Heim / Tíðindi (síða 116)

Tíðindi

Helgi skakar í Noregi

Mikudagin varð trivaligur javnleikur fingin til høldar við hvíta fólkinum ímóti russiska stórmeistaranum GM Vladimir Burmakin við styrkitalinum 2605.

 

Hósdagin gjørdist talan um eina sanna marathon orrustu ímóti næsthægst seedaða, topp-100 telvaranum í heiminum, GM Alexander Moiseenku úr Ukraina, við styrkitalinum 2667. U16-heimsmeistarin (1996), OL-gullvinnarin í Calvia 2004, vildi treyðugt góðtaka, at hann ikki megnaði at koppa unga føroyinginum við hvíta fólkinum og helt á at trýsta.

 

Men eftir 6 tímar og heili 133 leikir, mátti Moiseenku ásanna at Helgi var ikki til at vika. Talvið endaði javnt, hóast Helgi nærum onga tíð hevði eftir á klokkuni seinastu mongu leikirnar.

 

Hóskvøldið var snartelving á skránni. 88 luttkarar møttu og megnaði Helgi eitt deilt 1. pláss saman við super-stórmeistaranum úr Hollandi, GM Loek Van Wely. Helgi vann annars Van Wely á seinastu talvolympiaduni. 

 

 Seinnapartin telvar Helgi í 7. umfari ímóti IM Espen Lie, úr Noregi, sum var norskur meistari í 2007. 

 

Fylgið kappingini á http://arcticchess.org/acc/

 

Úrslit frá snarkappingini: Far inn á leinkjuna hjá talvfelagnum í Tromsø.

 

Telva í Tromsø og Helsingør

Í Tromsø luttekur IM Helgi Dam Ziska í sterkari opnari kapping við 164 luttakarum, Artic Chess Challenge,  og hevur hann eftir fyrstu 3 umførini fingið 2 stig og er í løtuni nr. 41.

Fylgið gongdini hjá Helga: HER

Í Helsingør luttaka Rógvi Egilstoft Nielsen, Herluf Hansen, Sigurð Justinussen, Heiðrikur Tindskarð Jacobsen og Vagnur Dam í siðbundnu opnu kappingini, Politiken Cup, við heili 292 luttakarum. Herluf Hansen, úr Tórshavn, hevur higartil verið hin drúgvasti og hevur 3 stig eftir at 4 umfør eru telvd og er nr. 57 í samlaða feltinum og er hann fremstur í sínum styrkibólki. 

Fylgið gongdini hjá føroyingunum í Danmark: HER

Heimasíðurnar eru sera greiðar, tá ein vil fylgja við. Um m.a. trýst verður á “nøvnini” á telvarunum í stigatalvini, verða talvini víst, sum telvaði eru higartil. Og LIVE-telving frá teim fremstu borðunum virkar sera væl.  

 

 

Ólavsøka 2010 – úrslit

 

Snartelving á Ólavsøku

 

Telvað verða 7 umfør. Tilmelding á staðnum.

Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3. 

Luttøkugjald, kr. 100.

Tiltakið er alment. Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka.

Henrik Danielsen vann Heini Olsen Memorial

Føroyingarnir stóðu seg sum heild væl í kappingini. Tó gjørdist ikki talan um nakran norm á hesum sinni. Men tað restaði ikki nógv í at hetta kundi gerast veruleiki. Høvdu Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft Nielsen fingið eitt stig afturat, hevði verið talan um ávikavíst GM og IM-norm.

Serliga eyðsýnt var avrikið hjá 17 ára gamla sandavágs unglinginum, Rógva Egilstoft Nielsen, sum telvdi framúrskarandi væl í kappingini. M.a. sigurin á IM Tapani Sammulvou, javnleikir ímóti IM Silas Lund, GM Miroslav Grabarczyk og IM Simon Bekker Jensen innibera eina ratingframgongd uppá heili 44 ratingstig og knógvar Rógvi harvið 2100-markið á altjóða styrkilistanum.

Talvfestivalurin fevndi somuleiðis um opna kapping, Klaksvík Open. FM Morten Weirich úr Týsklandi var ovastur við 8 stigum. 18 telvarar luttóku í kappingini. Herborg Hansen, úr Klaksvík, Rógvi M. Olsen, av Toftum, og Vagn Heldarskarð, úr Klaksvík, stóðu seg best av føroyingunum, við ávikavíst 5½ og 5 stigum og gjørdust nummar 5, 6 og 7. 

Sí úrslit og støður á framsíðuni.

Hjartanemandi løta !

Teir báðir hugnaðu sær við talvborðið, sum pápin, Heini Olsen, í mongum leiki hevur sigrað, til miklan heiður fyri Føroyar.

Eitt av hjartamálum Karpovs, nú stillað verður upp til forsetavalið í alheimstalvsambandinum, FIDE, er ungdómstelvingin.

 

 

 

Helgi vann á Karpov !

Stór fjøld var møtt í Ósáskúlanum, nú Karpov sessaðist við talvborðið at telva snartalv. Í snartalvi hava telvarar 5 minuttir í part til talvið.

Herborg Hansen telvdi væl, men eftir óneyvar leikir í miðspælinum, vann Karpov. Olaf Berg telvdi spennandi talv, men Karpov sýntist vera væl nøgdur við støðuna og vann talvið tá avtornaði.

Spenningurin var sera stórur, tá 5-feldi FM-snar vinnarin, IM Helgi Dam Ziska heilsaði Karpov og sessaðist við borðið.

Talan gjørdist um eitt sera intenst talv, har báðir partar leitaðu eftir vinnandi leiðini. Eftir togan í javnari støðu, var Helgi hin drúgvari. Tíðin fór hjá Karpov, tá Helgi hevði 20 sekund eftir á klokkuni.

Eitt satt bragd av Helga.

Talan gjørdist um eitt sera intenst talv, har báðir partar leitaðu eftir vinnandi leiðini. Eftir togan í javnari støðu, var Helgi hin drúgvari. Tíðin fór hjá Karpov, tá Helgi hevði 20 sekund eftir á klokkuni.

Eitt satt bragd av Helga.

Karpov fekk tó uppreisn í seinna talvinum, tá hann vann, eftir stinna mótstøðu frá Helga.

Karpov viðmerkti eftir jøvnu orrustuna, at Helgi hevði sera góð evnir at taka røttu avgerðirnar og góðar møguleikar at røkka langt innan telvingina. 

Klaksvík Chess Festival 20.-26. juli 2010

Tilmeldingarfreistin til Klaksvík Open er 18. juli.

Afturat kappingunum verða eisini fleiri talvtiltøk m.a. Fyrilestur, talvkafé, simultan-talv, úti-talv, fótbóltskapping o.a. Skráin fyri dagarnar sæst her: Skráin

Sí leinkju fyri tilmelding ella melda til hjá Finnbjørn Vang á snarbjorn@hotmail.com ella á tlf. 22 14 22.

Norm-møguleikar

Helgi Dam Ziska kann við einari góðari kapping ogna sær sín fyrsta GM-norm. Stórmeistaranormur sum ongin føroyingur hevur vunnið sær higartil. Tað kunnu Tapani Sammalvuo, Silas Lund, Carl Eli Nolsøe Samuelsen, Olaf Berg og Rógvi E. Nielsen eisini – kravið hjá teimum øllum eru 7 stig.

IM normur til Carl Eli og Olaf eru 5½ stig. Hjá Rógva eru tað 5 stig.

Luttakarlistin til Heini Olsen Memorial og Klaksvík Open sæst á hesari leinkjuni: Kappingarleinkja

Við talvkvøðu,
Talvsamband Føroya