Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing til Liðkapping fyri børn 5. nov.

Innbjóðing til Liðkapping fyri børn 5. nov.

 

Sunnudagin 5. november er liðkapping fyri børn aftur, hesaferð á Skúlatrøð í Klaksvík. Kappingin byrjar kl. 13:00.

 

4 børn telva á hvørjum liði, og kunnu liðini hava upp til 2 útskiftarar við. 5 umfør verða telvað. Talan er um kvik-talv, har ið børnini brúka klokku og fáa 10 minuttir í part til talvið, umframt, at fyri hvønn leiktan leik verða 5 sekund lagt afturat klokkuni.

Tiltakið er eitt gott høvi hjá nýbyrjarum at royna seg, at læra at brúka klokku og at koma at kenna talvumhvørvið og aðrar ungar talvspírar.

Kappingin er býtt upp í tveir aldursbólkar: 4. flokkur og yngri og 5. flokkur og eldri. Top 3 lið í hvørjum aldursbólki vinna medaljur. 

 

Øll eru vælkomin til at melda lið; skúlar, talvfeløg og onnur áhugað, við at skriva til kappingarleiðaran á kappingarleidarin@faroechess.com. Tit upplýsa navn á liðinum, nøvn á telvarunum, bygd/bý/skúla/talvfelag og aldursbólk. Freistin er fríggjadagin, 3. november. 

 

Við talvkvøðu,

Talvsamband Føroya

Sí eisini

NM fyri gentir – gott hál seinastu umførini

Sunnudagin endaði NM kappingin fyri gentir, og seinastu tvey umførini fingu okkara gentir góða úrtøku, …