Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / OL 2016: Vit møta Íslandi

OL 2016: Vit møta Íslandi

Eftir stórsigurin á Jersey í dag er greitt, at Føroyar fáa Ísland í fjórða umfari á talvolympiaduni í Aserbadsjan í morgin mánadagin.

Tað verður vorðið sum avbjóðing. Ísland hevur ríka talvsøgu og hevur verið fremsta talvtjóð í heiminum eftir fólkatalinum. Glæsisligasta tíðarskeiðið í íslendskari telving mundi vera í 80-unum. Tá mannaðu teir seg við stórmeistarum á hvørjum borði, og endaðu nummar fimm á talvolympiaduni í Dubai í 1986.

Føroyar fingu óvæntað javnleik 2-2 móti Íslandi á seinastu olympiaduni í Tromsø í 2014. Olaf Berg vann, og John Rødgård og Høgni Egilstoft Nielsen telvaðu javnt. Helgi Dam Ziska tapti ta ferðina fyri Hannesi Stefanssyni, sum í nøkur ár hevur verið fremsti telvari hjá íslendingum. Londini møttust aftur í EM-kappingini í Reykjavík í fjør, men tá fekk Ísland revansju og vann 3½-½. Bara Helgi Dam Ziska helt tørn – aftur móti Hannesi Stefanssyni á 1. borði. Annars møttust Føroyar og Ísland eisini í síðsta umfari á talvolympisku leikunum á Mallorca í 2004. Tá vann Ísland 3-1. John Rødgård og Hans Kristian Simonsen fingu remis.

Í kvøld og í morgin er fyrireiking á skránni hjá Føroyum til Íslands-dystin. Serbiski stórmeistarin Branko Tadic virkar sum venjari hjá føroyska landsliðnum í Baku. Ikki er greitt, hvørjir íslendingar telva í morgin, men teir eru mannaðir við trimum stórmeistarum og tveimum altjóða meistarum í Aserbadsjan. Stórmeistararnir eru Hannes Stefansson, Hjørvar S. Grétarsson og Johann Hjartarson. Hjartarson var í síni tíð fremsti telvari í Íslandi. Í 1988 vann hann seg heilt fram í fjórðingsfinaluna í HM-kappingini eftir at hava vunnið í áttandapartsfinaluni á Viktor Korchnoi. Í fjórðingsfinaluni tapti hann fyri Anatolij Karpov.

Okkara lið verður undir øllum umstøðum tað sama sum í undanfarnu dystunum: 1. Helgi Dam Ziska 2. John Rødgård 3. Jóan Hendrik Andreasen 4. Sjúrður Thorsteinsson. Dysturin byrjar um middagsleitið í morgin.

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.