Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / OL 2016: 4. umfar – Sterkir íslendingar
Mynd: Gunnar Bjornsson

OL 2016: 4. umfar – Sterkir íslendingar

Tað gjørdist júst so stríggið, sum fryktandi var fyri, tá ið Føroyar telvaðu móti Íslandi í Baku í dag. Helgi Dam Ziska var á 1. borði tann einasti av føroyingunum, sum var mentur at standa sterku og væl útbornu íslendingunum kurl.

Á øllum hinum borðunum vórðu okkara menn trýstir aftur í verjustøðu. Teir royndu sum frægast at spjálka, men til fánýtis. Teir treiskaðust kortini væl og leingi, og ikki fyrr enn fimm tímar vóru farnir, løgdu Jóan Hendrik og Sjúrður kongin.

Á 1. borði stóð fast allanvegin millum Helga Dam Ziska og Hannes Stefansson. Teir telvaðu italsku byrjanina, men javnvágin varð ongantíð skakað. Væl sást, at báðir vóru varnir og høvdu virðing hvør fyri øðrum, tí hvørgin tók sær óráð fyri. Eftir 33 leikir samdust teir um javnt. Tá var lítið eftir í støðuni at spæla um.

John spældi slaviskt móti Hjørvari Grétarssyni. Við svarta fólkinum telvaði hann kanska í so afturhaldssamt – bispaleikurin inn í borðið aftur longu í sjeynda leiki er kanska dømi um tað. John telvaði kortini væl og varðveitti javnvágina, men verri var, at tíðin fór at ganga undan hjá honum. Í 25. leiki er hann óskettin við einum riddaraleiki, íslendingurin langar náðileyst til við einum lemjandi offri, sum fullkomiliga tekur okkara mann á bóli. Endin var, at John var settur skák og mát úti á borðinum!

Jóan Hendrik royndi seg aftur við Rubinstein-frábrigdinum í Nimzoindisku byrjanini. Miðfinnurnar komu allar fram á borðið, men Gudmundur Kjartansson dugdi væl at spjaða finnustrukturin, soleiðis at hann fekk manøvrerað bæði bisp og riddara í sterkar støður á miðborðinum. Hegnisliga styrkti íslendingurin støðuna javn og samt, soleiðis at okkara maður hevði úr at gera at halda javnvágina. Jóan Hendrik kom at standa í defensivinum alt talvið, og til endans mátti hann lúta fyri væl leikandi mótstøðumanninum.

Sama mynstur sást á 4. borði. Sjúrður stóð við svarta fólkinum í sisilianskari byrjan eftir við veikari d-finnu á hálvopnari linju. Bragi Thorfinsson legði strategiina eftir tí. Tolin og miðvísur setti hann finnuna undir trýst. Sjúrður royndi at halda tørn, men varð so líðandi kroystur longur og longur aftur í verjustøðu. Og til endans helt verjugarðurin ikki.

Í stuttum kann sigast, at bara á 1. borði høvdu vit ein javnlíka móti íslendingum. Á hinum borðunum vóru mótstøðumenninir rætt og slætt ov sterkir.

 Algeria í morgin

Í fimta umfari í morgin møta vit Algeria. Teir eru styrkismettir beint frammanfyri okkum. Her kann roknast við einum jøvnum og spennandi dysti. Í fyrsta umfari fingu teir 1½ stig móti Brasil. Tað er greið ábending um, at teir mugu takast í stórum álvara. Vit hava fyrr vunnið á Algeria, bæði í Bled í 2002 og í Moskva í 1994 vunnu vit 2½-1½. Men teir eru helst framfarnir síðani tá.

Føroyar eru í løtuni nummar 83 í røðini av teimum 180 liðunum í almennu kappingini. Tað er í góðum samsvari við styrkismetingina.

Mynd: Gunnar Bjornsson
Mynd: Gunnar Bjornsson
Mynd: Gunnar Bjornsson
Mynd: Gunnar Bjornsson
Mynd: Gunnar Bjornsson
Mynd: Gunnar Bjornsson
Mynd: Gunnar Bjornsson
Mynd: Gunnar Bjornsson
Mynd: Gunnar Bjornsson
Mynd: Gunnar Bjornsson
Mynd: Gunnar Bjornsson
Mynd: Gunnar Bjornsson

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …