Leygardagin 15. november varð skipað fyri FM í talvi fyri gentur í Finsen í Havn. 6 gentur luttóku í kappingini, og telvað vórðu 5 umfør. Føroyameistari skuldi finnast í aldursbólkunum U13 og U11, og nummar eitt og tvey í aldursbólkinum U13 fara at umboða Føroyar til Noðurlandameistaraskapið, sum verður í Noregi í vár.

Í aldursbólkinum U13 gjørdist Lisa J. Xin føroyameistari við fullum stigatali, og ávikavíst Annika Lützen og Natasja Mørkøre gjørdust nummar 2 og 3. Harvið verða tað Lisa og Annika, ið fara at umboða Føroyar til NM í vár.

Esther Mørkøre gjørdist føroyameistari í aldursbólkinum U11 við 1,5 stigum, og Annika Finnbjørnsdóttir bleiv nummar 2.
Eftir kappingina var hugnaløta saman við avvarðandi, har borðeitt varð við eini máltíð.
TSF vil hervið ynskja Lisu og Esther hjartaliga tillukku við FM heitinum, og Lisu og Anniku tillukku við NM úttøkuni.
Eisini vilja vit takka MBM og Hjálpirót fyri stuðulin til tiltakið.
Talvsamband Føroya Faroechess