Heim / Tíðindi (síða 100)

Tíðindi

Styttist í smáum

Føroyameistarnir úr Sandavágs Talvfelag ota seg smátt um smátt fram á oddaliðið Havnar Telvingarfelag í landskappingini í talvi.

Dystirnir í sjeynda umfari vóru í dag. Í 1. deild vóru úrslitini: Havnin 1 – Klaksvík 1 3-1, Havnin 2 – Sandavágur ½-3½ og Klaksvík 2 – Kollafjørður 2½-1½.

Støðan í 1. deild er nú henda: 1. Havnin 1 23½ stig  2. Sandavágur 21  3. Klaksvík 1 15½  4. Havnin 2 10½  5. Klaksvík 2 7  6. Kollafjørður 6½. Les meira »

Dystur í 2. deild útsettur

Dysturin í 2. deild millum ST2 og GT1 er útsettur til sunnudagin 19.02.2017 vegna jarðarferð.

GP 5 í Tórshavn 11. februar

GP 5 verður í Tórshavn leygardagin 11. februar kl. 10.00. Telvað verður í Gula Skúla (minnist til inniskógvar)

Kappingarskipan: Kviktalv 10 min + 5 sek/leik, 7 umfør.

Luttøkugjald er 100 kr. Virðislønir verða latnar til nr. 1,2,3, umframt ratingsvirðislønir.

Tilmelding: Sms/mail við navn og rating til 221422 ella faroechess@faroechess.com í seinasta lagi fríggjadagin 10. februar kl. 18.00.

Havnar Telvingarfelag

Kjølur Open innbjóðing

 

Kjølur Open 2017

 

Hervið verður bjóðað til talvkappingina KJØLUR OPEN 2016 dagarnar 3.-5. feb.

Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2016/17.

7 umfør verða telvað, 3 kviktalv fríggjakvøld, 2 langtalv leygardag og 2 sunnudag. Les meira »

Framvegis spenningur

Spenningurin er ikki fokin í fremstu deildini í landskappingini í talvi, tó at oddaliðið Havnin vann toppdystin á føroyameistarunum Sandavági í tí fyrra av tvinnanda leikumførum í dag.

Eftir dystirnar í fimta umfari, sum byrjaðu í morgun, hevði Havnar Telvingarfelag við 3-1 sigri otað seg fýra stig framum Sandavág. Men nú dystirnir í sætta umfari eru lidnir í kvøld, hava sandavágsmenn táttað nakað í, soleiðis at munurin er dragnaður niður í trý stig. Les meira »

Havnarmenn vunnu

Oddabrak hevur í dag verið í landskappingini í talvi. Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag møttust í innanhýsis dysti í fimta umfari í landskappingini. Úrslitið var, at Havnin vann 3-1. Á báðum fremstu borðunum endaði javnt, men á triðja og fjórða borði vunnu havnarmenn. Les meira »

Talvtoppfundur í morgun

Nógvir leikir verða fluttir í dag. Tvey umfør eru á skránni í føroysku landskappingini í talvi. Dystirnir í fimta umfari byrjaðu klokkan tíggju í morgun, og klokkan fýra verður farið undir dystirnar í sætta umfari. Telvað verður í øllum deildum í Kollafjarðar Skúla.

Tey bæði oddaliðini í fremstu deildini, Havnin og Sandavágur, bresta saman í morgun. Havnar Telvingarfelag er á odda við 14½ stigi. Sandavágur hevur 12½ og Klaksvík hevur á triðja plássi 8 stig. Sandavágs Talvfelag er føroyameistari og hevur vunnið meistaraheitið seinastu fýra árini.   Dysturin í morgun hevur stóran týdning fyri møguleikarnar hjá vágamonnum at endurvinna heitið.

Sandavágur hevur havt hesa manning í vetur: 1. Rógvi Egilstoft Nielsen 2. Høgni Egilstoft Nielsen 3. Torkil Nielsen 4. Silas Eyðsteinsson. Liðið hjá Havnini í morgun er hetta: 1. Helgi Dam Ziska 2. Olaf Berg 3. Martin Poulsen 4. Carl Eli Samuelsen.

Tíggju umfør eru í landskappingini, og kappingin endar 18. mars.