Føroyameistararnir úr Sandavágs Talvfelag vóru eirindaleysir í dystinum móti Vestmanna Talvfelag í níggjunda og næstsíðsta umfari í landskappingini fyri feløg í dag. Vágamenn vunnu við fullum stigatali – 4-0.
Havnarmenn fingu sum væntandi var munandi harðari mótstøðu móti klaksvíkingum. Havnarmenn vunnu tepran sigur, 2½-1½.
Sandavágsmenn hava tí endurvunnið leiðsluna í 1. deild fyri seinasta umfar.
Lagt er kortini upp til FM-finalu í síðsta umfari 21. mars. Tá møtast oddaliðini í avgerandi innanhýsis dysti. Sandvágsmenn standa seg tá við javnleiki ella teprum ósigri, men vinna havnarmenn 3-1, eru teir føroyameistarar. Í fyrra sínamillum dystinum vunnu havnarmenn stórsigur 3½-½ á vágamonnum, so einki er avgjørt enn.
Føroyameistarnir gjørdu sum sagt bart í dag. Allir vunnu. Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen, Torkil Nielsen og Ingi Wiberg. Á vestmannaliðnum telvaðu Jákup á Rógvi Andreasen, Samson Højgaard, Martin Brekká og Alfred Olsen.
Kjaftfiskurin hjá vestmenningum ber samstundis í sær, at teir liggja niðast nú fyri seinasta umfar.
Stórmeistarin sigursharri
Í dystinum millum havnarmenn og klaksvíkingar fell avgerðin á 1. borði. Har vann Helgi Dam Ziska við svarta fólkinum á Ólavi Simonsen. Helgi hevur verið ógvuliga sannførandi í vetur, og hevur fingið 6½ stig í sjey dystum.
Á hinum borðunum endaði javnt. Martin Poulsen, Olaf Berg og Sjúrður Thorsteinsson stríddust til fánýtis móti Rana Nolsøe, Willa Olsen og Terja Petersen. Hóast togast var dúgliga á øllum borðum, var eingin mentur at koppa mótstøðumanninum. Klaksvíkingar telvaðu javnt móti sandavágsmonnum fyri viku síðani, og vóru aftur drúgvir í dag. Serliga hevur Rani Nolsøe staðið seg væl í vetur, og hevur nú 4½ stig fyri sínar seks dystir.
Í triðja dystinum í 1. deild vann B-liðið hjá Havnar Telvingarfelag 3-1 á kollfirðingum. 14 ára gamla stórtalentið Luitjen Akselson Apol vann á 1. borði í sonnum roktalvi móti Hans Kristiani Simonsen. Rógvi Mortensen og Margar Berg vunnu á ávikavist Kára Petersen og Hanus Joensen, men á øðrum borði vann Heiðrikur Jacobsen – sum í ár flutti úr Havnar Telvingarfelag í Kollafjarðar Talvfelag – á Leif Reinert Fjallheim.
Úrslit og støðan í 1. deild:
9. umfar
Vestmanna-Sandavágur 0-4
Havnin-Klaksvík 2½-1½
Havnin B.-Kollafjørður 3-1
Støðan:
Sandavágur 28 stig
Havnin 26½
Klaksvík 20
Havnin B 15
Kollafjørður 9½
Vestmanna 9
Seinasta umfar 21. mars
Sandavágur-Havnin
Klaksvík-Havnin B
Kollafjørður-Vestmanna
Klaksvík vunnið 2. deild
Eftir dystirnar í 2. deild í dag er longu greitt, at Klaksvíkar Talvfelag hevur vunnið og flytur upp í 1. deild. Klaksvíkingar vunnu stórsigur 3½-½ á kollfirðingum, sum eru á triðja plássi. Steintór Rasmussen, Rani Baldursson, Ingolf Gaard og Tummas Martin Sólsker syrgdu fyri uppflytingini í 1. deild.
Tvey feløg fara tí at hava tvey lið hvørt í fremstu deildini komandi kappingarár. Havnar Telvingarfelag er eisini umboðað í fremstu deildini við tveimum liðum, og longu nú er greitt, at B-liðið hjá aldursforsetanum flytur ikki niður. Hvussu heppið tað er, at felag hevur meira enn eitt lið í fremstu deildini er viðkomandi spurningur, men til stuttleikar kann nevnast, at er nakar, sum hevur lagt fór fyri A-liðnum hjá Havnini í vetur, eru tað júst felagsmenninir á B-liðnum. Báðir innanhýsis dystirnir eru óvæntað endaðir javnir.
Annar týðandi dystur í 2. deild í dag stóð millum grannarnar Runavík og Gøtu. Her vunnu runavíkingar tepran sigur. Ósigurin ber í sær, at gøtumenn liggja nú í tungum sjógvi í deildini.
9. umfar:
Klaksvík-Kollafjørður 3½-½
Havnin-Sandavágur 2½-1½
Runavík-Gøta 2½-1½
Støðan:
Klaksvík 26½ stig
Havnin 21½
Kollafjørður 18
Runavík 15½
Sandavágur 15½
Gøta 11½
Toftamenn fremstir
Í 3. deild gongur ógvuliga javnt á í toppstríðnum. Bara eitt hálvt stig er á muni millum oddaliðini bæði. Toftamenn vunnu í dag 4-0 á B-liðnum hjá Havnini, sum blaðungir telvarar manna, og klaksvíkingar vunnu 3-1 á kollfirðingum. Aðrir dystir í 3. deild vórðu útsettir fyri veður.
Støðan í 3. deild:
Toftir 28 stig
Klaksvík 27½
Havnin 21
Í alt ellivu lið.
Finalan bíðar
Nú er eittans umfar eftir í landskappingini. Leygardagin 21. mars endar kappingin í øllum deildum. Vanliga verður seinasta umfar avgreitt sum eitt stórt felagsumfar, men Talvsambandið hevur ikki kunnað um, hvar telvað verður á seinasta leikdegi.
Spenningurin um meistaraheitið er varðveittur. Fer Sandavágs Talvfelag at endurvinna FM-heitið, ella kann Havnar Telvingarfelag gera ein vørr eins og teir gjørdu í fyrra sínamillum dystinum móti vágamonnum? Og hvussu fer Helgi Dam Ziska – leikandi liðskipari hjá havnarmonnum – at blanda kortini til finaludystin? Kravið er at vinna í minsta lagi 3-1.
Vágamenn eru nú favorittar til FM-heitið, men kunnu kortini ikki kenna seg heilt tryggar.