Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Fyrsta barna Grand Prix kapping í 2026

Fyrsta barna Grand Prix kapping í 2026

Seinasta leygardag varð fyrsta av fimm barna Grand Prix kappingum telvað í Finsen í Tórshavn. Telvað varð í tveimum aldursbólkum – 4. flokkur og yngri og 5. flokkur og eldri. Omanfyri 30 børn luttóku í kappingini, og stuttligt var at síggja, at fleiri gentur luttóku í kappingini hesa ferð. 

Úrslit – 5. flokkur og eldri 

Nóel Berglind og Baldur Bjarnason Jørgensen endaðu báðir við 5 út av 6 stigum, men Nóel hevði fleiri mótstøðustig og endaði tí á 1. plássi. Dávid Lützen endaði á 3. plássi við 4 stigum. 

Úrslit – 4. flokkur og yngri 

John Berg Danielsen vann allar sínar dystir og endaði á 1. plássi við 6 út av 6 stigum. Nummar 2 gjørdist Magnus Hjalti Joensen við 5 stigum, og nummar 3 varð Jógvan Samuelsen við 4,5 stigum. 

Samlaða støðan í BGP 2026 – 4. flokkur og yngri:

 

Næsta barnakapping verður í Sandavági leygardagin 24. januar. Øll eru vælkomin at luttaka. Meira kann lesast um kappingina her: https://faroechess.com/?p=11288

Sí eisini

BarnaGP2 var telvað á Giljanesi í dag

18 luttakarar vóru í tveimum bólkum, 11 í bólkinum 4.fl og yngri, og 7 í …