Komandi vikuskiftið 29.-31. jan. 2021 verður Rókur-Open telvað í skúlanum á Eiði. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.
Les meira »Dagførdur talvkalendari
7. januar bleiv avgjørt, at eingin telving skuldu verða næstu 14 dagarnar. Hetta hevur havt við sær, at nakrar broytingar máttust gerast í Talvkalendaran 2020-21.
Les meira »Eingin telving næstu 2 vikurnar
Vegna korona støðuna verður eingin telving næstu 14 dagarnar. Hetta hevur við sær, at 6. umfar í liðkappingini, Rókur-Open og 7. umfar í unglingum verður útsett.
Les meira »Finalubólkar í 3. deild
Fram til jólar hevur verið telvað í tveimum bólkum í 3. deild. Nú verða nýggir bólkar gjørdir. 3 tey bestu liðini úr hvørjum bólki koma í A bólkin, meðan 3 tey niðastu liðini koma í B bólkin.
Les meira »Úrslit frá NM úttøku-finaluni
NM fyri skúlaungdóm verður hildið í Føroyum í komandi ári, og sunnudagin 29. novembur varð finalan um NM úttøkurnar hildin í Klaksvík, har tey føroysku umboðini skuldu finnast. 25 børn og ung luttóku í teimum fimm aldursbólkunum.
Les meira »Helgi var suverenur
Stórmeistarin Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag vann um vikuskiftið í stórum stíli árligu FM-heitini í snartalvi og kviktalvi. Talvsamband Føroya skipaði fyri saman við Tofta Talvfelag, sum hýsti kappingunum. Snarkappingin var fríggjakvøldið, og kvikkappingin leygardagin.
Les meira »Úttøkukapping til NM fyri børn og ung
Sunnudagin 29. november verður avgjørt, hvør skal umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið fyri børn og ung, sum verður í Føroyum í februar 2021. 10 føroyskir telvarar sleppa við.
Les meira »Stórsigur í toppdysti
Havnarmenn gjørdu bart í dystinum móti Sandavágs Talvfelag í fimta umfari í landskappingini í talvi í dag. Dystirnir í øllum deildum í fimta umfari vórðu telvaðir í Vestmanna í stórum felagstiltaki sunnudagin.
Les meira »Toppdystur seinnapartin
Dystirnir í fimta umfari í landskappingini í talvi eru seinnapartin. Telvað verður í Vestmnanna í stórum felagsumfari.
Les meira »Innbjóðing til FM-Snar og FM-Kvik
FM-Snar og FM-Kvik verður telvað í talvhølinum hjá Tofta Talvfelag dagarnar 27. og 28. november.
Les meira »