Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing til FM og NM úttøku

Innbjóðing til FM og NM úttøku

Vikuskiftið 5. – 7. desember verður skipað fyri FM hjá børnum og ungum í skúlanum í Kollafirði. Kappingin er samstundis úttøkukapping til norðurlandameistaraskapið, sum verður í februar 2026.

Kappingin er skipað í 5 bólkar. 2 teir bestu telvararnir í hvørjum bólk sleppa at umboða Føroyar til NM í februar 2026. Harafturat verða vinnararnir av hvørjum bólki føroyameistarar.

Skipan av kappingini.

Bólkarnir Bólkur A, Bólkur B og Bólkur C verða skipaðir soleiðis:

Telvað verður allir móti øllum. Tá tilmeldingarfreistin er farin, verður støða tikin til, hvussu ofta verður telvað móti hvørjum.

Telvað verður við tíðini 60 minuttir + 30 sekund fyri hvønn leik. Hatta verður roknað sum langtalv, tí skulu leikirnir skrivast niður.


Telvað verður soleiðis:

Fríggjakvøldið 6. desember
Umfar 1 kl. 18.00

Leygardagin 7. desmeber
Umfar 2 kl. 10.00
Umfar 3 kl. 13.00
Umfar 4 kl. 16.00

Sunnudagin 8. desember
Umfar 5 kl. 13.00
Umfar 6 kl. 16.00

Eftir at tilmeldingarfreistin er farin, verður endaliga upplýst, hvussu nógv umfør verða telvað, og nær verður telvað.

Hetta eru luttakararnir, sum hava telvað seg í finaluna.

Bólkur A:

Bogi á Kósini
Elias Petersen
Herbet Holm Johannessen
Lutijen Akselsson Apol
Rógvi Heinason Olsen
Rókur Davidsen

Bólkur B:

Brandur Sigmundarsson Brestisson
Brestir Samuelsen
Emil Jacobsen Jamil
Hanus á Lógv
Petur Gardar Magnussen

Bólkur C:

Djóni F.C. Jakobsen
Marner Fríði Petersen
Oskar Jacobsen Jamil
Sámal Isfeldt Nesá

Bólkarnir Bólkur D og Bólkur E verða skipaðir soleiðis:

Telvað verður við tíðini 30 minuttir + 30 sekund fyri hvønn leik. Hetta verður roknað sum langtalv, tí skulu leikirnir skrivast niður. Um onkur hevur avbjóðingar við at skriva, skal boðast frá hesum í samband við tilmelding.

Telvað verður soleiðis:


Leygardagin 6. desember
Umfar 1 kl. 10.00
Umfar 2 kl. 11.15
Umfar 3 kl. 12.30
Umfar 4 kl. 13.45

Sunnudagin 7. desember
Umfar 5 kl. 13.00
Umfar 6 kl. 14.15
Umfar 7 kl. 15.30

Hetta eru telvararnir, sum hava vunnið sær rættindi at telva í finaluni.

Bólkur D:

Baldur Bjarnason Jørgensen
David Lützen
Hendrik Hansen
Lisa J. Xin
Natasja Mørkøre
Noel Sunason Berglind
Sam Laksá
Samson Nigroarson Hermansen

Bólkur E:

Andrew M. Xin
Benjamin Djurholm Kristiansen
John Berg Danielsen
Jogvan Samuelsen
Jósef Deliso Dam
Kári Høgnason
Símun Berthelsen
William Hávarsá

Umdystur


Um tað stendur á jøvnum um 1. plássið ella 2. plássið verður umdystur telvaður. Umdysturin verður telvaður stutt eftir, at øll talvini í bólkinum eru telvaði. Umdysturin verður skipaður soleiðis:

2 x kviktalv. Tíðin er 10 min. + 5 sek.
Stendur framvegis á jøvnum, verður telvað 2 x snartalv. Tiðin er 3 min + 2 sek.
Stendur framvegis á jøvnum, verður hildið fram at telva 2 x snartalv, til ein vinnari er funnin.

Tilmelding
Fyri at luttaka í kappingini, skal tilmeldast við at senda teldupost til kappingarleidarin@faroechess.com. Allir telvarar skulu tilmelda seg. Um onkur ikki ynskir at luttaka, fer plássið víðari til næsta telvara á listanum.
Seinasta freist at melda seg til kappingina er mikudagin 3. desember.

Sí eisini

Helgi eisini kvikmeistari

Stórmeistarin Helgi Dam Ziska skaraði framúr og vann FM-kappingina í kviktalvi við fullum stigatali í dag. Helgi vann tí báðar FM-kappingarnar í talvi hetta vikuskiftið - í gjár vann hann snarkappingina, og í dag kvikkappingina.