Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Tepur ósigur

Tepur ósigur

Føroyar taptu 2½-1½ fyri Moldova í sætta umfari í EM-kappingini í talvi á Kreta í dag. Hørð mótstøða var væntandi, tí Moldova er styrkismett væl omanfyri Føroyar, og hevði tríggjar stórmeistarar á liðnum í dag.

Rógvi Egilstoft Nielsen vann annan dystin á rað við hvíta fólkinum á triðja borði. Hann hevur nú trý stig í fimm dystum, og heldur hann fram við hetta lag, kann roknast við, at hann tryggjar sær fyrsta IM-normin. Yngri bróðirin Høgni hevur eisini verið í nánd av einum IM-normi – sínum triðja – men eftir tapið í dag kámaðust møguleikarnir eitt sindur.

Helgi Dam Ziska var aftur ógvuliga tryggur á fyrsta borði, og telvaði javnt móti Viktor Bologan, sum hevur hægri styrkital enn Helgi, og vann á enska stórmeistaranum Nigel Short í fyrsta umfari. Helgi hevur nú 3½ stig í seks dystum, og er framvegis ósigraður í EM-kappingini.

John Rødgård tapti á fjórða borði, og er als ikki komin á lagið í hesari kappingini. Føroyar eru nummar 36 av teimum 40 liðunum eftir dagsins dyst.

Kosovo í morgin

Í morgin átti at verið ein møguleiki fyri sigri, tí tá telva Føroyar móti Kosovo, sum er styrkismett tvey pláss aftari enn okkara lið.

Í oddanum er hørð kapping millum Ungarn, Russland, Aserbadsjan og Kroatia.

Sjeynda umfar byrjar í morgin klokkan 13.00. Kappingin endar mánadagin.

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.