Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing til FM-Snar og FM-Kvik

Innbjóðing til FM-Snar og FM-Kvik

Komandi vikuskiftið verður Talvhúsið á Toftum karmur um FM-Snar og FM-Kvik 2025.

Byrjað verður leygardagin kl. 13.30, tá FM-Snar verður telvað. Sunnudagin kl. 13.30 verður FM-Kvik telvað. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingunum, bæði roynd og óroynd. Tað er ikki krav at luttikið verður í báðum kappingunum.

FM-Snar

Tíð:

Tiðin til alt talvið verður 3 min. + 2 sek/leik. Telvað verða 11 umfør.

Virðislønir:

  1. 2500 kr.
  2. 1500 kr.
  3. 1000 kr.

Minst 2 x ratingsvirðislønir á 500 kr.

Luttøkugjald

Vaksin 150 kr.

Undir 18 ár 100 kr.

Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum, áðrenn telvað verður.

Tilmelding:

Tilmelding fer fram her: Tilmelding til FM Snar 2025. Seinasta freist at melda til er fríggjakvøldið 28. november kl. 18.00.

FM-Kvik

Tíð:

Tiðin til alt talvið verður 10 min. + 5 sek/leik. Telvað verða 9 umfør.

Virðislønir:

  1. 2500 kr.
  2. 1500 kr.
  3. 1000 kr.

Minst 2 x ratingsvirðislønir á 500 kr.

Luttøkugjald:

Vaksin 150 kr.

Undir 18 ár 100 kr.

Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum, áðrenn telvað verður.

Tilmelding:

Tilmelding fer fram her: Tilmelding til FM Kvik 2025. Seinasta freist at melda til er fríggjakvøldið 28. november kl. 18.00.

Møtið Fjølment !

Tofta Talvfelag og Talvsamband Føroya

Sí eisini

Úrslit frá NM undankappingini

Seinasta sunnudag vórðu undankappingarnar til NM úttøkuna telvaðar í Klaksvík. Kappast var í 5 ymsum aldursbólkum og íalt luttóku 43 børn og ung.