Í vikuskiftinum, í dag og morgin kl. 14, verður afturvendandi vinarladsdysturin móti Íslandi telvaður í Løkshøll í Runavík. Á 2. hvørjum ári verður dysturin avhildin í annaðhvørt Íslandi og Føroyum, og í ár verður hann telvaður í Føroyum.
Les meira »Føroyar í finaludysti
Tað verður einki minni enn ein finala við lít, tá Føroyar og Andorra hittast í seinasta umfari í dag í EM-kappingini fyri smátjóðir í talvi. Føroyar eru á odda. Eitt stig er á muni. Føroyar hava 15 stig og Andorra 14. Monaco hevur á triðja plássi 13 stig. Tvey stig fáast fyri vunnan dyst, javnleikur gevur eitt stig, meðan einki fæst fyri taptan dyst.
Les meira »Føroyar á odda
Føroyar hava nú lagt seg á odda í talvkappingini fyri smátjóðir í Evropa suðuri í Andorra. Føroyar vunnu í dag stórsigur 3½-½ á Kýpros. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og John Rødgård vunnu, og Rógvi Egilstoft Nielsen telvaði remis. Helgi vann í einum knúsandi kongálopi, John var tryggur við svarta fólkinum í fronsku yndisbyrjanini, og Høgni fekk væl burturúr einari støðu, ið annars tóktist ógvuliga jøvn. Hjá Rógva stóð fast allan vegin. Flott úrslit hjá føroyska liðnum.
Les meira »Helgi vann
Í gjárkvøldið var kappast í snartalvi í Andorra millum teir, sum eru við í smálandakappingini fyri landslið í Evropa. Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska vann kappingina. Hann fekk seks av sjey stigum. Nummar tvey var annar stórmeistari, Igor Efimov úr Monaco. Hann fekk 5½ stig. Og nummar trý var John Rødgård, sum er gamal danmarkarmeistari í snartalvi. Hann fekk 4½ stig. 44 telvarar vóru við. Hvørgin stórmeistarin hjá Andorra, Oscar De La Riva og David Norwood, vóru við í kappingini. Helgi er tann, sum hevur hægsta styrkitalið av øllum í kappingini í Andorra.
Les meira »3-1 móti Malta
Føroyar vunnu aftur í dag í talvkappingini fyri smátjóðir í Evropa. Eina løtu var Malta á odda 1-0, men so vendi gongdin, og Føroyar vunnu dystin trygt. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og John Rødgård vunnu allir, men Silas Eyðsteinsson tapti á fjórða borði.
Les meira »Føroyar vunnu
Tað eydnaðist at vinna tann týðandi dystin móti Monaco í EM-kappingini fyri smátjóðir í talvi í Andorra í kvøld. Tað endaði 2½-1½ til Føroyar.
Les meira »Tepur sigur
Føroyar vunnu í dag 2½-1½ móti Jersey í fimta umfari í EM-kappingini í talvi fyri smátjóðir í Evropa. Heldur óvæntað stóð á at vinna dystin. Á triðja borði var Rógvi Egilstoft Nielsen við hvíta fólkinum tikin av fótum av mótstøðumanni við útivið 500 ratingstigum færri, og tapti. Hetta kom ógvuliga óvart á og dátt við so tíðliga í dystinum. Men á fremstu borðunum var einki vingl. Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen vunnu báðir sannførandi. Á 4. borði hevði Silas Eyðsteinsson lítlan fyrimun, men mátti til endans sættast við remis.
Les meira »Vunnu á Liktinstein
Føroyar vunnu 3½-½ á Liktinstein í fjórða umfari í EM-kappingini í talvi fyri smátjóðir í dag. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Silas Eyðsteinsson vunnu, og John Rødgård telvaði remis.
Les meira »Tveir stórsigrar
Føroyar gjørdu bart í báðum dystum í EM-kappingini fyri smátjóðir í talvi í dag. Í fyrra dystinum í morgun vunnu Føroyar 4-0 á San Marino, og í kvøld vunnu føroyingar 3½-½ á Guernsey. Helgi Dam Ziska var ikki við í morgun. Tá telvaðu Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen, John Rødgård og Silas Eyðsteinsson. Allir vunnu trygt.
Les meira »Javnt móti Luksemburg
Føroyar telvaðu 2-2 móti Luksemburg í fyrsta umfari í EM-kappingini fyri smátjóðir í Evropa, sum nú er byrjað í Andorra. Tað endaði javnt á øllum fýra borðum. Úrslitið var helst betri fyri Luksemburg enn Føroyar. Á trimum av fýra borðum høvdu føroysku telvararnir hægristyrkital, men ongum eydnaðist at vinna.
Les meira »