Sunnudagin 28. oktober, var barnatalvkapping fyri lið hildin í Skúlanum við Løkin í Runavík. Aftur hesaferð var fantastisk uppmøting, við heili 19 liðum. Hettar svarar til 76+ børn, umframt venjarar, foreldur og systkin sum áskoðarir. Stemningurin var góður, og børnini hugnaðu sær, bæði við í ímillum talvini.
Kappingin var býtt upp í tveir aldursbólkar: 4. flokkur og yngri og 5. flokkur og eldri. 5 umfør vóru telvaði við tíðini 10 minuttir + 5 sekund.
Í yngra bólkinum luttóku 13 lið. Á deildum fyrsta plássi, við 14,5 stigum vóru Glyvrar 1 og Talvfelagið Rókur 1. Tó fór Glyvrar 1 avstað við gullinum við fleiri “matchpoints” (2 stig fyri vunnan dyst, 1 stig fyri javnleik og 0 fyri tap). Beint í hølunum var síðani Havnartelvingarfelag 4 sum fekk bronsumedalju, við 14 stigum.
Úrslitini kunnu eisini síggjast á hesi leinkju: https://chess-results.com/tnr840018.aspx?lan=7&art=63
Í eldra bólkinum luttóku 6 lið. Av tekniskum áðum varð kappingin skipað uppá gamlan máta, við pappíri og penni. Øll liðini telvaðu ímóti øllum, og úrslitini kunnu síggjast niðanfyri. Sum sæst var tað Havnar Telvingarfelag 1 sum fór avstað við 1. plássi við heili 19 stigum. Á 2. plássi var Gøtu Talvfelag 1 og á 3. plássi Havnar Telvingarfelag 2.
Stóra takk, Kongshavnar Talvfelag, fyri eina góða kapping í dag, og takk fyri góðu undirtøkuna. Komandi vikuskifti, sunnudagin 5. november, verður sama slag kapping skipað fyri í Klaksvík á Skúlatrøð. Sí nnbjóðingina her.
Myndir úr Runavík: