Føroyar vunnu seinastu smálandakappingina í talvi. Hon var á Malta í desember 2021. Tá mannaðu hesir føroyska liðið. F.v.: John Rødgaard, Luitjen Akselsson Apol, Høgni Egilstoft Nielsen, Jón í Horni Nielsen og Helgi Dam Ziska. Stórmeistarin er ikki við hesaferð.
Spenningur á Jersey
Tað er lagt upp til spennandi talvkapping á Jersey. Har fara komandi dagarnar tíggju lið úr smátjóðum í Evropa at kappast í sonevndu Small Nations kappingini fyri talvlandslið.
Trý lið tykjast fullkomiliga jøvn. Føroyar, Andorra og Luksemburg. Føroyar hava miðalratingstyrkitalið 2278, Andorra 2277 og Luksemburg 2276. Javnari fær tað ikki verið.
Føroyska liðið er hesaferð mannað soleiðis: 1. Høgni Egilstoft Nielsen (ST) 2. Martin Poulsen (HT). 3. John Rødgaard (VT) 4. Luitjen A. Apol (HT) 5. Jón í Horni Nielsen (ST). Talvsambandið leggur dent á, at ein unglingatelvari sleppur upp í part á landsliðnum til smálandakappingina.
Hini liðini eru Kýprós, Liktinstein, Jersey, Guernsey, Malta, San Marino og Monako. Øll liðini telva ein dyst hvørt móti øðrum. Byrjað verður í morgin, og kappingin endar týsdagin 4. november.
Skert føroyskt lið
Hóast føroyska liðið er tepur ratingfavorittur at endurvinna kappingina, kundi føroyska liðið verið uppaftur sterkari. Stórmeistarin Helgi Dam Ziska telvar ikki á landsliðnum sum er.
Avtalan, sum gjørd var millum Talvsambandið og Helga Dam Ziska, tá hann bleiv stórmeistari í 2016, er farin úr gildi, og partarnir eru ikki komnir til sættis um eina nýggja avtalu.
Sum skilst hevur tó samband aftur verið millum partarnar, og talv-Føroyar vóna, at stórmeistarin verður aftur á landsliðnum, tá talvolympiada verður í Budapest næsta ár.
Umframt Helga Dam Ziska, eru Rógvi Egilstoft og John Arni Nilssen heldur ikki við á Jersey. Rógvi verður kortini við, tá landsliðið um miðjan november fer at kappast í stóru EM-talvstevnuni í Montenegro.
Jøvnu favorittliðini í evropeisku smálandakappingini í Jersey eru mannað soleiðis:
5. Faroe Islands (RtgAvg:2278 / TB1: 0 / TB2: 0)
|
|||||||
Bo.
|
Name
|
Rtg
|
FED
|
FideID
|
Pts.
|
Games
|
|
1
|
FM
|
2386
|
FAI
|
0
|
0
|
||
2
|
FM
|
2289
|
FAI
|
0
|
0
|
||
3
|
IM
|
2285
|
FAI
|
0
|
0
|
||
4
|
2152
|
FAI
|
0
|
0
|
|||
5
|
2092
|
FAI
|
0
|
0
|
|||
6. Luxembourg (RtgAvg:2276 / TB1: 0 / TB2: 0)
|
|||||||
Bo.
|
Name
|
Rtg
|
FED
|
FideID
|
Pts.
|
Games
|
|
1
|
IM
|
2442
|
LUX
|
0
|
0
|
||
2
|
WGM
|
2280
|
LUX
|
0
|
0
|
||
3
|
IM
|
2253
|
LUX
|
0
|
0
|
||
4
|
2130
|
LUX
|
0
|
0
|
|||
5
|
2053
|
LUX
|
0
|
0
|
10. Andorra (RtgAvg:2277 / TB1: 0 / TB2: 0)
|
|||||||
Bo.
|
Name
|
Rtg
|
FED
|
FideID
|
Pts.
|
|
|
1
|
GM
|
2437
|
AND
|
0
|
0
|
||
2
|
FM
|
2350
|
AND
|
0
|
0
|
||
3
|
CM
|
2152
|
AND
|
0
|
0
|
||
4
|
CM
|
2167
|
AND
|
0
|
0
|
Landskappingin útsett
Av tí at landsliðið er farið til stroks í Evropa, verða nakrir dystir í 1. deild í føroysku landskappingini útsettir. Telvast skuldi av røttum nú um vikuskiftið, men hetta er nú broytt.
Dystirnir talan er um, eru hesir:
3. umfar
Klaksvík 1 – Sandavágur 1
Havnin 1 – Sandavágur 2
4. umfar
Klaksvík 1 – Havnin 1
Sandavágur 1 – Klaksvík 2
Dystirnir í 3. umfari verða fluttir til leygardagin 2. desember, meðan dystirnir í 4. umfari verða fluttir til sunnudagin 3. desember.