Klárt at byrja. Tómi talvsalurin fyri fyrstu dystirnar suðuri á Malta.
Føroyska talvlandsliðið vann toppdystin móti Andorra í fyrsta umfari í kappingini millum smátjóðir í Evropa.
Dysturin millum liðini, sum eru styrkismett sum tey bæði stinnastu, og hava vunnið kappingina báðar seinastu ferðirnar, endaði 2½-1½ til okkara. Høgni Egilstoft Nielsen gjørdist føroyskur sigursharri á øðrum borði. Á hinum trimum borðunum endaði remis.
Hetta var góð byrjan hjá føroyska liðnum, sum má knógva undir favorittbyrðuni. Tá ið tað ikki eru borðstigini, sum longur telja, men sjálvt dystarúrslitið (tvey stig fyri vunnan dyst, eitt stig fyri javnan dyst og einki stig fyri taptan dyst), má sigast, at tað gekst upp á stás í dag.
Føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, ið telvar á 1. borði hjá Føroyum, skrivar soleiðis av Malta í kvøld um dystin í dag:
Dysturin gekk væl. John var fyrst liðugur. Hann fekk ikki stórvegis burtur úr byrjanini og valdi at taka remis. Javnvágin skeiklaðist heldur ongantíð í mínum talvi, har móstøðumaðurin bjóðaði javnleik einar tríggjar tímar inn í talvið. Eg tók av, og harvið hava vit telvað 7 javnleikir í 7 talvum – harav eg havi verið svartur seks ferðir. Høgni varð liðugur stutt eftir. Hann vann eitt rokaligt talv, sum helst kundi farið báðar vegir, men har Høgni roknaði neyvari enn mótstøðumaðurin, tá ið á stóð. Eftir sat Luitjen í einum jøvnum endatalvi ímóti mótstøðumanni, sum mundi vera um sama aldur sum hann. Luitjen fekk útspælt mótstøðumannin somikið, at tað var bara ein spurningur, um tað bleiv til meira enn javnleik. Tá ið dystarstøðan var, sum hon var, valdi okkara maður ikki at taka nøkur óráð fyri, men heldur at tryggja sær javnleikin og harvið okkum dystarsigurin.
Round 1 on 2021/11/28 at 15:00 | ||||||||||||
Bo. | 1 |
|
Rtg | – | 10 |
|
Rtg | 1½:2½ | ||||
1.1 | GM |
|
2466 | – | GM |
|
2541 | ½ – ½ | ||||
1.2 | FM |
|
2326 | – | FM |
|
2386 | 0 – 1 | ||||
1.3 | FM |
|
2094 | – | IM |
|
2317 | ½ – ½ | ||||
1.4 |
|
2070 | – |
|
2111 | ½ – ½ |
Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen tryggjaði Føroyum sigurin í lykladystinum móti Andorra. (Mynd: Esbern Christiansen)
Hini úrslitini í dag:
Luksemburg – Guernsey 4-0
Monako – Malta 2½-1½
Kýprós – Liktinstein 3½-½
Jersey – Kvinnuúrvalslið 2-2
Luksemburg í morgin
Føroyar hava týðandi dystir í fyrstu umførunum. Í morgin bíðar Luksemburg, sum er styrkismett nummar trý. Luksemburg vann 4-0 á Guernsey í dag.
Besti telvarin í Luksemburg, sviin Michael Wiedenkeller, er ikki við hesaferð. Hann vann annars einstaklingskappingina fyri telvarar úr smátjóðum í Evropa, sum var telvað umvegis netið fyrr í vár. Widenkeller og Helgi Dam Ziska endaðu javnir á fyrsta plássi, men telvarin í Luksemburg hevði munin í mótstøðustigum.
Tvey umfør eru í morgin. Føroyar telva fyrrapartin móti Luksemburg, og seinnapartin móti Liktinstein.
Fyrireikarnir suðuri á Malta síggja seg ikki førar fyri at varpa leikirnar á øllum borðunum út á netið beinleiðis, soleiðis at til ber at fylgja við kappingini leik fyri leik um allan heim. Tað er annars ein tænasta, sum er vorðin vanlig í øllum størri talvkappingum nú á døgum. Hartil hevur gingið seint í dag at fáa úrslit og sjálv talvini út, men kanska eru hetta byrjanartrupulleikar, sum vunnið verður á.