Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Barna Grand Prix á Giljanesi leygardagin

Barna Grand Prix á Giljanesi leygardagin

Leygardagin, 24. januar kl. 12.00, verður kviktalvkapping fyri børn telvað á Skúlanum á Giljanesi, í Sandavági. Øll er vælkomin at luttaka í kappingini.

Talan er um 2. kapping av 5, har luttakararnir kunnu samla stig saman til eina samlaða Grand Prix kapping. Kappingin er skipað í tveimum bólkum. 4. flokkur og yngri og 5. flokkur og eldri. Telvað verður 6. umfør við tíðini 10 min. + 5 sek.

Melda til í seinasta lagi fríggjadagin 23. januar, við at senda teldupost til kappingarleidarin@faroechess.com. Tá meldað verður til, skal navn og føðidato upplýsast.

Børnini eru vælkomin at luttaka í hesi kapping, sjálvt um tey ikki ætla at luttaka í øðrum Barna Grand Prix kappingum.

Barna Grand Prix

Til hvørja einstaka Barna Grand Prix kapping verður møguligt at vinna heiðursmerkir. Fyri at verða við í samlaðu Barna Grand Prix kappingini krevst, at ein hevur luttikið í minst 3 av 5 kappingum, harav ein av teimum 3 skal verða finalan.

Soleiðis vinnur man Grand Prix stig til hvørja kapping:

  • Nr. 1 fær 15 GP stig
  • Nr. 2 fær 12 GP stig
  • Nr. 3 fær 10 GP stig
  • Nr. 4 fær 9 GP stig
  • Nr. 5 fær 8 GP stig
  • Nr. 6 fær 7 GP stig
  • Nr. 7 fær 6 GP stig
  • Nr. 8 fær 5 GP stig
  • Nr. 9 fær 4 GP stig
  • NR. 10 fær 3 GP stig
  • NR. 11 fær 2 GP stig
  • NR. 12+ fáa 1 GP stig

Um javnstøða er, verða GP-stigini deild.

Sí eisini

Sandavágs Talvfelag á FM-kós

Vágamenn vunnu í gjár toppdystin móti føroyameistarunum úr Havnar Telvingarfelag 3 - 1. Hóast kappingin bara er hálvrunnin, kann sigurin fara at gerast heilt avgerandi, tí toppliðini missa so lítið í øðrum dystum, at innanhýsis dystirnir millum Sandavág og Havnina fáa tí næstan støðu sum smærri finalur.