Nógvir leikir verða fluttir leygardagin. Tvinnanda umfør eru á skránni í øllum deildum í landskappingini fyri lið. Allir dystir vera í Gula Skúla við Landavegin í Havn. Byrjað verður klokkan tíggju á morgni við fjórða umfari. Klokkan fýra verður farið undir fimta umfar.
Les meira »Dupult umfarið verður telvað í Havn
Dupult umfarið 20.01.2018 verður telvað í Gula skúla í Havn. Byrjað verður kl. 10.00. Seinna umfar byrjar kl. 16.00.
Les meira »Talvkalendarin 2017/18 dagførdur
Talvkalendarin fyri talvárið 2017/18 er dagførdur.
Les meira »Talvkapping fyri børn og ung, sunnudagin 21. januar
Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 21. januar kl. 14 í Gula skúla (Tórshavn). Øll eru vælkomin at vera við, bara man dugir mannagongdina. Telvað verður í 5 aldursbólkum: • 2 flokkur og yngri • 3 og 4 flokk • 5 og 6 flokk • 7 og 8 flokk • 9 flokk og 10 flokk
Les meira »ST-Open 2018
Fyrsta open kapping, í hesum kappingarárinum, verður í Sandavági í vikuskiftinum.
Les meira »Helgi aftur snarmeistari
Helgi Dam Ziska vann í dag FM-heitið í snartalvi fyri trettandu ferð. Helgi hevur vunnið kappingina hvørt ár í eitt koyr síðan hann vann sítt fyrsta FM-heiti í 2004 sum 13 ára gamal – undantikið er árið 2012, tá ið hann ikki luttók.
Les meira »FM í snartalv
Føroyameistaraheitið í snartalv verður leygardagin 30. Desembur kl 14.00. Kappingin verður skipað við 9 dupult-umførum og umhugsunnartíðin 3 min + 2 sek /leik. Virðislønir eru til 1 – 3 umframt ratingvirðislønir. Við javnstøðu á 1. plássinum, verður umdystur á 2x 3 +2 og síðani sudden death. Aðrar plaseringar verða roknaðar við korrektión. Telvað verður í Havnar Telvingarfelag (R. C. Effersøesgøta). Luttøkugjald: 100 kr. fyri vaksin, unglingar 50 kr. Verður goldið á staðnum. Vinarliga møt í góðari tíð, kappingin byrjar kl. 14! Tilmelding i seinasta lagi fríggjadagin 29 des. kl. 18.00 á: faroechess@faroechess.com ella smsa til 22 14 22, navn + rating og føðidato. Havnar Telvingarfelag
Les meira »Streymur-Kvik 2017
Leygardagin 9. desember verður á fyrsta sinni skipað fyri talvkapping í ítróttarhúsinum við Margáir í Streymnesi. Kappingin er partur av Grand Prix kappingunum hjá TSF, har øll eru vælkomin at luttaka. Bæði roynd og óroynd. Undir kappingini verður møguligt at keypa nýggju bókina “Í framlopi”, sum er um leiðina hjá Helga Dam Ziska til stórmeistaraheitið.
Les meira »Bók um okkara stórmeistara
Forlagið Sprotin gevur í hesum døgum út bók um Helga Dam Ziska. Suni Merkistein hevur skrivað bókina í samstarvi við Helga sjálvan. Helgi hevur sett viðmerkingar til fleiri av týdningarmestu talvunum í tíðarskeiðnum frá 2003 til 2016, og lýsir sjálvur fleiri av avgerandi løtunum í stremban síni at gerast stórmeistari. Vinfólk, telvarar og onnur hava skrivað vangamynd av Helga. Eisini eru nógvar myndir at síggja. Bókin er 225 síður til longdar og kostar 348 kr. í bókabúðunum. Á heimasíðu Sprotans stendur so um nýggju bókina: Helgi Dam Ziska – leiðin til stórmeistaraheitið 12. september í 2016 fingu Føroyar fyrsta stórmeistaran í talvi. Til fyri fáum árum síðani var tað ein fjarur tanki. Talan er um veruligt frambrot í føroyskari telving – og í øllum føroyskum framburðsstrevi fyri alt tað. Helgi hevur ikki havt annan sterkan telvara ella venjara her á landi at styðja seg til, men er farin einsamallur eftir illgongdari gøtu fram …
Les meira »Runavík Open: Nikita Maiorov sigraði
32 ára gamli stórmeistarin Nikita Maiorov úr Hvítarusslandi vann sannførandi aðru altjóða almennu talvkappingina í Runavík, sum endaði í dag. Javnleikur í dag móti russiska spaniólanum Oleg Korneev tryggjaði Maiorov sigurin í Runavík Open 2017. Maiorov endaði einsamallur á odda við 7½ stigi fyri níggju umfør – eitt heilt stig frammanfyri fýra aðrar, sum gjørdust javnir á øðrum plássi. Maiorov var ósigraður í Runavík; vann seks talv og telvaði trý jøvn. Maiorov gongur tjúgu ratingstig fram eftir góða úrslitið í Føroyum, og vinnur seg upp á styrkitalið 2540 – tíggju stig lægri enn Helgi Dam Ziska. Hvítarussland er sum øll onnur lond, ið sprottin eru úr fyrrverandi Sovjettsamveldinum, eitt land við sterkari talvsiðvenju. Nikita Maiorov er í løtuni nummar níggju í yvirlitinum yvir bestu telvarar í heimlandinum, og hevur tí ikki umboðað Hvítarussland á nakrari talvolympiadu. Javnir á øðrum plássi í Runavík gjørdust Srinathan Narayanan úr India, Oleg Korneev úr Spania, Igor Khenkin úr Týsklandi, Yi Xu …
Les meira »