyar-Venesuela 2-2
 
Brasil
2018 Føroyar-Brasil 1-3
 
Dystirnir í dag byrjaðu klokkan hálvgum ellivu fyrrapartin. 
 
Toppdysturin stendur millum Armenia og USA. Sum væntandi var, er armenin Levon Aronian ikki við á amerikanska liðnum í dag. Hann hevur nýliga skift sín armenska talvtjóðskap um við tann amerikanska. Nýggja stjórnin í Armenia hevur sum skilst tikið nakrar av sømdunum, sum telvarar hava átt, frá teimum, og tað fekk hann at rýma. 
 
Amerikanska talvsambandið og hin talvfúsi billiarderurin Rex Sinquefield lokkaðu Aronian í sín part. Aronian hevur verið stóra talvhetjan í Armenia, sum hevur vunnið talv-OL fleiri ferðir seinnu árini við Aronian sum oddamanni.
 
Leinki til dystirnar í dag sæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

Vunnu á Wales

Hesir tryggjaðu okkum sigurin á Wales í dag. F.v.: Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft og John Rødgaard.

Føroyar vunnu í dag 3-1 á Wales á talvolympiaduni í India.
 
Helgi Dam Ziska, Rógvi Egilstoft og John Rødgaard vunnu síni talv, men Høgni Egilstoft Nielsen tapti. 
 
Helgi, Rógvi og John telvaðu allir væl og vunnu sannførandi, men Høgni var tikin á bóli av sera ágangandi mótstøðumanni, og fekk ikki vart seg fyri hættisliga álopinum, ið walisin setti í verk.
 
Stórmeistarin Helgi Dam Ziska er toppskjútti á føroyska landsliðnum. Hann hevur higartil fingið 4½ stig á 1. borði í seks dystum. 
 
3-1 sigurin í dag ber í sær, at Føroyar taka seg fram sum nummar 72 í røðini av teimum 188 liðunum í kappingini. Fyri dystin í dag var føroyska liðið á 97. plássi. Føroyar hava nú 7 dystarstig og 12½ í borðstigum. Vit hava vunnið tríggjar dystir, tapt tveir og spælt ein javnan.
 
Hetta var triði dysturin móti Wales á einari talvolympiadu, og annar dysturin, sum Føroyar vinna.
 
Í morgin er frídagur í Chennai. 
 
Enn er ikki greitt, hvørjum Føroyar telva ímóti í sjeynda umfari fríggjadagin.
 
 
Armenia á odda
 
Armenia vann í dag toppdystin á B-liðnum hjá India 2½-1½, og er nú einasta lið við fullum stigatali – 12 dystarstig eftir seks umfør. 
 
Favorittliðið USA hevur nú otað seg fram á annaðplássið eftir tepran sigur á Iran í dag. Caruana tryggjaði USA sigurin á 1. borði, hinir telvaðu allir javnt. USA er einasta lið, sum hevur 11 stig. Í hølunum á USA er ein riðil av londum, sum hava 10 stig – m.a. øll trý liðini, sum vertslandið India hevur í almennu kappingini.
 
Fríggjadagin verður uttan iva toppdystur millum Armenia og USA. Tá verður spennandi at síggja, um stórtelvarin Levon Aronian, ið júst hevur skift sín armenska tjóðskap um við tann amerikanska, verður við – ella hann ber seg undan júst hesum dysti.
 
Ellivu umfør eru í alt, kappingin endar týsdagin.

Føroyar móti Wales

Føroyar telva móti Wales í sætta umfari á talvolympiaduni í India í dag.

Føroyar eru styrkismettar nummar 60, Wales nummar 97. Føroysku telvararnir hava hægri styrkitøl á øllum fýra borðum. Vit sleppa tí ikki undan favorittleiklutinum, men royndirnar vísa, at so einfalt er tað kortini ikki.

Les meira »

Afturstig

Eitt sindur snópisligt kennist tað, at Føroyar ikki vunnu á Libanon á talvolympiaduni í dag. Dysturin endaði javnur 2-2.
 
Føroyar eru styrkismettar væl ovari enn Libanon, okkara telvarar høvdu hægri styrkitøl á øllum borðum, og vit hava vunnið stórsigrar á Libanon í seinastu dystunum landanna millum.

Les meira »

Telva móti Libanon

Føroyska landsliðið avmyndað uttanfyri leikstaðin í Chennai í morgun fyri dystin móti Libanon. F.v.: Luitjen Akselsson Apol, Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Rógvi Egilstoft.

Klokkan hálvgum ellivu fyrrapartin byrjaðu dystirnir í fimta umfari á talvolympiaduni í India.
 
Føroyar telva í dag móti Libanon. Føroyingar ætla at vinna. Vit eru styrkismettir ovari enn teir; vit nummar 60, teir 92. 
 
John Rødgaard er ikki við í dag. Tí eru tað Helgi, Høgni, Rógvi og Luitjen, sum telva. Vit hava hvíta fólkið á øðrum og fjórða borði, hinir hava svart. Okkara menn hava hægri styrkital á øllum borðum.
 
 
Vit hava fyrr møtt Libanon á talvolympiadum. Dysturin í dag er tann sjeyndi móti landinum í Miðeystri, sum í fleiri ár var fyri lemjandi borgarakríggi og øðrum ófriði. Tað var næstan ikki dagur, at tað ikki frættist frá ófriði í Beirut. Slakar seks milliónir fólk búgva í Libanon.
 
Í undanfarnu seks landsdystunum í talvi okkara millum hava vit vunnið fýra ferðir, ein dystur er endaður javnur, og tann fyrsta – í 1972 – taptu vit.
 
 
1972 Føroyar – Libanon 1½-2½
1974 Føroyar – Libanon 2-2
1994 Føroyar – Libanon 3½-½
2002 Føroyar – Libanon 2½-1½
2008 Føroyar – Libanon 3½-½
2010 Føroyar – Libanon 3½-½
 
 
 
Fimm oddalið
 
Eftir fyrstu fýra umførini eru fimm lið, sum hava vunnið allar dystirnar. Tey eru India B, Armenia, Ísrael, Ongland og Spania.
 
Í talv-OL eru tvey stig at fáa fyri vunnan dyst, eitt stig fyri javnleik, og einki fyri taptan dyst. Í øðrum lagi telja borðstigini.
 
USA, sum er styrkismett nummar eitt, mátti í gjár sættast við javnleik 2-2 móti Usbekistan, sum Føroyar telvaðu ímóti leygardagin. Á 1. borði vann 17 ára gamli Nodirbek Abdusattorov – heimsmeistarin í kviktali – á Caruana, sum telvaði HM-finaluna móti Magnusi Carlsen í 2018.
 
Hjá norðurlondum gongur misjavnt. Norra, sum er styrkismett nummar trý í kappingini, hevur ilt við at standa seg. Í gjár endaði tað 2-2 móti Mongolia, sum er styrkismett nummar 45. Magnus Carlsen var tann einasti á norska liðnum, sum vann. Danmark, sum er styrkismett nummar 27, tapti fyri Lettlandi, sum er styrkismett nummar 64. Svøríki vann 3½-½ á Suðurafrika, Ísland vann 3-1 á Nigeria og Finnland vann 3½-½ á Katar.
 
Føroyar taptu í gjár fyri Kroatia, sum er styrkismett nummar 17. Vit fingu eitt hálvt stig. Helgi Dam Ziska var meistari fyri tí. Helgi var ógvuliga tryggur við hvíta fólkinum, og misti ongantíð javnvágina. Tvørturímóti hevði hann møguleikan í 38. leiki at tryggja sær høgligan fyrimun, men hann fann ikki besta leikin í støðuni. 
 
Mótstøðumaður hansara, Ivan Saric, vann fyri bara viku síðani í sterkari kvikkapping í Kroatia á russiska stórtelvaranum Ian Nepomniachti, ið júst hevur vunnið kandidatkappingina og tí rættin til nýggjan HM-finaludyst móti Magnus Carlsen. 
 
Tann dysturin verður sum kunnugt av ongum, tí norðmaðurin ætlar ikki at verja HM-heitið hesaferð. Líkt er til, at HM-finalan komandi ár tí fer at standa millum Nepomniachti og Ding Liren úr Kina.
 
Fylgjast kann við dystunum í talv-OL beinleiðis á netinum. Leinkið sæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

Helgi fekk remis

Føroyar fingu eitt hálvt stig í dystinum móti krútsterka Kroatia í fjórða umfari á talvolympiaduni í India í dag. Dysturin endaði tí 3½-½ til Kroatia.
 
Tað var føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, sum á 1. borði tryggjaði okkum eitt hálvt stig í dystinum. 

Les meira »

Kroatia – dygg mótstøða

Føroyska liðið móti Kroatia í dag: F.v.: Luitjen Akselsson Apol, Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og John Rødgaard.
 
Nú klokkan hálvgum ellivu fyrrapartin byrjaðu dystirnir í fjórða umfari á talvolympiaduni í India.
 
Føroyar telva í dag móti Kroatia, sum er styrkismett nummar 17 av teimum 188 liðunum í kappingini. Miðalstyrkitalið hjá teimum fýra kroatisku stórmeistarunum er omanfyri 2600.
 
John Rødgaard er við aftur á føroyska liðnum í dag. Hann loysir av Rógva Egilstoft, sum hevði longsta talvið av føroysku telvarunum í gjár. 16 ára gamli Luitjen Akselsson Apol, sum fekk so góða byrjan í gjár, er við aftur í dag.
 
Kroatia er stórfavorittur í dystinum, og á øllum fýra borðunum. Ansurin fyri talvi hevur djúpar røtur í Kroatia. Landið er sum kunnugt sprottið úr jugoslaviska samveldinum, sum gekk til grundar fyri umleið tretivu árum síðani. Kroatia skipaði seg sum sjálvstøðugt land í 1991. Hóast tað ikki búgva fleiri enn fýra milliónir fólk í landinum, hevur Kroatia stórfingin úrslit í fleiri ítróttargreinum, eisini í stóru kappingargreinunum fótbólti og hondbólti. Talv var høgt í metum í gamla Jugoslavia, og telvarar haðani stóðu seg væl í fremstu røð.
 
Sterkasti telvari í Kroatia nú í eini tíggju ár hevur verið nú 31 ára gamli Ivan Saric. Hann var bæði heimsmeistari og evropameistari fyri telvarar yngri enn 18 ár, og í 2018 vann hann evropameistaraheitið fyri einstaklingar. Mong minnast, at hann á talvolympiaduni í Tromsø í 2014 vann á nýklakta heimsmeistaranum Magnus Carlsen í talvinum á 1. borði í dystinum millum Kroatia og Norra, sum kroatar vunnu heili 3½-½.
 
Helgi Dam Ziska hevur telvað tvær ferðir móti javnaldranum Ivan Saric. Í EM-kappingini fyri einstaklingar í Turkalandi í 2006 endaði tað javnt teirra millum, men í EM-dystinum í Reykjavík í 2015 millum Føroyar og Kroatia vann Saric sínamillum talvið á 1. borði.
 
Veteranurin á kroatiska liðnum er 56 ára gamli Zdenko Kozul. Hann er føddur í býnum Bihac í núverandi Bosnia. Kozul var jugoslaviskur meistari í 1989 og aftur í 1990, og vann bronsu við Jugoslavia á talv-OL á heimavølli í Novi Sad á heysti 1990. Eftir borgarakríggið á Balkan telvaði hann í 1992 við Bosnia á talv-OL, men av tí at hann er runnin av kroatiskari rót, valdi hann at skifta tjóðskap frá Bosnia, har hann er føddur, til Kroatia, haðan foreldur hansara eru ættað, og hagar hann flutti at búgva í 1993.  Kozul vann EM fyri einstaklingar í 2006 – í somu kapping, sum Helgi og Ivan Saric telvaðu remis sínamillum sum 16 ára gamlir.
 
Fylgjast kann við leik fyri leik í dystinum- og øllum hinum dystunum við – á netinum. Eitt leinki er heimasíðan chess.24.com.
 
Á middegi, tá dysturin var hálvanannan tíma gamal, søgdu teldurnar, at Helgi hevur lítlan fyrimun á 1. borði, at John hevur javna støðu, og at Høgni og Luitjen standa eitt vet verri.
 
 
India á odda
Eftir fyrstu trý umførini hava India og Frakland lagt seg á odda. A-liðið hjá India er styrkismett nummar tvey í kappingini. Frakland hevur fingið góða byrjan, tó at fremstu tveir telvararnir hjá Fraklandi, Alireza Firouzia og Maxime Vachier-Lagrave, ikki eru við.
 
Stórfavorittarnir úr USA hava vunnið fyrstu tríggjar dystirnar, men ikki so sannførandi, sum væntandi var. Mótstøðuliðið í dag er Usbekistan, sum Føroyar fingu seg trýstroyndar ímóti leygardagin.
 
Hjá norðurlondum hevur gongdin verið misjøvn. Norra er styrkismett í topp-5, men tapti í gjár heldur óvæntað 3-1 fyri Italia. Magnus Carlsen mátti sættast við remis á 1. borði. Danmark var fyrradagin fyri púra óvæntaðum tapi móti Zambia, sum er styrkismett munandi lægri enn Danmark, og í gjár noyddist Svøríki at lúta heili 4-0 fyri Hollandi. Og Ísland fekk ikki fótin fyri seg móti C-liðnum hjá India.
 
Hesi úrslit eru nøkur av fleiri dømum um tað veldigu globalisering, sum fer fram í talvi. Internetið hevur verið ein kollvelting. Nú kann hvør sita og telva á netinum. Vit síggja eisini, at telvarar úr londum, sum ikki hava sterka talvsiðvenju, brádliga gera ein vørr. Styrkitølini kunnu tí eisini vera misvísandi. Dysturin hjá Danmark móti afrikanska liðnum Zambia man vera dømi um hetta. At kalla øll heimsins lond senda nú landslið á talvolympiaduna – bæði kvinnur og menn.
 
Í almennu røðini (manskappingini) eru 188 lið. Í kvinnukappingini eru liðini 162.
 
 
Javnstøða haltar
 
Í Føroyum haltar við javnstøðu í talvi.  Bara menn telva í Føroyum. Vit hava ongantíð verið í nánd av at manna eitt kvinnulandslið í talvi, tíansheldur nakað FM fyri kvinnur. Ikki tí, tvær gentur hava vunnið almenna FM-heitið fyri unglingar í talvi, Herborg Hansen, KTF (2008) og Sára Traber Olsen, HT (2010), men hvørgin telvar longur – Herborg tekur tó okkurt hendinga talv framvegis. Í Kollafirði hava gentur eisini telvað, fyri fáum árum síðani sást onkur teirra í liðkappingini.
 
Sum eitt stuttligt kuriosum kann vera nevnt, at á 1. borði hjá Danmark í kappingini fyri kvinnur á talv-OL í India situr Ellen Fredericia Nilssen, sum er hálv føroysk – dóttir altjóða meistaran John Arna Nilssen, sum ofta hevur telvað á føroyska landsliðnum, og sum av røttum átti at verið við í India. Onnur genta, sum eisini hevur telvað á danska kvinnulandsliðnum í talv-OL er Miriam Fríða Olsen. Hon er fødd og uppvaksin í Føroyum, hevur føroysk foreldur, sum fluttu til Danmarkar at búgva. Miriam telvaði við føroyska hópinum til NM-skúlakappingarnar í nøkur ár, men seinni umboðaði hon Danmark. Longu í 2004 var hon á danska OL-landsliðnum.
 
Høvdu umstøðurnar lagað seg øðrvísi, kundu vit saktans havt eitt sterkt kvinnulandsliðið í talvi eisini. Men fyritreytin má vera, at gentur fara at telva í Føroyum.

Føroyar vunnu

Føroyar vunnu 3-1 á Puerto Rico á talvolympiaduni í India í dag. 
 
Hetta er fyrsta ferðin, at Føroyar vinna á Puerto Rico í talvi. Dysturin var hin áttandi landanna millum síðani hin fyrsta í 1974. Vit hava tapt fýra ferðir, tríggjar ferðir er tað endað javnt, men í dag bragdaði endiliga.
 
16 ára gamli Luitjen Akselsson Apol fekk eina dreymabyrjan í OL. Honum eydnaðist at lokka mótstøðumannin í eina heimafyrireiking, og tá var lagamanni. Luitjen syfti sín mann sum ein vøtt, og legði Føroyar á odda 1-0 eftir lutfalsliga stutt talv.

Les meira »