Í døgunum 4. til 7. september 2025 varð skipað fyri FIDE Arbiters’ Seminar (dómaraskeið) í Keypmannahavn, danska talvsambandið, skipaði fyri.
Tíðindi
Høgni frálíkt úrslit
Føroyameistarin í talvi, Høgni Egilstoft Nielsen, vann nú um dagarnar stórmeistarabólkin í sterku donsku kappingini Copenhagen Chess Challenge.
Føroyingurin tók øll á bóli við frálíka úrslitinum. Høgni var styrkismettur nummar seks av teimum tíggju telvarunum í stórmeistarabólkinum. Kortini var hann mentur at fara ósigraður gjøgnum tey níggju umførini og vinna kappingina.
Høgni, sum á talvolympiaduni í Budapest í fjør, ognaði sær heitið sum altjóða talvmeistari, var hesaferð bara eitt stig frá sínum fyrsta stórmeistaranormi.
Við í kappingini vóru tríggir stórmeistarar og fimm altjóða meistarar. Tríggir hava verið danskir meistarar; Carsten Høi, Bjørn Møller Ochsner og Martin Haubro, og Johnny Hector hevur verið svenskur meistari, seinast í 2022.
Hetta er besta úrslit hjá 28 ára gamla Høgna Egilstoft Nielsen í einstaklingakapping. Styrkital hansara táttar nú í 2400. Høgni og bróðirin Rógvi telvaðu í vár í kapping í Spania, men gjørdu ikki hol í sjógvin ta ferðina.
Góða úrslitið í Danmark vekir ans, og styrkir illgrunan um, at Høgni hevur evnini til av álvara at røkka longur fram á leið.

Høgni Egilstoft Nielsen. Føroyameistarin var um reppið at tryggja sær fyrsta stórmeistaranormin.
Copenhagen Chess Challenge 2025
1. IM Høgni Egilstoft Nielsen (Føroyar) 2372 – 6 stig
2-4. GM Bjørn Møller Ochsner (Danmark) 2478 – 5½ stig
2-4. IM Filip Boe Olsen (Danmark) 2467 – 5½ stig
2-4. FM Bhagat Kush (India) 2369 – 5½ stig
5. IM Nicoali Kistrup (Danmark) 2367 – 5 stig
6. GM Jonny Hector (Svøríki) 2427 – 4½ stig
7. IM Magnus Ermitsch (Týskland) 2406 – 4 stig
8-9. GM Carsten Høi (Danmark) 2288 – 3½ stig
8-9. FM Vitus Bondo Medhus (Danmark) 2326 – 3½ stig
10. IM Martin Haubro (Danmark) 2388 – 2 stig
August-yvirlitið
Altjóða talvsambandið FIDE kunngjørdi í dag nýggjasta styrkilistan. Føroyar eru nummar 73 í røðini av teimum 201 limalondunum, ið talvsamgongan hevur skrásett. Yvirlitið er grundað á miðalstyrkitalið hjá fremstu tíggju telvarunum hjá hvørjum landi sær.
Tann føroyski topp-10 listin fyri august er hesin:
1. GM Helgi Dam Ziska 2543
2. IM Høgni Egilstoft Nielsen 2389
3. IM John Arni Nilssen 2332
4. Luitjen Akselsson Apol 2318
5. Rógvi Egilstoft 2309
6. Martin Poulsen 2276
7. IM John Rødgaard 2260
8. Ólavur Simonsen 2199
9. Jóan Hendrik Andreasen 2194
10. Flóvin Tór Næs 2177
Javnt í ólavsøkutalvdysti

Havnarmenn og klaksvíkingar avmyndaðir saman eftir talvdystin á ólavsøku í gjár.
Árligi talvdysturin ólavsøkuaftan millum Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag endaði javnur 5 – 5.
Hetta er fyrsta ferðin, síðan hesin tátturin var tikin uppaftur í 2021, at dysturin er endaður javnur.
Havnarmenn vóru við yvirlutan á teimum ovaru borðunum, klaksvíkingar høvdu munin á aftaru borðunum.
Telvað var á tíggju borðum í hølum Havnar Telvingarfelags í Finsen. Dysturin tók knappan tíma, talan var tí um kviktelving.
Ólavsøkutelving
Talvlega
Fyrsta vikuskiftið í mai varð skipað fyri talvlegu í skótahúsinum í Kollafirði, har 35 børn luttóku. Tiltakið byrjaði við talvundirvísing í trimum bólkum. Undirvísarar vóru Luitjen A. Apol, Haldur Suni Johansen og Árant Djurhuus.
Talvhugni fyri gentur
Sunnudagin 15. juni skipaði Talvsamband Føroya, saman við talváhugaðum foreldrum, fyri talvhugna fyri gentum. Skótahúsið í Kollafirði var karmur um tiltakið, og 15 gentur í aldrinum 5-11 ár luttóku.
Sigurð er ársins eldsál í talvi

Sjónband og myndir frá FM 2025
Her eru nakrar myndir og eitt sjónabandabrot frá 7. og seinasta umfari í FM 2025.
Vágamenn vunnu steypakappingina 2025
Tólv lið kappaðust í steypakappingini í gjár. Summi feløg høvdu fleiri enn eitt lið, Havnin og Klaksvík høvdu trý hvør, og Sandavágur tvey. Øll feløg vóru ikki við, eitt nú Rókur, Gøta og Suðuroyggin. Øll liðini telvaðu hvør móti øðrum, í alt ellivu umfør.
Talvslóðarar heiðraðir

Andrias Ziska, vinstrumegin, Rubek Rubeksen, í miðjuni, og Jóan Pætur Midjord, høgrumegin, vórðu í gjár krýndir heiðurslimir í Havnar Telvingarfelag.
Havnar Telvingarfelag, sum í gjár skipaði fyri stóra, árliga steypakappingardegnum millum føroysk talvfeløg úti í Skúlaheiminum í Marknagili, nýtti eisini høvið til at tilnevna tríggjar av drúgvastu felagslimum sínum til heiðurslimir.
Rubek Rubeksen (f. 1943) byrjaði í Havnar Telvingarfelag í 1963. Rubek var í fleiri ár millum góðu telvararnar í felagnum, og hevur vunnið felagnum mangar sigrar. Hann var eitt skifti formaður í Havnar Telvingarfelag. Í 1973 var hann nummar tvey í føroyameistarakappingini fyri einstaklingar. Rubek var millum teir fyrstu í Føroyum, sum fór uttanlands at telva. Longu í 60-unum var hann í Hollandi, Sveis og Italia, ofta saman við vinmanninum Goldney, sum eisini var limur í Havnar Telvingarfelag. Rubek slóðaði fyri í royndunum at vinna Føroyum altjóða limaskap í heimstalvsamgonguni FIDE. Hetta eydnaðist longu í 1970. Tað var tí í talvi, at Føroyar av fyrstan tíð vórðu umboðaðar í altjóða kapping á jøvnum føti við øll onnur heimsins lond.
Jóan Pætur Midjord (f. 1945) byrjaði í Havnar Telvingarfelag í 1966. Jóan Pætur gjørdist eftir fáum árum ein av bestu telvarum felagsins. Jóan Pætur er tann einasti, sum eftir er av fyrsta OL-landsliði okkara, sum kappaðist í Siegen í 1970. Og Jóan Pætur var hann, sum vann okkum fyrsta sigurin í einum OL-landsdysti yvirhøvur. Hann var við í alt níggju ferðir á føroyska landsliðnum á talvolympiadu. Jóan Pætur hevur vunnið mangt meistaraheitið fyri Havnar Telvingarfelag. Honum eydnaðist ikki at vinna FM-heitið sum einstaklingur, men ofta var hann næstbestur. Jóan Pætur var góður felagsmaður og kappingarmaður við lít. Hann var eitt skifti formaður í Havnar Telvingarfelag. Og ítróttarmaður var hann sum fáur, meistari innan fótbólt, hondbólt, borðtennis og badminton – og í talvi.
Andrias Ziska (f. 1949) telist eisini millum veteranarnar í Havnar Telvingarfelag. Hann kom kanska eitt sindur seinni upp í felagið enn hinir, men uppvaksin er hann í øðrum Talvhúsið enn tí hjá Havnar Telvingarfelag – barndómsheimið í Bøkjarabrekku var fult í góðum telvarum. Brøðurnir Súni og Bjarki vóru eisini millum landsins bestu telvarar. Andrias telvaði lestrarárini í Danmark fyrst í 70-unum í Københavns Skakforening – felagið hjá Bent Larsen – men heimkomin miðskeiðis í 70-unum gjørdist hann hollur stuðul og rættur felagsmaður í Havnar Telvingarfelag. Andrias fekk sum hin fyrsti í lag veruliga ungdómstelving og skipaða undirvísing fyri børnum síðst í 70-unum. Hesin táttur hevur havt ovurstóran týdning fyri felagið. Andrias hevur eins og hinir vunnið felagnum mangan sigurin, og í 1983 eydnaðist honum at vinna FM-heitið sum einstaklingur. Andrias er pápi Helga Dam Ziska, sum er stórmeistari í talvi.
Talvsamband Føroya Faroechess

















































































































































